Seks brúðarpør svara: Helt fíggjarætlanin til brúdleypið?

Ikki er tað altíð lætt at fáa fíggjarætlanina til eitt brúdleyp at ganga upp, og hoyra vit tí ofta, at fíggjarætlanin endaði við at vera nakað størri enn ætlað. Men hvussu kann ein sleppa undan hesum?
Vit spyrja her seks brúðarpør, sum hava verið ígjøgnum tað at fyrireika eitt brúdleyp, um tey fingu teirra fíggjarætlan at halda ella ikki, og hvat tey gjørdu rætt ella skeivt. Vónandi kann tað vera ein hjálp til komandi brúðarpør, soleiðis at tey kunnu læra okkurt frá hesum pørum.
“Tað var eitt totalt “budget-brúdleyp”, men perfekt fyri okkum”Linda F. Gaardbo

Nøvn:
Linda F. Gaardbo & Bjarni Zachariassen

Brúdleypsdagur:
27.07.2013

Ætlað fíggjarætlan:
So bíligt sum gjørligt.

Tað var sum so eingin ávís fíggjarætlan. Vit vistu bara, at vit ynsktu ikki at brúka alt ov nógvar pengar uppá tað, tí fyri okkum var tað ikki tað, sum hevði mest at siga, men at vit og okkara gestir høvdu eina góða løtu saman. Vit høvdu tí eitt bíligt brúdleyp og barnadóp saman.

Helt fíggjarætlanin?:
Ja, heilt sikkurt. Eg veit ikki heilt, hvussu nógv vit hava goldið fyri dagin tilsamans, men tað hevur í øllum førum ikki verið nógv. Tað kostnaðarmiklasta við okkara stóra degi var fotografurin, sum kostaði kr. 5.000,-. Brúðarkjóli og klædningur hjá Bjarna skuldu vit ikki gjalda fyri. Skógvar bíløgdu vit á alnótini fyri uml. kr. 500-700,-. Brúðarbukettin kostaði kr. 500,-, ringarnir vóru teir somu sum vit tóku uppá, tá vit blivu trúlovaði. Prýði og tílíkt keypti eg alt í DK. Vit góvu ikki morgungávur, men valdu heldur at njóta, at vit nú vóru gift og høvdu givið hvørjum øðrum hvønn annan.

Endalig fíggjarætlan:
Eg meti eitt stað millum kr. 6.000-10.000,-.

Vóru tit nøgd við tað, ella høvdu tit gjørt nakað øðrvísi, um møguligt?:
Ja, dagurin kundi næstan ikki verið betri. Vit búðu í Danmark tá, og vóru bara heima í Føroyum fyri at hava barnadóp og blíva gift. Vit høvdu opið hús heima hjá foreldrunum hjá Bjarna, og familja og vinir hjálptu okkum við at gera allan matin. Kona gubba mín gjørdi brúðar- og dópskøkurnar. Vit fingu júst tann persónliga og hugnaliga dagin, vit ynsktu. Øll kundu tosa saman og vóru avslappaði, og eg haldi eisini, at gestirnir hjá okkum hugnaðu sær. Tað var eitt totalt “budget-brúdleyp”, men perfekt fyri okkum.


Nøvn:
Anna & René Sewohl

Brúdleypsdagur:
06.08.2016

Ætlað fíggjarætlan:
Uml. kr. 100.000,-

Helt fíggjarætlanin?:
Nei, ikki heilt.

Hví ikki?:
Vit brúktu uml. kr. 5.400,- yvir, tí vit valdu at gera okkurt eyka. Tónleikapostin valdu vit m.a. at raðfesta høgt, tí vit ynsktu at hava ein góðan bólk, sum kundi spæla alt kvøldið. Tann posturin fór tí við eini forholdsvís stórari upphædd.

Tit kunnu síggja, hvussu ymisku útreiðslurnar vóru deildar, á excel-arkinum her:

Endalig fíggjarætlan:
Kr. 105.400,-

Vóru tit nøgd við tað, ella høvdu tit gjørt nakað øðrvísi, um møguligt?:
Ja, vit vóru sera væl nøgd vid dagin.

Vit vóru vígd í Nykøbing Falster Kloster Kirkju og móttøkan var hildin uttandura. Til móttøkuna bjóðaðu vit brúðarkøku og lekkurt Rosévín importera frá Frankaríki.

