At skriva ein ynskilista til stóra dagin

Tíðin er komin at senda innbjóðingarnar út til allar gestirnar, hølið er bílagt, dato ásett, og nú er bert eftir at gera ynskilistan.

Tann størsta gávan frá gestunum í veitsluni er sjálvandi hjáveran, men skal ein vera heilt erligur, er tað sjálvandi eisini stuttligt at fáa eina innpakkaða brúðargávu.

Fyrr í tíðini blivu gávur givnar útfrá, hvat brúðarparið hevði tørv á fyri at skapa sítt egna heim. Tey høvdu sum oftast búð heima fram til brúdleypið og áttu ofta ikki nakað stórvegis av møblum, brúkstingum osfr. Stell og køksamboð vóru tí ofta heilt vanligar gávur til brúðarparið. Í dag hava nógv av brúðarpørunum tó búð saman í eina tíð frammanundan brúdleypið og eiga tí longu tey mest neyðugu tingini í einum heimi. Gávurnar til eitt brúdleyp í dag eru tí ofta meira “nice to have” enn “need to have”.
Í dag er tí heldur ikki óvanligt, at brúðarpør ynskja sær peningagávur ella gávukort t.d. sum ískoyti til eitt hvørt tey samla til.

Men tað kann vera torført at skriva ein ynskilista til stóra dagin. Hvat skal ein ynskja sær? Í hvørjum prísbólki skulu gávurnar á ynskilistanum vera? Og hvussu syrgir ein fyri, at ein ikki fær fýra eins vasar í brúðargávu?

Her fáa tit nøkur góð ráð til, hvussu tit kunnu gera tað lættari fyri tykkum sjálvi at gera ein góðan ynskilista, og fyri gestirnar at finna ta fullkomnu brúðargávuna til tykkum.

Tann størsta gávan frá gestunum í veitsluni er sjálvandi hjáveran.

Prei til ynskilistan til brúdleypið

Fyri at sleppa undan at fáa ting, sum ein í roynd og veru ikki hevur tørv á ella fleiri eintøk av sama luti, kann tað vera skilagott at gera ein ynskilisti til brúdleypið. Hetta kann gerast sera einfalt og ómakaleyst á internetinum, á ymiskum app’um ella beinleiðis í ymisku handlunum. Tá hava tit møguleika til at deila ynskilistan við familju, vinir og kenningar, sum eru á gestalistanum til tykkara brúdleyp, og gestirnir kunnu tá merkja av ella umbiðja gávur, soleiðis at tað ikki eru fleiri, sum keypu tað somu gávuna. Alt hetta kann gerast, uttan at tit síggja, hvørjar av gávunum verða keyptar, ella hvør hevur keypt tær.

Prei til tá tit gera ynskilistan til brúdleypið:

1. Byrjið í góðari tíð, skrivið góð hugskot niður á leiðini

2. Spyrjið tykkum sjálvi nakrar einfaldar spurningar:
– Hvat hava vit tørv á?
– Hvat ynskja vit?
– Hvat kunnu vit loyva okkum at ynskja okkum?

3. Gerið ein ynskilista, sum inniheldur gávur í ymiskum prísum, soleiðis at øll hava møguleika at vera við – tó uttan at bókstaviliga deila tað upp í prísbólkar

4. Gerið ein ynskilista á netinum/við app’um/í handlum

5. Síggj til at ynskilistin er dagførdur við nýggjum ynskjum, og at hann ikki gerst tómur

6. Deil listan út – t.d. ígjøgnum Facebook, teldupost, telefon, app’um ella viðheft hann á brúðar-kalendaranum her á brudleyp.fo

Fyrr var meira vanligt, at ein møguligur ynskilisti bleiv deildur út av onkrum av nærmastu familju (t.d. mamman/vermamman), men nú á døgum er tað blivið meira vanligt at kunna um ynskilistan ígjøgnum teldupost, telefon ella ígjøgnum Facebook, t.d. við at stovna ein bólk ella tiltak í samband við brúdleypið.

