Vár- & páskabrúdleyp

Eitt hugskot um ein skal giftast, er at gera eina ella fleiri kollagur (brotamyndir).

ímyndin ein hevur í høvdinum gerst sjónlig, og ein fær betri yvirlit yvir, hvat tað er ein ímyndar sær.

Ein kann eisini hava kollaguna við at vísa fram, tá blómutyssi, borðprýði, hár og make-up v.m. skal veljast.

Tey, ið skula vegleiða innan økið, fáa ein heildarmynd av tykkara ímynd av stóra degnum, og ein sleppur frá at greiða frá litum og tema.

Hetta ger tað munandi lættari hjá viðkomandi at vegleiða, og skapar eina betri heild, har bæði brúðarparið, blómuhandlari, make-up artistar og onnur, tosa sama mál.

Ofta setir árstíðin sín dám á, hvat temaið er.

Tey flestu verða vígd um summarið, tá vinir og kenningar ið búgva uttanlands eru heima, og veðrið eisini er betri.

Men allar árstíðir hava sína sjarmu.

Serliga eru tað litirnir ið spæla inn. Vár og heyst eru heitir litir, summar og vetur eru kaldir litir.

Men temaið kann eisini verða alt eftir hvat stíl ein ynskir og dámar.

Niðanfyri eru tvær ymiskar kollagur, ið hóska væl til vár og páska brúdleyp.

Elisabeth er 36 ára gomul og er búsitandi í Kollafirði saman við sjeikinum Dan, og børnunum hjá sær, Aron (10 ár) og Drós (5 ár). Elisabeth er útbúgvin skrivstovukvinna, kosmetolog, makeup artist og boligstylist við Neo Feng Shui sum sergrein. Hon starvast til dagligt á Tinglýsingini og Landsfólkayvirlitinum sum skrivstovufulltrúi.

Deil hesa grein