Góð ráð til brúdleyp – Harriet bloggar

Nøvn: Harriet og John av Gørðum

Brúdleypsdato: 06.07.2012

Kostnaður: 60.000 kr

Annað: Harriet hevur bloggin byolafsdottir.com

Nú eru longu skjótt 5 ár síðan eg og maðurin giftust – tann 6. juli 2012, fyri at vera akkurát!

Fyri at vera erlig, havi eg ongantíð havt tann stóra dreymin um eitt flott brúdleyp, hvítan kjóla og alt, ið har tilhoyrir.

Egentliga var mítt uppskot at vit giftu okkum og fóru at fjakka ella okkurt líknandi, men maðurin var uppsettur upp á at hava eitt brúdleyp og soleiðis bleiv. Sjálvandi tá avgerðin so var tikin at hava brúdleyp, so bleiv eg spent og helt, at tá kundi man akkurát tað sama fara ALL IN! Tó høvdu vit sett okkum fyri, at brúdleypið skuldi ikki kosta ov nógv, og vit vildu fegin gera tað soleiðis, at alt var goldið áðrenn sjálvan dagin. TAÐ krevur fyrireiking og hjá okkum byrjaðu fyrireikingarnir longu eitt ár frammanundan.

Okkara brúdleyp var sera DIY insperera, við fokus á endurnýtslu – tí endurnýtsla er jú bæði gott, bíligt og praktist. Vit brúktu í høvðusheitum gamlar bøkur til at gera pynt við, bæði blomstur, serviettringar og borðløbari vóru úr bókum keyptar frá reyðakrossi fyri 5 kr. stk.

Køkustativið, har sjálv brúðarkøkan var á, var eitt gamalt træ, ið foreldrini hjá John høvdu havt standandi í havanum. Brúðarkøkuna, ja hana gjørdi eg sjálv – sjokoláta/mint køka, yndiskakan hjá John. Vit høvdu valt at hava buffét, so maturin bleiv gjørdur partvís av mær sjálvari dagin áðrenn og partvís av vinum og kenningum.

Brúdleyp – Góð ráð

– Fyrireiking er alfa og omega tá tað kemur til eitt brúdleyp, serliga um tú ynskir at spara eitt sindur av peningi, men eisini um tú ynskir tær eitt ávíst dato, høli, fotograf osv. Eitt ár frammanundan er ikki ov tíðliga at byrja, um tú spyrt meg.

– Pinterest og Weddinggawker eru góðar inspirasjónssíður.

– Ger tær eina tíðarætlan, googla hvat er vanligt og set tær mál. App’ir so sum “Wedding Happy” eru sera hentar at hava á tlf.

– Vel tær ein fotograf tær dámar, eisini um tað kostar nógv. Brúðarmyndirnar og ringarnir eru í síðsta enda tey einastu minnini, tú hevur frá degnum. Og minst til at tosa við fotografin áðrenn um, hvat tit ynskja, og hvørjar væntanir tit hava. Men lat eisini viðkomandi koma við sínum hugskotum.

– Set tíð av til brúðarmyndirnar, lat hettar verða løtuna, har tit njóta at vera nýgift og njóta hvønn annan! Fotografurin skal nokk klára at fáa góðar myndir, um tit bara eru tit.

– Fá eina mynd av brúðgóminum, tá hann sær brúðrina fyrstu ferð! Ofta eitt ting, sum eingin hugsar um, men hetta hugsaði maður prestin, ið gifti okkum, tíðanbetur um, og er tað heilt sikkurt ein av mínum yndis myndum.

– Ebay og aliexpress eru go to síður tá tað kemur til at finna bíligt og øðrvísi pynt. Minst til at bíleggja í góðari tíð.

– Ver ikki bangin fyri at biða um hjálp. T.d kundi tú bjóða vinkonunum, mammum, svigerinnum osfr. til ein “pynt dag” har tú gert eina lekkra køku og bjóðar kaffi/the – og síðan gera tit allar pynt saman.

– Legg stokkarnar á hillina eina tíð og tak brúðarpyntið fram ístaðin, um tú ætlar tær at gera tað sjálv, væl at merkja. Hjá mær kom mest burturúr við at gerða brúðarpynt frammanfyri sjónvarpið um kvøldarnar.

“Vit vita jú øll, at um børnini ikki eru glað, eru foreldrini tað heldur ikki.”Harriet
– Set mannin í gongd. Tað kann vera, at hann ikki er so áhugaður í, hvørjar litir tit skulu hava, ella hvussu hølið sær út osfr, men lat hann koma við sínum hugskotum eisini, tí tað er heilt sikkurt, at hann følir seg eitt sindur hjálparsleysan upp á eitt ella annað tíðspunkt. Í okkara føri gjørdi John borðløbarar, ímeðan eg sat og gjørdi blomstur – hettar bleiv eisini eitt hugnaligt ting vit gjørdu saman.

– Vel tær eina “Made of honor” – tú fert at hava brúk fyri hjálp eitt nú at halda kjólanum, tá tú skalt á wc.

