#MessuVitjan

Stutt um Lailu Mikkelsen

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus. Hon er júst flutt til Hedensted við makanum Claus og soninum Ádam, har tey hava keypt hús.

Laila starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part og 7.part her.

Hey Tit.

Fyri 2 vikum síðani flýggjaði eg fra mínum nýggja óruddiliga heimi og flýggjaði inn í brúðarverðina. Brúðarmessan hevur nemliga verið Danmark runt og høvdu teirra síðstu messu í Vejle tað vikuskiftið. So tað var upplagt at koma vekk eina løtu.
Eg og komandi maðurin lótu allir 1000 kassarnir standa eftir, og fingu vit okkum ein pausu fra máling, kassum og “hvar skal hetta standa” og ístaðin valdu vit at hyggja eftir “skullu vit hava hetta ella hatta til brúðleypi?”

Les víðari niðanfyri lýsingina
Nakrir menn vóru eisini, men teir stóðu sum oftast í einum hjørni ella aftanfyri kvinnuna og hildu í nøkrum posum.

Nokk av fólki var komið til messuna og sjálvandi skuldi vit parkera kilometrar frá fyri at fáa eitt parkeringspláss, og omaná var tað nakrar minus gradir. #IkkiKul Nåh nokk av brokk! Vit tvassaðu spent yvir og vónaðu at vit fóru at fáa nokk av íblástri til brúðleypi, og nokk allarmest vónaði eg at síggja slør og helst skógvar.
Frammkomin standa vit í kø í ca 15 min og innkomin gekk mann í reinari kø, so nógv vóru komin til messuna. #Festligt Anyways, hugurin var góður og var atmosferan eisini jalig og hugnalig. Sigast skal at tað vóru mest kvinnur. Nakrir menn vóru eisini, men teir stóðu sum oftast í einum hjørni ella aftanfyri kvinnuna og hildu í nøkrum posum. #Stakkalin Mín var sjálvandi mega ON og mega við uppá, at vera millum 500 kvinnur ið blabba, fýra og trýsta fyri at koma frammat at hyggja eftir kjólum o.ø. #SarkasmaKannFyrikoma

Les víðari niðanfyri lýsingina
Image
Eg má viðganga at eg var eitt sindur skuffa. Alt ið var til messuna vóru ting ið vit longu hava stýr á, og tískil var hendan messan ikki so nógv akkurát til okkara tørv.

Alt í alt vóru tað á leið 90 útstillarir og var alt fra køkuprøvum, borð uppsetan, kjólum, ringum og hár&makeup. Tó ikki tað ið eg kom eftir. #Øv Hvørki skógvar ella slør var at síggja.Og um tað var, so sá eg tað ikki av reinum trongsli. So eg má leita víðari.
Eg má viðganga at eg var eitt sindur skuffa. Alt ið var til messuna vóru ting ið vit longu hava stýr á, og tískil var hendan messan ikki so nógv akkurát til okkara tørv. Men høvdu vit ikki verið komin so langt við okkara brúðarfyrireiking, so hevði hetta nokk verið ein idellur túrur fyri okkum. Men um ikki annað so fingu vit tómt høvdi fyri papkassum og høvdu fokus á okkurt annað enn flyting. Eisini fekk sjeikurin eisini nakrar køkuprøvar so har var gott lag. Eg sá nakrar kúlir ið kunnu etast ið man brúkar til at pynta kakuna við, OG sum tey eisini vístu hvussu man kundi brúka til borðpynt. Tað er well!
Hóast hendan, fyri meg, eitt sindur spiltan túr, tók eg nokk av myndum ið tit vónandi kunnu gera brúk av.

Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Image Image Image Image Image Image Image

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Angelina Jonhardsdóttir Poulsen & Bergur Gudmundsen
  • Josefina Prestá & Agnar Frederiksen
  • Kirsten Marie Ocampo & Heini Bergsson
  • Súsanna Ingvardsdóttir Petersen & Jóhan Djurholm

Deil hesa grein