Eitt vetrarbúdleyp

Skrivað: Emma Petersen

Elsbet Ellingsgaard Magnussen lesur stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya, ímeðan Andrias Magnussen starvast sum lærari á Skúlatrøð í Klaksvík.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Longu tíðliga, tá ið vit komu saman vóru vit samd um at endamálið var at giftast.

At giftast var nakað, sum vit avgjørdu í felag. Longu tíðliga, tá ið vit komu saman vóru vit samd um at endamálið var at giftast. Tá ið vit so avgjørdu at giftast, so vóru vit samd um tað. Tað var ikki annar parturin sum spurdi hin, men vit tosaðu um tað og tóku avgerðina í felag. Tá vit tóku ring uppá, so legði Andrias tó seg á knæ fyri at spyrja, um Elsbet var vís í, at hon vildi giftast við honum.

Vit valdu at hava brúdleypið 29. desember 2012, har vit vórðu vígd av Hanusi í Gørðum í Fríðrikskirkjuni á Toftum.
Veitslan var so fyri 180 gestum, sum vórðu innbodnir á Hotel Norð á Viðareiði og dagin eftir høvdu vit brúðarhús úti á Nesi (í barnaheiminum hjá Andriasi). Vit vildu fegin bjóða familju og vinum at hátíðarhalda dagin saman við okkum, og tí hildu vit, at hetta var tann besti mátin.

Við øllum kostaði brúdleypið uml. 120.000 krónur

Les víðari niðanfyri lýsingina
Tá sá eg, at tað var upp í 47 metrar um sekundið av vindi á Viðareiðisvegnum. Tað vóru ikki tey bestu tíðindini at fáa, men einki kundi gerast við tað og tíbetur broyttist veðrið púra til um kvøldið.

Elsbet: Dagurin byrjaði við at eg fór til Evoke í Klaksvík at gera meg klára. Tað var sera hugnaligt, tí ein av mínum bestu vinkonum var eisini har og gjørdi seg klára. Hon kom við morgunmati og syrgdi annars fyri at halda stýr á nervunum so tað var fantastiskt. Meðan eg sat í stólinum í Evoke hugdi eg inn á Landsverk fyri at vita, hvussu veðrið var. Tá sá eg, at tað var upp í 47 metrar um sekundið av vindi á Viðareiðisvegnum. Tað vóru ikki tey bestu tíðindini at fáa, men einki kundi gerast við tað og tíbetur broyttist veðrið púra til um kvøldið.
Vígslan var í Fríðrikskirkjuni kl. 13.00, og sum vanligt, so var brúðurin ov sein.
Vígslan gekk væl, og hon var sera hugnalig. Andrias hevði biðið The Gadders syngja til vígsluna. Hetta var eitt yvirraskilsi til Elsbet. Tey sungu so sera vakurt. Hanus á Gørðum var prestur, og hann helt eina sera vakra brúðartalu.
Síðani varð farið at taka myndir. Veðrið var ikki av tí besta so tær flestu myndirnar vórðu tiknar í kirkjuni, men nakrar vóru tiknar úti og tær vóru so deiliga rokaligar í øllum vindinum.


Veitslan var á Hotel Norð, og hon byrjaði kl. 18.00. Veitslan varð sera traditionel. Fyrst var borðhald har Ásbjørn Berthelsen var borðstjóri, og hann leiddi okkum sera væl ígjøgnum veitsluna. Hann dugdi sera væl at skipað borðhaldið. Hann undirhelt og helt skil á talum og sangi, tó uttan at taka yvir. Hann loysti uppgávuna til UG. Vit høvdu valt litirnar hvítt, grátt og gult sum sást aftur í borðpynti, sangheftum o.a.
Áftaná at sjálvt borðhaldið var liðugt høvdu vit tað obligatoriska kakuborðið. Vit valdu at hava cafá stemning við livandi tónleiki frá ymsum vinfólkum afturvið kakuborðinum. Hetta var ein sera góð og hugnalig løta.

Bæði brúðarkjólin hjá mær og klædningurin hjá Andrias vórðu keypt í Casa Lezar beint við Nørreport St. í Keypmannahavn. Har var sera góð kundatænasta og tey vóru fyrikomandi og gjørdu alt fyri at fáa okkum at føla okkum væl. Eg visti beinavegin tá eg fór í kjólan, at hetta var mín kjóli, men eg helt allíkavæl, at eg skuldi prøva onkran annan eisini. Eg prøvaði tveir aðrar kjólar eisini, men so tímdi eg ikki meir, tí eg hevði longu funnið tann rætta. Kjólin hevði ongar stroppar ella ermar og tað vildi eg gjarna hava so eg fekk eina seymistovu á Frederiksberg at seta breiðar blondustroppar uppá. Eg var sera væl nøgd við úrslitið. Av tí at brúdleypið var á hávetri, so valdi eg at binda mær eitt heitt bolero at hava útyvir.
Skógvarnar fann eg á eini summarútsølu á einum torgi onkustaðni í Keypmannahavn fyri 200 kr.

Tað besta við degnum var heilt víst tað at verða gift og byrja lívið sum hjún. Annars var dagurin frá byrjan til enda ómetaliga góður og væleydnaður. Elsbet: Eitt av hæddarpunktunum fyri meg var nokk tá Andrias sang vakra sangin hjá Stevie Wonder “You and I” fyri mær til borðhaldið. Eisini er tað óiva ein gentudreymur sum gongur út, hetta at verða brúður við øllum sum har til hoyrir.

Hugsa um hvat tit sjálvi ynskja og vel tað brúdleypið, sum passar tykkum best. Ikki hugsa ov nógv um, hvat hini hugsa ella hvat “man” eigur at gera. Ver sum mest møguligt í góðari tíð við fyrireikingunum, tí so er minni stress beint frammanundan.

Í høvuðsheitum er tað ikki nakað sum vit kundu hugsa okkum at broytt. Elsbet: Tó broytist stílur o.a. nógv uppá 5 ár, so sjálvt um eg var sera væl nøgd við alt tá, so er tað møguligt at blómur, pynt og annað høvdu sæð eitt sindur ørðvísi út um vit nú skuldu giftast ídag,

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Súsanna Ottosen & Magnus R. í Króki
  • Lovisa Østerø & Robert Sivertsen
  • Vivian Vatnsdal Skorá & Josva Meitilberg
  • Monika Zachariasen & Eyðun Egilstrøð

Deil hesa grein