“Surprise” brúdleyp í París

Nøvn:
Christian Høgni Jacobsen & Annika Due Jacobsen

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Annika er útbúgvin sálarfrøðingur og starvast í PPR í Egedal kommunu, meðan Christian Høgni er útbúgvin lærari og skal eftir summarfrítíðina arbeiða í Skúlanum á Trøðni. Saman eiga tey børnini Eyðun (3 ár) og Aldu (½ ár), og so eigur Chrisitan Høgni eisini 14 ára gamla Jóel.

Brúdleypsdato:
05.03.2015

Gestir til veitsluna:
22 fólk. Tað var fyri innbodnum (Foreldur, systkin og vinfólk)

Stað fyri vígsluna:
Danska kirkjan í París

Veitslan bleiv hildin:
La Bouteille D’or í París

Myndir:
Lydia Hansen Photography

Avgerðin um at giftast – Annika greiðir frá

Hin 12.12.12 tók Christian Høgni meg á bóli við einum túri til París. Okkum dámar væl at ferðast og vit høvdu leingi tosað um, at vit ynsktu at koma til París. 12.12.12 høvdu vit avtalað at vitja nøkur vinfólk í Dragør, og meðan vit bíðaðu eftir teimum í Kastrup, gav Christian Høgni mær eitt bræv við einum boardingpassi til París. Eg visti av ongum og var púra paff. Tað er altíð eg, ið fyrireiki og skipi fyri øllum, men hendan dagin hevði eg onga hóming.

Komin til París fóru vit til hotellið, og Christian Høgni tók meg upp á takterassuna á hotellinum, har vit sóu beint yvir á Eiffeltornið. Eitt lítið borð stóð við rósum og sjampanju, og Christian Høgni fór á knæ, og sjálvsagt segði eg ja. Eg bleiv ógvuliga bilsin og glað. Tað, sum byrjaði sum ein vanligur hósdagur, endaði við, at vit stóðu á toppinum av París og vóru ringforlovaði.

Dagin eftir høvdu vit tíð til at njóta París sum tveir forelskaðir turistar.

Vit valdu at halda fast í mátan, sum Christian Høgni fríggjaði uppá; nevniliga óvæntað. Vit vildu taka okkara nærmastu á bóli og geva teimum eitt upplivilsi, sum tey ongantíð fóru at gloyma.Annika

Ráðleggingarnar – Annika greiðir frá

Tá vit skuldu ráðleggja brúdleypið, vóru vit samd um, at vit vildu gera nakað ótraditionelt. Vit hava altíð ferðast nógv, og okkum dámdi væl tankan um at halda brúdleypið í einum øðrum landi enn Føroyum ella Danmark. Aftaná París-túrin vóru vit bæði ógvuliga hugtikin av París, og vit kundu ikki hugsa okkum eitt meira perfekt stað at halda brúdleyp. Vit kannaðu møguleikarnar, og tað var ein møguleiki at bjóða uml. 20 fólkum til París í 3 dagar, hava vígslu og veitslu.

Vit valdu at halda fast í mátan, sum Christian Høgni fríggjaði uppá; nevniliga óvæntað. Vit vildu taka okkara nærmastu á bóli og geva teimum eitt upplivilsi, sum tey ongantíð fóru at gloyma. Tískil hildu vit tað loyniligt, at brúdleypið skuldi vera í París (bara systir mín visti av tí), og vit søgdu at vit bjóðaðu 25 fólkum til brúdleyp í Svøríki. Sostatt skuldu tey møta hjá okkum í Keypmannahavn og vera klár til at flúgva og vera vekk eitt vikuskifti.

Tað gekk (óvæntandi) væl at halda tað loyniligt (hóast tað bleiv útsett eitt ár av tí, at eg gjørdist við barn) og næstan allir gestirnir kundu koma (22 fólk út av 25).

Orsøkin til júst hetta slag av brúdleyp:
Vit vildu gera nakað øðrvísi og ikki minst geva okkara nærmastu eina stóra uppliving, ið tey ongantíð fóru at gloyma.

