Perfekti brúðarkjólin – Harriet bloggar

Navn: Harriet Olafsdóttir av Gørðum

Brúdleypsdato: 06.07.2012

Annað: Harriet hevur bloggin byolafsdottir.com

At finna perfekta brúðarkjólan

Tann perfekti brúðarkjólin, eitt sum allar flestu brúðrar ganga sera høgt upp í. Um tað er kjólin, sum tær hava droymt um, síðan tær vóru heilt lítlar, hava sæð í einum mótablaði, funnið á pinterest ella okkurt heilt annað, so hevur kjólin sera nógv at siga.

Eg minnist tað sjálv, eg forelskaði meg í tí (helt eg) perfekta kjólanum beinanvegin, tá eg byrjaði at leita. Hann hevði massar av glimmur, stórt tyll skjúrt, stuttar ermar og langt sleip.

Eg prøvaði fleiri kjólar, bæði í Føroyum og var enntá niðri í Danmark og leitaði eftir tí perfekta brúðarkjólanum. Eg fór sjálvandi altíð fyrst eftir tí, sum líktist kjólanum, ið eg hevði goymt mær myndina av, og sum eg helt vera tann perfekti.

Eg helt, at tað fór sjálvandi at vera ordiliga lætt at finna ein kjóla, tí eg visti jú akkurát, hvussu hann skuldi síggja út. MEN tað, sum eg tíðanverri mátti ásanna, var, at møguliga var hetta lættari sagt enn gjørt. Hvørjaferð eg prøvaði kjólarnar, ið líktust júst tí, eg vildi hava, bleiv eg bara meira og meira ósikkur og ónøgd við meg sjálva, tí, synd at siga, so klæddi eg teir als ikki! Eg sá bæði styttri út, enn eg var, og so eisini minst 10 kg tjúkkari – tað er jú júst tað øvugta av tí, sum tú ynskir av einum brúðarkjóla.

So naiv sum eg var, helt eg sjálvandi at tað var bara, tí eg ikki hevði funnið TANN kjólan, also tann á myndini.

Eg fór tí til Eiðis til eitt, ið æt “Kjólar”, har tey høvdu eitt lítið showroom við kjólum og annars hjálptu tær at bílleggja júst tann kjólan, tú ynskti tær – sergjørdan úr Kina. Eg fór har við tí fyri eyga at bíleggja tann kjólan eg hevði mynd av.

Tíðanbetur høvdu tey góða vegleiðing og ein seljara, ið tordi at siga sína meining og spurdi, um eg var heilt vís í, at júst hasin kjólin var tann rætti til mín?! Hann bað meg líka prøva onkrar av teimun, ið tey høvdu í “showroom’inum” og prøva at leggja tann “perfekta kjólan” á hillina eina løtu.

Hetta eri eg SO glað fyri, at eg gjørdi, tí tann kjólin, eg bílegði tann dagin var als ikki tann sami, sum eg hevði sett mær fyri.

Kanska tað, sum tú vanligvís ikki hevði farið eftir, er júst tað, ið passar perfekt til tín!
Tað endaði við, at eg prøvaði ein veitslukjóla, sum tey høvdu hangandi inni í handlinum. Tann kjólin fekk meg at føla meg ordiliga sum eina prinsessu og mótadrotning alt í einum.
Við smávegis broytingum bleiv ordrin sendur inn uppá ein kjóla, ið hevði stórt tyll skjúrt, var stuttur, tvs. til øklarnar, hevði tíðskil einki sleip, og hann hevði ongar ermar.

Hesin kjólin var als ikki tann kjólin, eg hevði ímyndað mær og droymt um at blíva gift í, men vísti seg til at vera tann perfekti kjólin!

Eitt gott dømi um, hvussu “vit brúðrar” ofta hava ein tendens til at stara okkum blindar uppá nakað, sum vit bara mugu hava ella halda er perfekt, bara tí vit hava sæð onkran annan í tí ella mótabløðini fortelja okkum, at tað er tað rætta. Ístaðin fyri at leggja alt til síðis eina løtu og vera opin fyri at prøva okkurt annað. Tí hvør veit? Kanska tað, sum tú vanligvís ikki hevði fari eftir, er júst tað, ið passar perfekt til tín!

Góð ráð, ið kunnu hjálpa tær at finna júst rætta kjólan til tín:

– Byrja tíðliga við at leita eftir kjólanum.
Hóast tú hevur dreymakjólan í høvdinum, er tað ikki altíð líka lætt sum vænta. Tað kann til tíðir eisini verða neyðugt at seyma kjólan um, soleiðis, at hann passar perfekt til tín. Tað síðsta, tú hevur brúk fyri beint áðrenn brúdleypið, er at stressa um at finna tann rætta kjólan. Hóast tú møguliga ætlar at klænka teg, blíva eitt sindur brún ella, hvat tað annars skuldi verið, kanst tú altíð finna kjólan, tær dámar og síðan fáa hann gjørdan til áðrenn brúdleypið.

– Finn títt kropsskap og stíl, lurta eftir tær sjálvari, og hvat tú følir teg væl í.
Ikki læsa teg fastan eftir, hvat er moderna júst nú, tí tað er jú ikki sikkurt, at tann stílurin passar so væl til tín, ella at tú yvirhøvur dámar tað. Um tú ikki veitst sjálv, hvat tær klæðir, so er eitt gott hugskot at ráðføra teg við ein stylist ella lesa eitt sindur um kropsskap og seta teg inn í, hvør útskering o.s.fr. er hóskandi til títt skap.

– Ver opin fyri øðrum hugskotum.
Hóast tú hevur dreymakjólan í høvdinum, so er tað ikki heilt víst, at tað er tann perfekti, tá tú ert í honum. Ver opin fyri at prøva aðrar kjólar, tí hvør veit? Kanska tú finnur tann rætta kjólan, sum als ikki er tann, tú hevði í huganum av fyrstan tíð.

– Hugsa um árstíðina, stað og stíl.
Er tað eitt summar- ella vetrarbrúdleyp? Hvar blíva tit gift og ikki minst, hvar hugsa tit at taka myndir? Hvussu nógv skalt tú flyta teg, ganga og ikki minst dansa á brúdleypsdegnum? Hugsa um, at kjólin helst skal passa til dagin og ikki skal gerast tær ein byrða, áðrenn dagurin er komin í helvt, uttan so, at tú ert fyrireika uppá tað sjálvandi.

– Tak eina mynd av tær sjálvari í kjólinum, tær dámar væl, so hevur tú myndirnar at hyggja aftur á, tá tú ert komin heim.

Kelda: http://www.bridemagazine.co.uk

Góða eydnu og minst til: Ikki stressa, tann perfekti kjólin til tín er har, hóast tað møguliga ikki er tann, tú upprunaliga hugsaði.

Deil hesa grein