#GevSlepp

Navn: Laila Mikkelsen

Stutt lýsing um Lailu:  Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus. Er búsitandi í Hedensted við sjeikinum Claus og soninum Ádam. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part, 8.part, 9.part, 10

& 11 part her. 

Hey tit!
Nú nærkast, bert 1½ vika eftir. #Hjálp Eri eg klár? Ja, kanska praktisk, og alt tað ið hoyrir til er so gott sum komi uppá pláss. Eri eg uppá plass? Á góðum Klavíks málið. NOY!
Eg fari ikki at pakkað inn, at tað er stressandi og onkurvegna ótaknemligt at plánleggja eitt brúðleyp. Gestirnir hava tikið fyri givið at kunna koma við ynskjum til brúðleypi í tíð og ótíð, hoppa til og frá eftir tørvi. Og vil man sum tann góður verturin, royna at eftirfylgja teimun “krøvinum” ið tað eru til ein góðan dag. Heraftrat hava gestir okkara ikki verið ímillum tey raskastu, at bert møta upp og smíla til dagin. Herfyri græt eg enntá (aftur nú!) og ringdi til Claus, spurdi um vit ikki bara skuldi droppa brúðleypi? Fáa okkum eina borgaliga vígslu og síðani umborð ein flúgvara. #Nemt 
Men again, vit gera alt við einum smílið -tó einum troytti smílið.

Herfyri græt eg enntá (aftur nú!) og ringdi til Claus, spurdi um vit ikki bara skuldi droppa brúðleypi?Laila
Sum sagt so er bert 1½ vika eftir. OG eg eri um at skíta í buksirnar. Mítt høvd er fult, mítt sinn er fult og mín kroppur er troyttur.. og ja, eitt sindur for tjúkkur og irriterandi. Tankarnir koyra runt. Eg burdi trena, runni, rulla runt á gólvinum. Men, eg burdi eisini prøva at dekka borði og so burdi eg eisini farið inná hasa heimasíðuna, ringt til hotellið, musikaran osv. osv. Men heilt erligt, so eri eg so troytt, at eg felli í tað góða gamla føroyska -ahja tað gongur nokk! Onkuntíð inniímillum stressi eg tó. Ah guð! Havi eg nú minst til tað? Og so at tjekka, ringja og skriva. Men so komi eg í zen aftur, -tað gongur nokk. Og eri eg taknemlig fyri at eg eri komin hertil.

Fyri ca. 2 vikum síðani kom eg hertil mentalt. #Uppátíðina 
Ein arbeiðisfelagaði stóð uttanfyri eitt kvøldi aftaná arbeiðstíð og vit fullu í prát. Hon hevur verið brúðarplánleggjari, blomsturgenta, brúðargenta, makeupartist and you name it! Til ca. 25 brúðleyp ígjøgnum 8 ár.
 Eg játtaði fyri henni at eg var troytt, óð og hørm um alt og øll, og roknaði næstan við at droppa hetta. Hon gav mær eitt gott ráð: “Slepp tí!” Allar brúður ígjøgnum hesi brúðleypini høvdu til felags, at tær ynsktu at tær slappaðu meira av ígjøgnum fyreikingarnar. Eisini var ein felagsnevnari at tær allar vóru líka glaðar um at onkur gjørdi sær í buksirnar ella so hýlaði í gjøgnum dagin, tí dagurin var teirra. Alt fokus fór frá um borði var dekkað ordiligt upp ella um hárið sat ordiligt. Einasta ið taldi var, at maðurin ið man hevði sagt ja til, og tann kærleikan ið man merkti fra gestinum ið valdu at fejra tey.

Les víðari niðanfyri lýsingina
“Slepp tí!” Allar brúður ígjøgnum hesi brúðleypini høvdu til felags, at tær ynsktu at tær slappaðu meira av ígjøgnum fyreikingarnar. vinkona Lailu
Eri so eviga takknemlig at eg fekk hesu ráð. Hví akkurát hennara ráð skuldi hjálpa so mikið veit eg ikki, men eg finni ein frið -innimillum also. Og var tað ikki fyri hana, hevði eg nokk brotnað mentalt.
Hertil ger tað heldur einki at eg akkurát havi verið á eitt spáuppihald saman við ein av mínum bestu vinkonum og fullstendiga kobla av við góðum mati, og alt for heitum sauna. Væl tiltrongt og deiliga avslappandi, og eri eg eitt sindur meira uplada enn áðrenn spa uppihaldi. 
Nú skal tað bara halda í 12 dagar aftrat. #WishMeLuck Men hóast alt, sjálvt um eg ikki eri heilt klár, so gongur tað nokk. Og ger tað ikki, so ger tað alíkavæl.

Deil hesa grein

Deil hesa grein