Tú veitst, tú ert ein bridezilla, tá ið…

(Bridezilla – Brúður ið er ótrúliga krevjandi og órímulig.)

Vónin um at gerast tann brúðurin ið hevur stýr uppá alt viðvíkjandi brúdleypinum, meðan hon útstrálar yvirskot uppá tann avslappandi mátan er heilt víst at fyritrekkja.

Men um tú sært teg sjálva í fleiri av hesum 7 útsagnunum er vandi fyri, at tú ert í ferð við at umskapast til eina bridezilla.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Bridezilla – brúður ið er ótrúliga krevjandi og órímulig.

1. Um komandi maður tín ikki tosar um brúdleypið í minsta lagi tríggjar ferðir um dagin, spyr tú hann um hví hann slett yvirhøvur ikki er áhugaður, og áðrenn hann fær møguleika at svara, ert tú byrja uppá ein langan fyrilestur við 25 powerpoint slides um hví tað er so týdningarmikið fyri teg, at hann er áhugaður.

2. Samstundis sum, at tað er umráðandi fyri teg, at tín betra helvt hevur okkurt at siga í mun til brúdleypsráðlegging, stúrir tú fyri tí degi, hvar hansara meining ikki er sama sum tín. Tú ert ikki vís í at tú fert at klára at burturgoyma tína innaru hysterisku kontrolfreak.

3. Allar samrøður koma á ein ella annan hátt at snúgva seg um títt brúdleyp. Eisini samtalur ið at byrja við snúgva seg um innkeyp og lortablæur.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Tað gongur ikki ein dagur har tú ikki brokkar teg um okkurt.

4. Tað gongur ikki ein dagur har tú ikki brokkar teg um okkurt. Tað kann verða um størri ting so sum, at hølið tú hevði ætla at veistlan skuldi verða hildin er upptikin, til smærri ting so sum, at skrifttypan á innbjóðingunum ikki sær heilt út sum tú hevði viljað, og so til tey irrationellu tingini sum til dømis at tú simpelthen ikki skilur hví tramin Prins Harry skal vera so langt úti og giftast sama dag sum tit og harvið stjæla tykkara shine!

5. Tú hevur totalt stýr uppá tínar góðu vinklar og syrgir fyri at fotografurin fangar teg tá tú sært best út. Men tú ert um at fáa stress bara við tankan um, at tínir gestir sjálvandi ikki hava hesa vitan um seg sjálvan, og at tú kemur at kasséra eina rúgvu av myndum tí tær koma ikki at liva upp til tín standard.

6. Tú meinar at tú – ok meðni, eisini komandi maður tín – eru vigtigastu persónar ið heiminum frá tí degi tit gerast forlovaði til brúdleypsdagin, og verður heilt hysterisk og barnslig tá onkur annar roynir at tosað um okkurt annað og uppá tann mátan stjæla fokus frá tær … eg meini tykkum.

7. Tú fangar teg sjálva standa og geyla eftir lítlu brúðargentuni tí hon, eftir tínari meining, gongur alt ov skjótt eftir kirkjugólvinum, og at hon faktiskt er grundin til at brúdleypið er oyðilagt.

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Súsanna Ottosen & Magnus R. í Króki
  • Lovisa Østerø & Robert Sivertsen
  • Vivian Vatnsdal Skorá & Josva Meitilberg
  • Monika Zachariasen & Eyðun Egilstrøð

Deil hesa grein