Ger ein ynskilista í handlinum

Tað kann vera ein góð og praktisk loysn at gera ein ynskilista í einum handli.
Vit hava í hesum sambandi tosað við Súsannu á Dul, stjóra í Mariu Poulsen Búnýti, sum fortelur okkum, at komandi brúðarpør eru hjartaliga vælkomin inn í Mariu Poulsen Búnýti at gera ein ynskilista til teirra stóra dag. Tá er tað sera lætt hjá brúðargestunum at koma inn í handilin og finna júst tykkara ynskilista við teimum tingunum, tit hava valt. Soleiðis sleppa tit undan at fáa fýra av teimum somu vasunum.

“Komandi brúðarpør eru hjartaliga vælkomin inn í Mariu Poulsen Búnýti at gera ein ynskilista.”Súsanna á Dul, stjóri í Mariu Poulsen Búnýti

Viðheft ynskilista á Brúðarkalendaran

Ein annar møguleiki er, at tit viðhefta tykkara ynskilista á brudleyp.fo, tá ið tit skriva tykkum upp á brúðarkalendaran á síðuni. Tá kunnu tit kunna tykkara gestir um møguleikan at hyggja á brúðarkalendaran á brudleyp.fo, har tit standa, og har viðhongur tykkara ynskilisti. Um so er, at tit skulu hava gestir, sum eru uttanlands, hava tey tá kortini møguleika at síggja tykkara ynskilista og sostatt keypa tykkum eina brúðargávu, sum tit ynskja tykkum og hava hana við til brúdleypið. Um tit eru bangin fyri at fleiri tá keypa somu gávu, kunnu tit í hesum føri velja at áseta ein ábyrgdarpersón, sum tit viðmerkja á ynskilistanum. Tá skulu gestirnir seta seg í samband við ábyrgdarpersónin, tá tey hava avgjørt at keypa eina ávísa gávu á listanum, soleiðis at júst tann gávan kann strikast av listanum og latast inn aftur til brudleyp.fo, so listin allatíð er dagførdur.

Upplating av gávunum

Tað er eitt gott hugskot at hava ein persón, sum hevur ábyrgdina av øllum brúðargávunum. Umframt at hava skil á, at listin er dagførdur (um tit ikki ynskja ella hava tíð at gera tað sjálvi), kann viðkomandi eisini hava ábyrgd av upplating av gávununum á sjálvum brúðardegnum. Fyri at fáa tað at ganga eitt sindur skjótt, kann ábyrgdarpersónurin taka sær av øllum gávunum, t.v.s. taka ímóti teimum, letur tær upp, skriva niður, hvat var frá hvørjum o.s.fr. Ella tit velja, at ábyrgdarpersónurin syrgir fyri at gávurnar eru eitt sindur upplatnar, tá tit sum brúðarpar fáa tær í hendurnar, og ábyrgdarpersónurin eisini lesur upp, hvørjum gávurnar eru frá. Tá brúðarparið hevur opnað gávuna, kann ein annar ábyrgdarpersónur skriva niður, hvat gávan var, og hvørjum hon var frá. Upplating av gávum kann taka langa tíð, og tað er týdningarmikið, at tað gongur rýmiliga skjótt fyri seg, og at tit arbeiða saman, soleiðis, at hetta eisini verður ein hugnaligur partur av veitsluni.
Sum gestur er tað altíð stuttligt at síggja, tá brúðarparið letur gávurnar upp. Men um tit meta, at tað hóskar seg betri at goyma tað til dagin eftir, er tað eisini ein møguleiki, t.d. um tit ætla at bjóða inn til brúðarhús. Júst hetta plagar at vera ógvuliga væleydnað, tí tá er ofta eitt sindur meira avslappað og betri tíð til at lata allar gávurnar upp og práta um tær.

Tað er tankin, sum telur

Óansæð, hvussu tit velja at gera ein ynskilista, hvat tit skriva á hann, og nær/hvussu tit velja at lata gávurnar upp, minnist so til at njóta hvørt sekund av tykkara stóra degi, verið takksom og virðismetið allar gávurnar líka høgt – smáar sum stórar, bæði so og so.

Sum so ofta verður sagt: “Tað er tankin, sum telur”. Verið takksom, at gestirnir vildu taka sær tíð til at njóta dagin saman við tykkum. Tað er størsta gávan sum er.