#NæstanKlár

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Hedensted við sjeikinum Claus og soninum Ádam. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part, 8.part & 9.part her.

Hey tit 😀

Ja, nú nærkast. Góðir 2 mðr til vit vera hjún. Hvar fór tíðin? Tá Claus fór á knæ og vit plánløgdu dato var tað uml 14 mðr eftir og góð tíð til alt. Men brádliga rakar tað ein “shiiiiit, eg skal giftast!” Herfyri gekk tað upp fyri mær “Áh guð! Eg skal giftast” Og ja, eg veit at tað ljóðar tápuligt, men brádliga var tað so tætt uppá og so veruligt. “Havi eg nú klára alt?” Tíbetur hevur brúdleyp.fo ein góðan lista sum tú kanst finna her og eftir at hava tjekka og strika út kom ein lætti í meg. Jú okey, vit eru væl við reint fíggjarliga, og alt tað praktiska er eisini komið uppá pláss. Men hvussu við heilsuni? Bæði innan og uttan? Uttan á náði eg nokk ikki at tapa meg hasi 7 kg uppá 2 mðr, so eg má bara finna styrkjuna innan, og góðtaka at eg veri eitt sindur tjúkk á myndunum. Tíbetur veit eg, at vit hava roynd myndafólk til brúðleypi. So um ikki annað, skuldu tey gjarna kunna fingið meg til at verið pena hóast alt #KrossaFingrar

Tíbetur hevur brúdleyp.fo ein góðan lista sum tú kanst finna her og eftir at hava tjekka og strika út kom ein lætti í meg.

Les víðari niðanfyri lýsingina

Og hvat so við heilsuni innan? Eri eg mentalt klár at blíva gift?Skal eg veruliga liva við hesum manninum, ið er ein stórri mammurumpa, enn nakar annar ið eg kenni? Um ikki, so er tað nú eg skal bakka út. Vit hava ikki betalt fyri tað stóra enn, og fara vit ikki totalt konkurs um so er.
Men nei, her skal einki avlýsast. Miskilji meg ikki -tankarnir eru har, men bert tí at eg kanska, og bara kanska! Angri at vit ikki tóku ein fullan pakka “med det hele” og  bara skulu møta upp á degnum páklødd og smílandi. Men so høvdu vit ikki fingið dagin akkurát soleiðis sum vit vilja hava hann.
 Men nei, fyri alt í verðini vildi eg ikki skift hann út við nakað ella nakran. Eg havi mín iva til tíðir -men hava øll pør ikki tað tá man hevur liva samna í 2+ ár og uppdraga eitt barn saman? Kanska kemur ivin mest tá eg royni at siga við sonin, at nú er ikki meira søtar sakir, og so ganga 5 min har eg ikki hyggji, og so eru teir báðir í skuffuni og velja sær okkurt lekkurt. #IkkiErTaðNemt

Eg merki væl at nervar og tankar koma og stormast í høvdinum og kroppinum á mær, helst nú vit nærkast, og havi eg eisini fingið at vita at hetta er heilt vanligt. Eg verið nokk eitt nervavrag á degnum. Og havi eg eisini bestemma meg, at eg nokk skal hava mín fyrsta Akvavit snaps nakrantíð, tá. (B ara rólig, eg taki hann áðrenn kjólin er komin á) Men samstundis eru ikki orð fyri hvussu nógv eg gleði meg. Gleðin er so merkt av, bæði at fáa tað yvrstaði, men eisini at enduliga eftir so langa plánlegging og sjabarí aftur og framm, at vit skulu hátíðar halda henda dagin saman við okkara nærmastu. Og hátíðarhalda at vit siga ja til hvønn annan í  gaman og alvará, og herfra skulu byrja einn nýggjan kapitul sum maður og konan saman. Og vónandi um alt gongur sum tað skal, inntil vit anda út. Annars má tað vera til annar av okkum ikki tímur at hyggja uppá annan partin meira.
Jep, vit gleða okkum til dagin um góðar 2 mðr. #Næstanklár

Image
Gleðin er so merkt av, bæði at fáa tað yvrstaði, men eisini at enduliga eftir so langa plánlegging og sjabarí aftur og framm, at vit skulu hátíðar halda henda dagin saman við okkara nærmastu. Og hátíðarhalda at vit siga ja til hvønn annan í  gaman og alvará, og herfra skulu byrja einn nýggjan kapitul sum maður og konan saman
Image
 

Deil hesa grein