Hvussu nógv kostar okkara brúdleyp – við veruligum dømum

Áðrenn tit byrja at bjóða inn til brúdleyp, er tað altíð eitt gott hugskot at gera eitt yvirlit yvir allar útreiðslurnar, so tit kunnu síggja, hvussu nógv tykkara brúdleyp kostar tilsamans, hvar tit møguliga verða noydd ella hava hug at spara ella raðfesta lægri, og hvat tit hava hug at raðfesta hægri.

Tað er sera ofta, at brúðarpør verða bilsin av, hvussu skjótt allar tær smáu útreiðslurnar kunnu blíva stórar tilsamans.

Vit hava tí gjørt ein lista, ið kann geva tykkum eina góða hóming av, hvørjir postar ofta eru til eitt brúdleyp. Í rokniarkinum (sí niðast) hava vit gjørt klárt til, at tit seta tykkara egnu tøl inn, umframt, at tit kunnu broyta í nøvnunum á útreiðslunum, um okkurt ikki passar til júst tykkara dømi, og tit kunnu leggja tað afturat, sum tit hava tørv á.

Dømi frá veruligum brúdleypum í Føroyum

Minst til, at einki brúdleyp er líka, og sostatt heldur eingin fíggjarætlan líka. Tað er so nógv sum spælir inn og hevur ávirkan á samlaða kostnaðin, sum t.d. hvussu nógvar gestir tit skulu hava, um tit velja at gera ymiskt sjálvi ella betala tykkum frá tí. Tað er alt eftir, hvussu tit velja at prioritera.

Niðast hava vit sett nøkur dømi upp frá veruligum brúdleypum í Føroyum. Fleiri dømi leggast afturat so við og við.

Vit á Brudleyp.fo ynskja tykkum góðan roknihug og fyrireikingarhug.

Ymiskar útreiðslur, ið kunnu vera til eitt brúdleyp

  • Áðrenn brúdleypið
    Innbjóðingarkort
    Wedding planner
    Dansitímar
    “Save the date” kort

  • Hennara
    Brúðarkjóli
    Undirklæði
    Slør
    Skógvar
    Annað tilhoyr
    Frisør/Háruppsetan
    Makeup
    Negl
    Brúðarbukett
    Skræddari (t.d. tilrætting av kjóla)

  • Hansara
    Klædning ella føroysk klæði
    Skógvar
    Annað møguligt tilhoyr
    Knappholsblómur

  • Til tykkum
    Brúðarringar
    Brúðarbil
    Knappholsblómur til brúðardreingir o.t.
    Brúðarklæði, skógvar, prýði til brúðarbørn
    Videograf
    Fotograf
    Gestabók
    Gisting á brúðarnátt

Les víðari eftir lýsingina

  • Høli og hølisprýði
    Fólk at fyrireika/prýða hølið
    Blómur til veitsluhølið
    Blómur til vígsluna
    Leiga høli, telt ella annað
    Borðkort og t.d. menu-kort
    Leiga av borðbúnaði (tallerkar, bestikk, gløs osfr.)
    Keyp/leiga av dúkum og borðleyparum
    Leiga av borð og stólum
    Leiga/keyp av hølisprýði
    Leiga/keyp av ljósútgerð
    Leiga/keyp av reyðum gólvleypara
    Tónleikabólkur/DJ
    Veitslustjóri
    Upprudding/vasking

  • Matur og drekka til veitsluna
    Brúðarkøka
    Køkur/bomm
    Drykkjuvørur
    “Snacks”
    Forrætt, døgurði og omaná
    Náttmatur
    Tænarar
    Barrfólk

  • Eftir brúdleypið
    Morgungávur
    Takkarkort
    Myndabók
    Brúðarferð
    Hotel
    Lummapening

  • Aðrar útreiðslur

    Annað

Dømi frá veruligum brúdleypum í Føroyum

Brúdleyp #1 – 250 fólk

Hennara:
Brúðarkjóli + tilhoyr – kr. 3.000
Slør – kr. 300
Skógvar – kr. 300
Undirklæðir – kr. 300
Háruppsetan/frisør – kr. 2.000
Makeup – kr. 700
Negl – kr. 200
Brúðarbukett – kr. 1.500
Annað tilhoyr (hárprýði o.t.) – kr. 300

Hansara:

Leiga føroysk klæði (vest og hosur) – kr. 2.000
Knappholsblómur – kr. 50

Til tykkum:

Brúðarringar – kr. 3.000
Brúðarbil – kr. 0 (lánt frá kenningi)
Knappholsblómur til brúðardreingir o.t. – kr. 100
Klæði og tilhoyr til brúðarbørn – kr. 600
Fotograf – kr. 15.000
Sangheftir – kr. 2.000
Prenting – kr. 1.000

Høli og hølisprýði:

Blómur til veitsluhølið – kr. 2.000
Blómur til vígsluna – kr. 500
Leiga/keyp av ljósútgerð – 3.000
Tónleikabólkur/DJ – kr. 14.000
Leiga/keyp av dúkum – kr. 1.200
Leiga høli / telt / campingvogni / annað – kr. 16.000
Borðkort og t.d. menu-kort – kr. 1.600
Fólk at seta upp/klárgera høli kr2.500
Leiga/keyp av borðbúnaði (tallerkar, bestikk, gløs osfr.) – kr. 3.000
Leiga av borð og stólum – kr. 1.000
Leiga/keyp av borðprýði (ljós, vasar, stakar o.t.) – kr. 2.000
Upprudding/vasking – kr. 2.500

Matur og drekka til veitsluna:

Brúðarkøka – kr. 2.000
Barrfólk – kr. 2.000
Drykkjuvørur – kr. 16.000
Snacks – kr. 2.000
Forrætt, døgurði og omaná – kr. 40.000
Náttmatur + kokk – kr. 5.000
Tænarar – kr. 20.000

Eftir brúdleypið:
Morgungávur – kr. 1.000
Myndabók – kr. 2.000

Útreiðslur tilsamans:
Kr. 170.140

Brúdleyp #2 – 60 fólk

Áðrenn brúdleypið
Innbjóðingarkort – kr. 500
“Save the date” kort – kr. 400

Hennara
Brúðarkjóli + tilhoyr – kr. 9.000
Brúðarbukett – kr. 2.000
Skræddari (t.d. tilrætting av kjóla) –
kr. 1.600

Hansara
Klædning ella føroysk klæði – kr. 8.100
Skógvar – kr. 800

Til tykkum
Brúðarringar – kr. 12.300
Brúðarbil – kr. 1.500
Gisting á brúðarnátt – kr. 600
Fotograf – kr. 3.500

Høli og hølisprýði
Tónleikabólkur/DJ – kr. 11.500
Leiga høli / telt / annað – kr. 17.000
Leiga/keyp av hølis-/borðprýði og ljós – kr. 500

Matur og drekka til veitsluna
Brúðarkøka – kr. 700
Barrfólk – kr. 1.000
Drykkjuvørur – kr. 15.300
Snacks – kr. 1.000
Forrætt, døgurði og omaná – kr. 17.580
Náttmatur – kr. 1.500

Útreiðslur tilsamans:
kr. 106.380

Trýst á lummaroknaran fyri at taka rokniarkið niður og seta tykkara egnu tøl inn

P.S. Sigið okkum endiliga frá, um okkurt manglar á listanum ella kundi verið betri/øðrvísi.
Vit ynskja eisini fegin at hoyra frá tykkum (trýst her), um tit hava havt gleði av hesum rokniarkinum.

Deil hesa grein