Siðbundið og føroyskt brúdleyp

Nøvn: Eyð Leitisstein & Klæmint Andrasson Olsen

Brúdleypsdato: 10.08.2013

Stutt lýsing um brúðarparið: Eyð Leitisstein er úr Runavík og Klæmint Andrasson Olsen er úr Rituvík og saman eiga tey dóttrina Anniku Klæmintsdóttir, sum er 1 ár. Eyð starvast sum lærari í Tofta skúla, ímeðan Klæmint starvast sum timburmaður hjá TN-bygging, sum heldur til í Runavík.

Gestir til veitsluna: 205 fólk

Stað fyri vígsluna: Glyvra Kirkja

Veitslan bleiv hildin: Bygdarhúsið í Leirvík

Myndafólk: Beinta á Torkilsheyggi

Skrivað: Emma Petersen
Eyð Leitisstein er úr Runavík og Klæmint Andrasson Olsen er úr Rituvík og saman eiga tey dóttrina Anniku Klæmintsdóttir, sum er 1 ár. Eyð starvast sum lærari í Tofta skúla, ímeðan Klæmint starvast sum timburmaður hjá TN-bygging, sum heldur til í Runavík. Dagurin, tey valdu at taka ring uppá, var ein serlig løta og ein serligur dagur, tí hetta var tann dagurin, tey høvdu verið par í 10 ár, og tey gjørdu av at tey skuldu giftast árið eftir. Avgjørt var, at vígslan skulda vera í Glyvra Kirkju tann 10. August 2013 kl. 14.

Eyð var í einum vøkrum hvítum brúðarkjóla, sum hon hevði leigað frá Brúðarlín, og hon hevði tær reyðu siðbundnu rósurnar í brúðarbukettini.

Hár og smyrsl hevði Salong Halda gjørt, ímeðan Kaja E. Olsen hevði prýtt neglirnar.

Klæmint var í føroyskum klæðum. Hann hevði leigað hvíta vestin og hvítu hosurnar frá Brúðarlín, og restina átti hann sjálvur. Knappholsblóman var somuleiðis eisini tann reyða, vakra rósan.

Úr kirkjuni, oman trappurnar, vórðu tey heiðraði undir hulahoppringum og ballónum, og gestirnir, sum hildu hesum, vóru øll í Støkk klæðum. Hetta var ein serlig løta fyri Eyð, sum altíð hevur verið ein partur av Støkk fimleiki, sum heldur til í Runavík. Eftir rørandi vígslu settu tey seg í brúðarbilin, sum Klæmint sjálvur koyrdi og tíbetur fyri tey, var veðrið gott, tí so kundi takið á bilinum vera niðri. Hóast brúðarbilurin var eitt ellisakfar av slagnum MG, so var tað ein serligur bilur fyri tey, tí abbi Eyð átti hann, og var hann frá ár 1959.

Gullkornini frá Eyð og Klæmint eru tískil at njóta dagin og royna at fyrireika seg til eitt brúdleyp í góðari tíð, so ein ikki følir seg so strongdan dagarnar áðrenn sjálvt brúdleypið.
Áðrenn veitsluna fóru at taka myndir, og var hetta gjørt bæði inni, og tí at veðurgudarnir vóru við teimum, kundu tey eisini taka myndir úti. Hetta lukkaðust avbera væl. Veitslan var fyri innbodnum og byrjaði kl. 19. 205 fólk vóru savnaði í bygdarhúsinum í Leirvík at hátíðarhalda brúðarparið. Tey fingu trý-rættaða matskrá, sum Bygdarhúsið í Leirvík hevði staðið fyri. Eftirsum tey ynsktu eitt siðbundið, føroyskt brúdleyp, skuldi brúðarvísan sjálvandi kvøðast, og eftir, at hon var kvøðin, var dansur fyri tey, sum høvdu hug at dansa víðari og køkuborð fyri tey, sum enn vóru eitt sindur svong. Á køkuborðinum var eisini brúðarkøkan sett fram. Brúðarkøkuna hevði Miðberg Bakarí úr Runavík staðið fyri. Tá tað leið út á náttina, og gestirnir høvdu dansað fyri seg, fingu tey bjóðað suppu. Tey vóru einig í, at brúdleypið mátti kosta tað, sum tað kostaði, tí tey ætlaðu ikki at spara við nøkrum, og vóru tey sera glað fyri dagin, allan sum hann var. Helst fyri tað góða veðrið.

Tey avgjørdu ikki at fara brúðarferð beinaveg, men heldur at bíða til summarið eftir tey vórðu gift, og tá gjørdu tey av at fara ein túr suðureftir.

Gullkornini frá Eyð og Klæmint eru tískil at njóta dagin og royna at fyrireika seg til eitt brúdleyp í góðari tíð, so ein ikki følir seg so strongdan dagarnar áðrenn sjálvt brúdleypið.

Deil hesa grein