Kötlum

Skalt tú giftast, og veits tú ikki, hvar tú skalt gera brúðarhár og brúðarmakeup so bjóðar Kötlum seg fram til hetta.
Kötlum er ein grøn salong, har dentur verður lagdur á støðuga menning innan hármóta, viðgerðir og annað. Allar viðgerðir og vørur eru 100% grønar. Hjá Kötlum kemur umhvørvið og vælvera í fremstu røð.
Kötlum leggur stóran dent á støðuga menning. Tí ganga fríðkurnar javnan á skeið og messum og fylgja væl við, hvat rørir seg í útheiminum.
Kötlum hárfríðkan er góðkend grøn salong, eitt konsept sum hárfríðkannarstovan áhaldandi verður ment eftir. Tað inniber, at hárfríðkannarstovan tekur serlig atlit til umhvørvi og heilsu. Á hárfríðkannarstovuni verða vistfrøðiligar vørur nýttar í so stóran mun, tað er gjørligt, eins og tær skilja alt burturkast. Fríðkurnar leggja dent á, at vørur og produkt, sum nýtt verða, ikki elva til ovurviðkvæmi ella krabbamein og ikki órógva hormonjavnvágina í kroppinum

Brúður greiðir frá hennara uppliving

Vit hava tosað við Leslie Parker Johannessen, sum í august fekk gjørt sítt brúðarhár hjá Kötlum. Vit hava spurt hana, hvussu hon var nøgd við sítt brúðarhár,og hvussu henni dámdi salongina.
Leslie: ”Eg eri sera nøgd og glað fyri hárið. Var sera glað fyri, at tað sat gjøgnum allan dagin og alt kvøldið. Hárið var líka vakurt kl. 24 á kvøldi, sum kl.08 um morgunin, tá tað var gjørt.”
“Eg vil heilt sikkurt viðmæla øllum, at gera sítt brúðarhár hjá Kötlum. Tey eru sera vinarlig, fitt og fyrimyndalig, og eg var sera glað fyri úrslitið”.

Kötlum bjóðar seg eisini fram at leggja brúðarmakeup.

Deil hesa grein