Minniligur túrur á Teen Street

Nøvn: Pauline & Sveinur Nielsen

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Pauline Petursdóttir Nielsen er 23 ár, upprunaliga er hon av Kambsdali og er í løtuni í sjúkrafarloyvi frá Fróðskaparsetri Føroya, har hon lesur námsfrøði á 1 ári. Sveinur Eyðálvsson Nielsen er 28 ár, upprunaliga er hann úr Rituvík og starvast hann sum stuðul undir Almannaverkinum. Saman eiga tey sonin Kára Sveinsson Nielsen, ímeðan ein didda er ávegis og eru tey øll búsitandi í Lamba.

Dato fyri vígsluna: 27 desembur 2014

Gestir til veitsluna: 80 fólk

Stað fyri vígsluna: Rituvíkar kirkja

Veitslan bleiv hildin: Dugni á Kamsdali

Myndafólk: Andri Gerðisá

Skrivað: Emma Petersen

Pauline greiðir frá:

Eftir at hava verið par í 2 ár, samdust vit um, at vit innan stutta tíð skuldu gifta okkum. Eg gekk spent og bíðaði til Sveinur fór á knæ og gjørdi hann tað 6 mánaðar eftir. Vit vóru bæði farin á Teen Street ungdómsleguna í Týsklandi, sum er ein lega fyri trúgvandi ung um alt Evropa. Vit sótu til borðs, tá Sveinur brádliga byrjaði at siga ymiskt romantisk við meg og kom so yvir til mín og legði seg á knæ og eg helt eg at hann roksaði. Tað var ikki fyrrenn eg sá ringin, at eg tók hann í álvara og fyrsta svarið hjá mær var “oh my God, meinar tú tað!? Eg helt at tú tvætlaði!”.
Sveinur hevði gingið leingi við ringinum í lummanum, har hann slapp at liggja, til Sveinur fann tí røttu løtuna at fríggja til mín. Ringurin var settur á fingurin hjá mær, mestsum áðrenn Sveinur hevði spurt og hevði hann ei heldur fingið nakað svar, men har var tó eingin ivi í, hvat svar hann fór at fáa, og var tað sjálvandi eitt JA! Á leguni er ikki loyvi at mussast o.a., so sjálvt um nógv fólk vóru tilstaðar, legði eingin merki til, hvat gekk fyri seg og fekk Sveinur allíkavæl ein fittan og loyniligan muss frá mær.
Stutt eftir, at vit vóru komin heim av leguni, funnu vit útav, at eg var við barn. Ímeðan Sveinur so fittur hevur fríggjað til mín, goymdi ein fittur beiggi seg í búkinum og eru vit sera glað fyri, at vit høvdu hesar báðar hendingar at gleðast um 🙂




Eg vildi hava, at sminkan og háruppsetanin skuldu síggja so natúrligt og ómakaleyst út sum møguligt og eydnaðist hetta sera væl

Okkara dagur, byrjaði við, at eg fór til systur mína, Ragnhild Kjærbo, sum gjørdi mær hárið og legði mítt make-up. Eg valdi, at systur mín skuldi gera meg klára, tí hon kennir meg best, og har føldi eg, at eg var í tryggum hondum. Eg vildi hava, at sminkan og háruppsetanin skuldu síggja so natúrligt og ómakaleyst út sum møguligt og eydnaðist hetta sera væl. Eg hevði keypt mær 2 bíligar kjólar á netinum og gjørdi eg hetta, tí at tað ikki er nakað úrval av barnakonubrúðarkjólum í Føroyum. Eftir at hava spekulera um, hvønn kjóla eg skuldi velja, valdi eg mær so annan og fekk hann seymaðan til mín. Hesin kjólin hevði langar ermar, høgan háls og var fullur í blondum. Eg ivaðist onga løtu í, at eg vildi hava, at brúðarkjólin skuldi fáa gestsins eyga at leggja dent á búkin, nú eg var við barn, og fekk eg hann eisini seymaðan til tað. Eg hevði ongan hug at goyma hann undir einum prinsessu-skjúrti. Sveinur var í føroyskum klæðum, sum fyri okkum er ein sjálvfylgja, har hvíti vesturin og hosurnar vórðu leigaðar, men restina átti hann sjálvur. Eg hevði ásett mær fyri, at blómurnar í brúðarblómutyssinum og eisini í Sveinursa tyssi skuldu vera laksafarvaðar, sjálvt um tað var ringt at finna, tí tað var vetur. Vit bíløgdu blómutyssini frá Várperlu, har vit fingu viðmælt at brúka nelliker og er tað mín yndisblóma í dag.

Vit vóru so sera glað fyri allan dagin sum hann var, frá morgni til myrkurs.

Komin í kjólan og klár at fara, gekk leiðin so í Rituvíkar kirkju, har vígslan skuldi verða og var hetta ein sera góð og minnisrík løta fyri okkum øll. Sólin skein beint inn í kirkjuna ímeðan vit vórðu vígd og var tað frostur úti og var veðrið tískil av allarfagrasta vetrarveðrið. Eftir vígsluna valdu vit at dugnaligi myndamaðurin Andri Gerðisá, skuldi taka myndir av okkum, og slapp familjan eisini uppá onkra mynd, inni í kirkjuni. Eisini fingu vit myndir tiknar í Lamba og á sandinum í Gøtu.
Vit høvdu veitsluna á Dugna, ið heldur til á Kambsdali. Borðhald var við 3 rættum frá Sjókafeini og vóru nógvar ymiskar talur hildnar, sum vit enn í dag eru glað fyri. Borðhaldið var fyri 80 innbodnum gestum og vardi ikki so leingi, men valdu vit eftir tað, at hava kakuborð, har øll vóru vælkomin at fáa sær ein drekkamunn, saman við góðum kakum afturvið, harímillum brúðarkøkan, sum kom frá Jórunn Skorheim “køkur”. Tá alt var av á áleið midnátt, gekk leiðin hjá okkum inn í eini hús á Kambsdali, sum vit tá leigaðu, har vit høvdu okkara fyrstu nátt sum hjún. Vit vóru so sera glað fyri allan dagin sum hann var, frá morgni til myrkurs.
Brúðarferðin hjá okkum byrjaði við einari nátt á Hotel Hilton í Kastrup og síðani gekk leiðin víðari til Tenerife, har vit orduliga slappaðu av og hugnaðu okkum einsamøll í eina góða viku.

Deil hesa grein