#Innbjóðingar

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Hedensted við sjeikinum Claus og soninum Ádam. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part, 8.part, 9.part & 10 part her.

Hey tit!
Sum lovað fáa tit eitt innlit í okkara innbjóðingar. Nú hava øll fingið innbjóðing og øll hava svara. Tí kann eg nú vísa tykkum okkara kreativitet. #DønDønDøøøøn
Søgan aftanfyri okkara innbjóðing er, sum við so nógvum øðrum, at vit ikki vilja hava tað sama sum øll onnur. Ikki fyri at fornerma nakran, men eg var eitt sindur troytt av, at tá ið eg googlaði ella sá myndir frá øðrum, so var tað næstan altíð tað sama. Eitt saman klappað pappír við blondum og eitt hør band sum heldur øllum saman – super flott, men bara slett ikke eg/vit. Tí vildi eg heldur hava okkurt sum var nakað ið man vanliga ikki sær.
Tí leitaði eg eisini leingi eftir onkrum ið var eitt sindur ørvísið, og til síðst fann eg eina mynd á Pinterest, ið gav íblástur. Síðani var leita leingi eftir hesum vælsignaðu eskjunum. Takk og lov fyri Ebay! Uml. 40 eskjur fyri 300 Dkk. Ja eg veit! 40 eskjur er í so nógv, men akkurát tá hugsaði eg; “umleið 40-50 fólk, so mugu vit hava 40 eksjir” – gevur onga meining #BimmeLim

Les víðari niðanfyri lýsingina

Og so at finna skrifttypu og at seta upp á telduni til eina skabelón. #AhDearLord tíbetur er vinmaður mín, tann sami sum segði at eg skuldi á Tinder, eisini tann ið dugir dest við akkurát sovorið. Eg fekk lokkað hann við lekkrum thaimati og góðum víni, og 1-2-3, so var hann klárur og hevði alt klárt upp á onga tíð. #VerðsinsBestiVinmaður!


Eftir var bara at keypa tilhoyr sum pappír, lím osv. Heldigvís er ein handil í Århus ið seldi alt á einum stað. Og eg fekk alt fyri umleið 350 dkk. #IkkeSåGalt
Easy peasy hugsa tit sikkurt, ha? Men so kom útklipping og samanseting. Fúli Múli eg eri glað fyri, at eg bara skal giftast einaferð!

Viðvíkjandi plánlegging og klárgering av brúdleypinum hevur hetta við innbjóðingunum hevur verið tað mest tíðarkrevjandi ið vit hava møtt á vegnum inntil víðari. #NeverEverAgain! Ooog vit eru faktisk liðug við planleggingina. #Puhaa.

Sjálvandi akkurát tá ið vit høvdu printa alt, og eg hevði klipt út í dagar (!) finna vit útav at vit mangla eina innbjóðing! Åh den panikkur ið tá kom, tí sjálvandi høvdu vit heldur ikki meir av  tilfari eftir! Also útyvir eskjirnar, og sjálvandi eru vit flutt til Hedensted, so tað var ikki bara bara at keypa hatta speciella pappíri. Heldigvís funnu vit eina góða loysn, og hava fingið so nógvar positivar útmeldingar um innbjóðingina, hóast at tær komu nokkso seint út.

Vit yvirlivdu, ella rættari sagt: Claus yvirlivdi míni tantrum! Nøkur speisk orð vóru søgd, og eisini nøkur tár um at eg skuldi sita lang út á náttina fyri síðani at finna útav at man hevur klipt skeivt, líma skeivt  ella sett skeivt saman. Men heldigvís yvirstaði og avleverða. Og ja! Eg eri Stolt av at siga, at EG havi sitið og gjørt okkut kreativt, sum ikki øll onnur hava #HighFiveTilMín

Deil hesa grein