Brúdleypsdagurin – Annika greiðir frá

Vit møttust í okkara íbúð á Oyrasundskollegiinum tann 2. marts 2015, 4 tímar áðrenn flúgvarin fór. Vit høvdu gjørt eitt sindur av mati, sjampanju o.s.fr., og tá øll vóru samlaði, hildu vit eina lítla røðu, har vit bjóðaðu vælkomin og takkaðu fyri, at tey vóru komin. Til síðst fortaldu vit teimum, at vit høvdu eitt ”yvirraskilsi”, nevniliga, at vit ikki skuldu halda brúdleyp í Svøríki, men harafturímóti í Býirnar Bý, París. Øll vóru sjálvsagt ógvuliga bilsin og glað, og tað eydnaðist ordiliga væl. Øll fingu boardingpass og skrá, og so fóru vit í hýruvognarnar, sum bíðaðu uttanfyri.

Tá vit vóru komin til París kjekkaðu vit inn á okkara fantastiska hotell (Hotel Magellan) og fóru øll út at eta saman – øll vóru uppi at koyra og glað, og tað var ein heilt fantastisk kensla at sleppa at deila vakra París við sínum nærmastu. Dagurin eftir var til sightseeing og brúðarfyrireikingar, og um kvøldið ótu vit í felag.

Leygardagin hin 5. mars var brúdleypið. Hóast tað var í marts, var veðrið av tí fagrasta; sól og 20 gradir. Vit gjørdu okkum til reiðar á hotellinum og fóru síðani til kirkjuna.

Vit fingu eina rúgvu av uppmerksemi, og fleiri steðgaðu á, tóku myndir og spurdu, um vit vóru sjónleikarar, ið gjørdu ein film. Veðrið var av tí allar fagrasta, og vit komu (næstan) alt París runt. Eisini fóru vit uppá takteressuna á hotellinum, har Christian Høgni fríggjaði til mín, og tað var sera óveruligt at standa sama stað í brúðarkjóla.Annika
Vígslan varð hildin í Donsku Kirkjuni í París, og tað var ein sera hugnalig og góð løta. Aftaná gingu vit við fotografinum oman til Eiffeltornið, har vit tóku myndir og hugnaðu okkum. Aftaná fóru gestirnir aftur á hotellið, og vit koyrdu runt í París og tóku brúðarmyndir. Vit fingu eina rúgvu av uppmerksemi, og fleiri steðgaðu á, tóku myndir og spurdu, um vit vóru sjónleikarar, ið gjørdu ein film. Veðrið var av tí allar fagrasta, og vit komu (næstan) alt París runt. Eisini fóru vit uppá takteressuna á hotellinum, har Christian Høgni fríggjaði til mín, og tað var sera óveruligt at standa sama stað í brúðarkjóla.

Kl. 18 møttust vit á matstovuni La Bouteille D’or, ið liggur beint við Notre Dame. Vit høvdu leigað eitt hugnaligt høli ovast í bygninginum, og har var vakurt útsýni beint yvir á Notre Dame. Veitslan var fantastisk. Vit ótu, hildu røður, sungu, grótu, flentu o.s.fr. til vit ikki orkaðu meira. Vit fingu trýggjar rættir, vín og brúðarkøku. Kvøldið endaði við tí siðbundna brúðarvalsinum, og vit høvdu øll eitt ógloymandi kvøld í einastandandi umstøðum.
Dagin eftir ótu vit morgunmat, áðrenn hýruvognarnir koyrdu okkum á flogvøllin. Øll vóru móð, men glað aftaná ein perfektan og fantastiskan brúdleypstúr.

Maturin:
La Bouteille D’or

Brúðarkøkan:
Kondittari í París

Brúðarkjólin:
Av merkinum Enzoani, Dakota snið.

Hár, makeup & negl:
Dugnaliga vinkonan hjá Anniku, Poula Lassen.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Klædningur frá Tiger of Sweeden.

Brúðarferðin:
Til Føroyar.

Tað besta við degnum:
At hava møguleika at geva okkara nærmastu eitt fantastiskt upplivilsi og deiliga okkara serliga dag við teimum.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Gerið tað, ið tit føla, er rætt fyri tykkum.

Høvdu tit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:
Nei, EINKI.

Deil hesa grein