Skermfrítt brúdleyp – Harriet bloggar

Navn: Harriet Olafsdóttir av Gørðum

Brúdleypsdato: 06.07.2012

Annað: Harriet hevur bloggin byolafsdottir.com

Sannroyndin er bara tann, at við at leggja snildtelefonina burtur eina løtu, eru vit í veruleikanum nógv meira nærverandi. Vit uppliva løtuna uppá ein heilt annan hátt, og vit vísa virðing.
Í hesum tíðum, har snildtelefonin er ein sera stórur partur av okkara gerandisdegi, ljóðar tankin um eitt skermfrítt brúdleyp kanska øgiliga konservativur. Men um vit bara hyggja 10 ár aftur í tíðina, var hetta ein veruleiki. Løgið, ha? 

Ikki tí, at tað er nakað ringt í snildtelefonini, men spurningurin, eg ofta fangi meg sjálva í at spyrja fyri tíðina, er: Vil eg veruliga síggja hesa løtuna ígjøgnum ein skerm? Ella vil eg uppliva hana ígjøgnum míni egnu eygu? 

Sannroyndin er bara tann, at við at leggja snildtelefonina burtur eina løtu, eru vit í veruleikanum nógv meira nærverandi. Vit uppliva løtuna uppá ein heilt annan hátt, og vit vísa virðing. Tað kann gott vera, at vit ikki kunnu uppliva løtuna umaftur ella vísa øðrum hana, men viðhvørt er tað eisini í lagi bara at minnast aftur á nakað, ikki so? 

Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava eitt skermfrítt brúdleyp. Serliga ikki nú á døgum, tá so at siga øll hava eina snildtelefon ella ipad – enntá ommur og langommur. Í dagsins bloggi fari eg at koma við nøkrum hugskotum til, hvussu tú kanst hava eitt partvís skermfrítt brúdleyp – uttan at stoyta nakran.
 

Hví velja at hava tað skermfrítt? 

Tað eru nógvar orsøkir til og fyrimunir við, at fólk velja eitt skermfrítt brúdleyp.

Nøkur dømi eru: 

– At gestirnir minnast løtuna betri, tey uppliva hana saman við brúðarparinum og ikki minst saman við hinum gestinum. 
– Fólk práta saman og vísa áhuga fyri hvørjum øðrum, vit gerast meira sosial uttanfyri sosialu miðlarnir.
– Brúðarparið sleppur at kunngera sítt hjúnaband áðrenn nakar annar. 
– Brúdleypið gerst meira frítt og privatlívið hjá fólkið verður ikki ávirka á sama hátt. Tað eru jú ikki øll, ið dáma at koma uppá myndir ella filmar, serliga ikki um tær verða lagdar út á netið. 
– Tær professionellu myndirnar gerast uppaftur betri. Fotografurin hevur betri møguleika at fanga løturnar, uttan at ein av gestunum stillar seg fyri ella rættir sína telefon upp, beint sum brúðurin gongur inn, ringarnir verða koyrdir á ella okkurt heilt annað. 

Eru vansar við skermfríum brúdleypi? 

Tað kemur sjálvandi alt annað upp á, hvussu ein sær tað. Tað fara allarhelst altíð at vera summi, ið halda, at hetta er nakað forferdiligt tvætl, at brúðarparið skal avgera, um tey brúka sína snildtelefon ella ikki, og taka tað nær ella hinvegin als ikki virða tað.  
Somuleiðis kann hetta takast eitt sindur ov bókstavligt og tískil hevur eingin annar nakrar myndir av tykkara brúdleypið enn tann fotografurin, tit hava sett til ta uppgávuna. Tað kann tískil taka sína tíð, áðrenn tit síggja nakra mynd frá brúdleypinum.

Ein alternativ loysn

Um tykkum dámar væl tankan um eitt skermfrítt brúdleyp,  men ikki vilja hava tað 100% skermfrítt, er tað altíð ein alternativ loysn. Talan kann jú vera um eitt partvíst skermfrítt brúdleyp. Tá er lættast at hugsa sær, at tann týdningarmiklasta løtan (her hugsi eg um sjálva vígsluna) kann vera skermfrí. 

Persónliga er hetta allarhelst loysnin eg hevði valt, um eg bleiv gift í dag. Bæði tí eg haldi, at tú vísir størri virðing og áhuga fyri brúðarparinum við at leggja telefonina vekk hesa løtuna. Men eisini tí, at vígslan sum oftast er í eini kirkju ella samkomuhúsi, har eg persónliga ikki hevði sitið við telefonini frammi í øðrum samanhangi heldur. 

Tó so, um tit velja eina skermfría vígslu, muga tit hava í huga, at tit møguliga ikki fáa myndir ella film frá vígsluni – tí tit hava jú biðið gestirnir ikki avmynda hetta. Tá er sjálvandi eitt gott hugskot at seta ein professionellan fotograf at taka myndir og forklára viðkomandi um loysnina tit hava valt, soleiðis at tit kortini fáa myndir hóast til hava valt skermfría vígslu (um tit ynskja tað, sjálvandi).

Hvussu fáa tit so boðskapin út? 

Tosa við prestin ella tann, ið annars skal víga tykkum, um viðkomandi kann siga gestunum frá, at tit ynskja, at løtan ikki verður órógvað, og at ipaddar/telefonir verða lagdar til síðis. Tit kunnu alternativt eisini fáa prestin at nevna, at tit hava sett ein professionellan fotograf til høvið, soleiðis at gestirnir bara kunnu njóta løtuna sum hon er. 

Tit kunnu sjálvandi eisini bara siga gestunum frá ella gera eitt fitt skeltið, ið tit hanga upp, har fólk síggja tað. 

Um tit velja hetta hugskotið, bert at hava eina skermfría vígslu og ikki hava sum so eina meining um restina av brúdleypinum ella møguliga ynskja at fólk taka myndir undir borðhaldinum o.s.fr., so má hesin boðskapurin sjálvandi eisini koma út. 

Tað eru sjálvandi eisini hentir mátar at inkludera tøknina, sosialu miðlarnar og snildtelefonina inn í brúdleypið á ein skipaðan hátt. Hetta komi eg eitt sindur nærri inná næstu ferð. 

Hvat heldur tú? Er hugskotið um eitt skermfrítt brúdleyp nakað, ið tú hevði funnið uppá ella heldur tú, hetta er fullkomiliga við síðuna av? 

Forsíðumynd: John Blanding

Deil hesa grein