– Pakka tær eina “í neyðstilfeldi” tasku og lat “Made of honor” hava hana undir kontrol. í har skal vera:
Putur, varrastift, pinex, plástur, fót plástur, energidrinkur, mint, tannstikkar, hárnálir, tín telefon, ein pennur, bind/tampax (just in case).

– Vel tær ein persón áðrenn brúdleypið, ið hevur ábyrgd av gávunum. Tosa við viðkomandi og ger greitt, hvat tit ynskja. Skulu gávurnar opnast ella ikki? Skulu tær standa frammi? Hvar skulu peningagávur leggjast og ikki minnst goymast? Tit fáa ikki tíð til at taka tykkum av hesum á sjálvum degnum.

– Ger tykkum eitt #hashtag til stóra dagin – soleiðis at tá fólk deila myndirnar á eitt nú Instagram, síggja tit tær allar samlaðar eisini. Og gjarna mæla fólkið til at senda tykkum myndirnar, sum tey taka á degnum – tit kundu til dømis skriva tað á eitt skelti onkustaðni, hvar tær skulu sendast til ella set eina teldu við kortlesara og usb stikki saman við gestabókini, soleiðis at fólk lætt kunnu geva tykkum myndirnar beinanveg.

– Um børn eru bjóðaði við til veitsluna, lat so okkurt vera til børnini eisini. Vit vita jú øll, at um børnini ikki eru glað, eru foreldrini tað heldur ikki. Vit høvdu gjørt ein “mini biograf” við popcorn, nýggjum filmum, ballónum, madrassum, pútum og pynta tað orduliga. Børnini elskaðu tað, og foreldrini settu eisini stóran prís upp á, at tað var tikið atlit til tey.

Hvat hevði eg gjørt øðrvísi?

– Um føroyskur dansur ikki er umráðandi fyri tykkum, so lat vera við at fokusera upp á tað. Hetta er sera tíðarkrevjandi, hart fyri føturnar, sum í forvegin hava verið í skóm allan dagin og í okkara føri doyði veitslan eitt sindur av tí, og brúðarvalsin fingu vit av tí sama ongantíð.

– “Eg kenni onkran, sum eigur eitt gott kamera” er ikki altíð til at líta 100% á. So um veitslumyndirnar eru umráðandi fyri tykkum, bílegg so ein ordiligan fotograf og betal teir pengarnir eyka. ELLA set onkran á uppgávuna og gev viðkomandi ein detaljeraðan lista yvir, hvat tit ynskja myndir av. Vit høvdu gjørt sera nógv burturúr at pynta hølini, gjørt Jar cakes, cup cakes, bomm buffét, heimagjørda brúðarkøku osfr. Men hetta hava vit tíðanverri ongar myndir av í dag.

– Tær smáu detaljurnar eru eisini umráðadi, hóast onnur siga tær annarleiðis. Vit høvdu eitt sera gjøgnumført tema, við natúrlitum, endurnýtslu osfr. MEN bygdarhúsið har veitslan var, hevði reyðar stólar – eg veit tað kann virka, sum tað hevur einki upp á seg, men hesir reyðu stólarnir fyltu eisini nógv á stóra degnum. Tað passaði bara ikki inn. Um eg hevði hildið veitsluna har aftur, hevði eg tilpassað temaði til litlirnir í hølinum ella valt eitt annað høli.

– Lat traditión vera traditión. Um tað ikki er umráðandi fyri tykkum, so lat veraa við at inkludera tað. Eisini hóast tað altíð er blivið gjørt upp á ein ávísan hátt í familjuni, bygdini, hølinum osfr. Tað er tykkara dagur, og eingin annar avgerð, hvussu hann skal síggja út, uttan tit.

– Njót dagin, slappa av og ikki set tær sjálvum uppgávur á sjálvum degnum. Alt skal vera klárt tá dagurin er komin, eisini tær síðstu detaljurnar. Stutt sagt: Ikki lata tingini bíða til síðstu løtu.

– Orðstýrarin hevur alt at siga, um eitt brúdleyp verður gott ella ikki. Raðfest hetta og tosa saman áðrenn.

“Tosið saman sum par, lurti eftir hvørjum øðrum og finni ein felags leist. Minst til, at kjarnan í einum brúdleypi er at játta tykkara kærleika til hvønn annan og siga JA til restina av lívinum saman.” Harriet
Í prinsippinum hevði eg nokk hildið meira fast í, at dagurin var meira intimur, droppa ta stóru veitsluna og heldur fokusera uppá vígsluna, brúðarmyndirnar og brúðarferðina. Hetta tí, at eg kenni meg sjálva best, eg havi ein tendens til at vilja hava alt perfekt, ganga ov nógv upp í detaljur og lurta ov nógv eftir, hvat øll onnur vilja og halda, heldur enn at lurta eftir mær sjálvari – eg dugdi ikki at njóta tað og slappa av.
Tosið saman sum par, lurti eftir hvørjum øðrum og finni ein felags leist. Minst til at kjarnan í einum brúdleypi er at játta tykkara kærleika til hvønn annan og siga JA til restina av lívinum saman.
Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri

Deil hesa grein