Polterabend

Í dag er vanligt, at áðrenn stóra dagin, so verður hildið polterabend fyri bæði brúður og brúðgóm. Hesin dagur er nakað bestu vinirnir standa fyri at leggja til rættis, og ikki er altíð lætt hjá teimum at finna uppá, hvat skal gerast.

hugskot til polterabend

Fleiri av okkara lesarum hava sett seg í samband við okkum á Brudleyp.fo og spurt, hví vit ikki høvdu ein veitara, sum æt ‘Polterabend’, tí tað var so ringt at finna tey ymisku, sum bjóðaðu seg fram til hetta. Tí hava vit nú gjørt hendan veitarabólkin, sum kann síggjast her: ‘Polterabend’.
Har hava vit roynt at samlað tey á marknaðinum, sum bjóða seg fram til at skipa fyri polterabend.
Her er alt frá skjóttgangandi bátum, vatnskutarum, ATV, paintball ella t.d. leiga ‘Frítíðarperluna’ í Leynum og njóta heita pottin og hyggja út á Leynasand. At keypa lekkran mat/sjokulátu frá Gómagott, eta ein lekkran burgara á Haps, ella eitt hugnaligt kvøld saman hjá heimablídni hjá Onnu og Óla.
Her finst tað mesta til øll sløg av polterabend.

Um tit eru til tað einkla og friðarliga, so er møguleiki fyri tí við t.d. einum friðarligum einkultum kvøldi við einum góðum filmi í Havnar Bio, fyri síðani at fáa sær ein buff á Angus aftaná. Eru tit til tað meiri villa og vilja hava ‘action’, so eru góðir møguleikar fyri tí, t.d. paintball, skjóttgangandi bát o.t., sum áður nevnt.

Skrátset teg her sum “Polterabend veitara” á Brudleyp.fo

Um tú hevur okkurt at bjóða fram til eitt polteraband, og tú ikki stendur á okkara heimasíðu sum veitari, so kontakta okkum endiliga og skriva teg upp her: https://www.brudleyp.fo/samband-veitari/
Tað er ókeypis at standa á siðuna sum veitari 🙂

Deil hesa grein