Heinta íblástur á Pinterest til brúdleypið

Skrivað: Emma Petersen

Pinterest. Mestsum øll verðin kennir til hesa appina, sum er so fantastisk, tá tað kemur til at fáa íblástur – og man kann leita eftir øllum! Alt frá einum DIY spælikøki til børnini, til eitt “man-room” og sanniliga eisini ymiskt til eitt brúdleyp! 

Tað sum er so smart við Pinterest er, at tú kanst goyma øll tey hugskotini, ið tú finnur, fyri síðani at hyggja aftur á tað seinni. Her eru nógvir hentleikar at heinta, men tú mást eisini duga at brúka teir og í hesum blogginum havi eg gjørt eina lítla vegleiðing til, hvussu tú gert. 

Um tú hevur facebook, so er lættast bara at logga á við tí brúkaranum. 

Les víðari niðanfyri lýsingina
  1. Tað allarfyrsta, sum tú skalt gera, tá tú skalt finna íblástur á Pinterest, tað er at leggja høvdið á blot. Hugsað um, hvørjar litir tú vilt hava, hvønn stíl, hvørjari árstíð brúdleypið verður í, hvat tit ætla at hava til brúdleypið og tað viktigasta, um tit eru samd í øllum tí hehe. Tað nyttar tíverri ikki bara at leita eftir #wedding, tí tað koma milliónir av myndum og sjálvandi í øllum litum og stílum. MEN, um tú skrivar wedding í leititeiginum, so koma ymisk víðari leitiuppskot fram, har tú kanst trýsta á, td. #planning, #colors, #DIY o.a.
Les víðari niðanfyri lýsingina

2. Tað næsta (!sum er sera umráðandi!) er, at gera sær eina talvu, á Pinterest eitur tað “board”. Her kanst tú goyma alt, sum tú heldur hevur fangað eyga og gjarna vilt hyggja aftur á. Um tú ikki goymir myndirnar beinaveg, so er kjansurin fyri, at tú finnur tær aftur 0 – trúgv mær! 

Við at goyma hesar myndirnar, førir tú músina yvir á myndina og trýstur á “save”, síðani kemur eitt upp, sum eitur “create board” og so velur tú sjálv/sjálvur, hvussu talvan/boardi skal eita. Um tit enn halda tað loyniligt at tit skulu giftast, ella tú kanska bara gongur og droymir um at giftast – enn, so ber til at gera talvuna loyniliga, so bert tú sært hana og innihaldið í henni.

3. Tá tú hevur goymt alt tú ætlar at goyma, er bert eftir at seta seg niður at velja til og frá, tí tað ber heilt sikkurt ikki til at hava alt við. 

Um tú ert sum eg, dámar væl DIY ting, so skal nógv fyrireikingartíð til hetta, tí sum oftast eru tað ting, sum man skal samla uppá(krukkur, vínproppar o.a.), og hetta kann taka laaanga tíð og má sikkurt øll familjan takast uppá ráð. 

Mítt ráð er, at gera alt hettar í sera góðari tíð, tí tað tekur longri tíð enn man heldur. Royni eisini at gera tykkum eitt yvirblikk yvir, hvussu nógv alt umleið fer at kosta, tí kanska pengabudgettið gerst størri enn tú ætlaði/vantaði og tá er gott at vera í góðari tíð, so tit kunnu savna meir pening saman.

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Rósa G. Jacobsen & Jafet S. Rasmussen
  • Eva Poulsen & Jóhannus Kallsgarð Joensen
  • Angelina Jonhardsdóttir Poulsen & Bergur Gudmundsen
  • Josefina Prestá & Agnar Frederiksen

Deil hesa grein