#Gestalistin

Navn: Laila Mikkelsen Stutt lýsing um Lailu: Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus. Er búsitandi í Hedensted við sjeikinum Claus og soninum Ádam har tey jú eru flutt í egin hús. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part og 8.part her.

Hey tit!

Akey ..eitt sindur følsømt evni. Gestalistin. Døn døn døøøøn. Hetta er nakað ið vit FINALLY eru liðug við, og tískil vil eg koma eitt sindur inná hvussu vit komu framm til okkara gestalista.
Mitt í rokanum skuldu innbjóðingarnar eisini út og komu tær eisini tað, til endans. Eftir tár, shabbarí og nakað seinkaðar. Svigerindan segði, at hon helt tað vera ótrúligt vit ikki høvdu kvalt hvønn annan! Men tær eru sendar, og eg gleði meg sum eitt smábarn til Post Nord og Posta hava funni vegin framm til rætta eigarin. #KrossaFingrar Anyways, vegurin til at gera, og senda var ikki bara bara. Men tað er til eina aðru ferð, og gleði eg meg, at vísa tykkum hvussu kreativ vit hava verið hóast alt. #HighFiveTilOkkum
Tað tørførðasta við sjálvum innbjóðingunum var, eftir mínari meining, at gera sjálvan listan. Nú er tað so, at eg havi ikki eina mega stóra familju, men nógv vinnfólk. Men eftir at hava búð í Danmark í longri tíðarskeið, er vinaskarin minkaður og eru nøkur fá trúføst eftir. Og tískil var tað hjá mær ikki so ringt at siga hvør skuldi við og hvør ikki skuldi við. Ella ..tó? Hjá Claus er støðan tann, at hann hevur stóra familju, og nakrir fáðir trúfastir vinnmenn. Hjá honum var tað ein tørfør avgerð at siga hvør skuldi við og hvør ikki skuldi við. #HjartaGóður
Skjótt eftir fríggjaríið funnu vit eitt hølið ið eg fullstendiga fall fyri. Har er bert pláss fyri 70 fólkum, so har var grensan longu. Svigerfamiljan helt, at tað var ov lítið og vildu hava okkum at bíleggja eitt hotel, bjóðaðu enntá at betal fyri tað. MEN! Har var onki at gera; Laila var forelska og so var tann diksussiónin liðug!
So at skera inn. Hvussu ger mann? Tori eg at fornerma nakran? Jú, for hundum jú! Hetta er mítt/okkara brúðleyp, vit betala hele molevitten sjálvi, og kostar tað í miðal góðar 1200 DKK fyri hvønn persón. So ja, eg skeri inn akrat sum eg ætli mær. -Meeeeen… so kundi eg gott hugsa mær at hann ella hon koma við. MEN! Eg nokti at taka lán til eitt brúðleyp.
So niðurskering skuldi til.
Tá Claus hevði verið á knæ vóru sjálvandi gleðiboðini send út, men so var eisini rámaskríggj. Onkur í svigerfamiljuni vóru fornermaði tí Claus hevði verið til teirra barnadóp, konfirmatión, brúðleyp og enntá gullbrúðleyp -so tað kundi hann ikki billa sær inn! Eg hoyrdi eisini frá einum gomlum klassafelagaða ið forvantaði at vera boðin, og ein familjulim ið eg bert deili sama DNA við ið næstan var klár at keypa flogbillet niður. Oooog eg kundi blivið við. Eg má siga, at sjálvdan havi eg uppliva fólk so ófólkalig, sum tá tað skal bjóðast inn til brúðleyp. Og sjálvdan havi eg veri so flov og kedd av ikki at kunna bjóða øllum við. #KanskaEgVinniíLottoSkjótt Onkursvegna fyri at fáa øll glað, men eisini bert fyri at fáa tey at tiga. #RullaViðEyguSmiley Akkurát í hesum førum eri eg serliga takksom fyri, at eg búgva í Danmark. Hvussu hevði samvitksan hjá mær ikki verið, um eg búði í Føroyum? #RæðuligaTakksom

Les víðari niðanfyri lýsingina
Eg eri kanska eitt sindur strang tá kemur til hetta. Men sum eg síggji uppá tað, so er tað okkara dagur. Vit vilja kunna hugna okkum til okkara degi, við okkara nærmastu ið kenna okkum best, og teimun man kemur mest saman við.
Hevur tú ikki havt tíð at komi til kaffi tey seinastu 3 árini, so hevur tú nokk heldur ikki tíð til at koma til okkara brúðleyp.#Punktum So tíverri má alt tað, ið vit lovaðu tá ið vit vóru yngri, um at vit skuldu í brúðleyp hjá hvørjum ørðum tá vit gerast vaksin, ella at vit vóru BFF fyrr osv. osv., hoyra fortíðina til.
Men aaaaargh ikki var tað nemt alíkavæl. Í mínari familju havi eg kontakt við nøkur fá ið eg nemt kundi pilka burturúr(umskylda mítt orðaval, men tit skilja vónandi) uttan ringa samvitsku. Men Claus er skrúðaður soleiðis saman, at um eg skuldi fara at bjóða fastir og pápabeiggjum, so skuldi hann eisini. Og hann hevur ikki samvitsku til at pilka burturúr. Men bjóðu vit øllum hannsara, og bert nøkur av mínum, so var ikki pláss í hølinum. Okey, hvat so við bara sysknabørnum? Eg pilki og hann bjóðar øllum. Nope, heldur ikki pláss..
Tá alt so kom til alt, so valdu vit at skera gestalistan niður til, at tað bert skulu nærmasta famila t.v.s. foreldur og sysktin við maka. Og so vinnfólkini, ið mann bara ikki kundi verið fyri uttan, við maka. Eingin pápabeiggji, fastrar, mostrar ella mammubeiggjar og eingin sysknabørn. Eitt heldur óvanligt brúðleyp, ja. Men eitt val ið vit hava valt, og sum vónandi fer at virka og geva okkum eitt gott minnið. Meeeeen so fara vit at hava eina receptión, so tá kunnu tey forvitni altíð koma at hyggja og heilsa uppá. So fáa vit at síggja hvussu nógv hava tíð at koma til kaffe tá 😉 #IroniKanForkomme
Alt í alt bleiv tað til 49 fólk ið hava fingið eina innbjóðing. Og gleða vit okkum at fejra dagin saman við hesum fólkunum. Hesi 49 eru tey ið vit síggja sum okkaru nærmastu, tey ið kenna okkum best og tey ið vit forvanta at vaksa saman við. Og ikki at gloyma, tey ið kunnu geva okkum tað gleðina og festligheitina ið hoyrir til ein brúðardag.
Vit ynskja okkum eitt lítið og intimt brúðleyp, og hóast mangar óeinigheitir vegin framm til hvat og hvussu, haldi eg at tað fer at eyðnast okkum <3

Deil hesa grein