Sangskriving – eitt talent?

Stutt um Joy

Eg eri 48 ára gomul, og giftist sum 22 ára gomul, við Magna, og saman eiga vit 3 deilig børn, Elisabeth, fødd í 1993, David, føddur í 1997 og Esther, fødd í 2003. Vit komu saman í København, og giftust í 1991 í Klaksvík. Vit fluttu til Føroyar í 1998, og búgva nú í Norðragøtu.

Eg haldi, tað er ein stuttlig og løtt uppgáva, og veit, at nógv ikki síggja seg føran fyri tí, men at kalla tað talent?

Í juli 2017 vóru vit í brúdleyp hjá bróðurdóttir mannin, og sum vanligt fóru øll at snakka um, hvør fór at halda talu, skriva sangir osfr. Nú er hetta ikki ein familja, har fólk kappast um at koma til mikrofonina, men eg havi so ikki mikrofonskrekk, og plagi eisini at siga nøkur orð, og kanska skriva ein sang eisini, so nú mátti eg út at finna tilfar um brúður og brúðgom. Ikki var so lætt at finna nakað um gommin, og eftirsum brúðurin hoyrir til okkara “síðu” var sangurin  sjálvandi mest um hana.

Eg spurdi foreldur hennara, sysktin hennara og dóttur mína, tí tær hava gingið í flokki saman, og har var bingo. Hon hevði, í tíðini meðan tær gingu í student saman, skrivað eina rúgvu av gullkornum niður.

Mamma til brúðrina segði einaferð, a vár Harri hevði koyrt eitt skald í hvørja familju, og í hesum førinum var tað eg, ið var  signað við hesum talentinum.

Eg haldi, tað er ein stuttlig og løtt uppgáva, og veit, at nógv ikki síggja seg føran fyri tí, men at kalla tað talent?

Image
Les víðari niðanfyri lýsingina

Lat meg geva tykkum nøkur ráð um, hvussu ein lættast skrivar ein sang til eitt brúdleyp, ein føðinardag, ella annan merkisdag. Vónandi verður tað ein hjálp, til tá ið tú skalt skriva ein sang.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Image
Lat meg geva tykkum nøkur ráð um, hvussu ein lættast skrivar ein sang til eitt brúdleyp, ein føðinardag, ella annan merkisdag. Vónandi verður tað ein hjálp, til tá ið tú skalt skriva ein sang,
  1.  Finn eitt lætt lag

Tað eru ofta tey somu løgini, ið ganga aftur, men hetta er sjálvandi tí, at gestirni skulu kenna lagið fyri at kunna syngja við. Eg valdi í hesum føri “Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku”.

 2. Hugsa um, hvussu sangurin er uppbygdur

Ørindini í hesum sangi hava fýri reglur, har seinasta orð í reglu 1 og 2 helst skulu ríma, og seinasta orð í reglu 3 og 4

Síðani hyggi eg eftir handlingini. Byrji við eini innleiðing, og fari síðan at siga frá mínari “søgu”. Eg royni at halda tað í tíðarrøð, soleiðis, at tað elsta verður nevnt fyrst. Seinasta ørindi inniheldur so eina gratulering, og góð ynskir fyri framtíðina.

  3. At fáa tað at ríma

At fáa tað at ríma er als ikki so torført. Eg skrivi ta fyrstu regluna, sum ljóðar soleiðis: “Nú vit sita hugnaligt, við hetta brúdleypsborðið”, so her endar reglan við orðinum “borðið”, síðan finni eg orð, ið ríma uppá tað og geri ein lista: sori, snori, borðið, forði, tori, orðið…. osfr. Og geri so setningar, ið passa inn í lagið: “ hetta er so rørandi, eg siti her og snori” hvussu ljóðar tað?  Ella: “skriva sang, og tala, fari at vita um eg tori”….. jújú, tað kann brúkast, men eg vil hava okkurt meira neutralt, so tað endar við at blíva: “Vóna eisini, at mong her kunnu taka orðið”

So koyrir tað annars við stuttligum hints, men ein má ansa sær, at  tey ikki gerast ov duld, týdningurin skal helst verða sjónligur.

   4. Tað endaliga úrslitið

Tá ið sangurin so er liðugur, og skrivaður inn, pynti eg við myndum o.a., so tað eisini er stuttligt at hyggja at. Sangurin verður jú býttur út til allar gestirnar, og onkur goymir slíkar, til møguliga inspiratión eini aðru ferð. Ein flottur sangskjúlari verður gjørdur,og hesin verðir latin brúðarparinum, saman við teirra eintaki at sanginum.

Tað er bara at leypa í tað. Eg ynski tykkum góðan arbeiðshug.

Image Image

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Arndis Samuelsen & Eyðfinn Fjallsbak
  • Rósa G. Jacobsen & Jafet S. Rasmussen
  • Eva Poulsen & Jóhannus Kallsgarð Joensen
  • Angelina Jonhardsdóttir Poulsen & Bergur Gudmundsen

Deil hesa grein