Vit høvdu leiga “Den Gamle Gaard”, sum er eitt frítíðarstað í Nysted á Lollandi. Okkara størsta raðfesting viðvíkjandi staðnum var, at tað var hugnaligt, og at okkara gestir kundu gista til ein bíligan penga. Allir gestirnir høvdu møguleika at leiga eina 2-rúms íbúð til 4 persónar við terrassu og møguleika at brúka uttandura svimjihyl.

Vit høvdu ein fantastiskan dag saman við okkara familju og vinum. Veðrið var av tí besta og maturin sera góður. Nógvar góðar talur, og veitslan vardi langt út á morgunin.


Nøvn:
Mai-Britt Svalbard Hansen & Dánial Hansen

Brúdleypsdagur:
15.05.2015

Ætlað fíggjarætlan:
Kr. 80.000,-.

Helt fíggjarætlanin?:
Ja – tí vit gjørdu ein lista har vit koyrdu allar útreiðslurnar inn á, tí vistu vit akkurát hvat alt kom at kosta. Vit royndu sum best at planleggja allar stórar og lítlar detaljur, og skrivaðu okkum ein lista við øllum, ið skuldi gerast til brúdleypið. Vit høvdu ikki avgjørt nakra upphædd áðrenn, og tóku tað sum tað kom. Tá vit vóru komin á mál, so vistu vit akkurát hvat í alt kom at kosta.

Endalig fíggjarætlan:
Alt í alt kostaði brúdleypið okkum gott 80.000 kr.

Vóru tit nøgd við tað, ella høvdu tit gjørt nakað øðrvísi, um møguligt?:
Vit vóru væl nøgd, tí vit høvdu fyrireika alt, og vistu tí akkurát, hvat alt kom at kosta.


Nøvn:
Sigrun & Andrias Højgaard

Brúdleypsdagur:
01.08.2015

Ætlað fíggjarætlan:
Kr. 50-60.000,-

Helt fíggjarætlanin?:
Ja – Vit fingu góða hjálp frá familju, vinum og kenningum viðv. mat o.a.

Endalig fíggjarætlan:
Uml. kr. 45.000,-

Vóru tit nøgd við tað, ella høvdu tit gjørt nakað øðrvísi, um møguligt?:
Vit valdu at hava borðhald fyri innbodnum. Vit høvdu 120 deiligar gestir, lekra døgurða-buffet (Annika og Mejken frá Kunoy gjørdu fantastiskan mat). Og so høvdu vit lekkurt kakuborð. Vit eru vælnøgd við dagin takka verið gott fólk rundan um okkum.

Men sum brúðarpør flest, so gloymdu vit ymiskt: At geva onkrum ábyrgdina av at koyra fløggini upp/niður, at onkur lat gávurnar upp fyri okkum, og so gloymdi eg eisini at pakka mær slættijarn og hársjampo við til hotellið (krisa, haha).

Vit høvdu ynskt í dag, at vit høvdu upptikið talurnar, og vit vildu eisini ynskt, at vit tóku fleiri myndir “dagen derpå”.

Men alt í alt, ein ógloymandi dagur.


Nøvn:
Bjarma & Kaj André Holm

Brúdleypsdagur:
08.01.2017

Ætlað fíggjarætlan:
Vit høvdu sum so ikki eina fíggjarætlan, men høvdu rokna ein “umleið-kostnað”, so vit høvdu okkurt at halda okkum til.

Helt fíggjarætlanin?:
Nei.

Hví ikki?:
Nøkur ávís ting (t.d. klæðini, maturin og blómurnar) kostaði meira, enn vit høvdu væntað. Vit høvdu ikki nakað at fyrihalda okkum til, so tað var ringt at meta um, hvat kostnaðurin bleiv. Vit høvdu sett okkum fyri, at vit ikki ynsktu at spara uppá júst hesi tingini, og hetta var óivað orsøkin til, at tað bleiv eitt sindur kostnaðarmiklari, enn vit høvdu rokna út.

Endalig fíggjarætlan:
Brúdleypið kostaði uml. kr. 10.-15.000,- meira, enn vit høvdu rokna út áðrenn, so tað var tó ikki ein heilt stórur munur.

Vóru tit nøgd við tað, ella høvdu tit gjørt nakað øðrvísi, um møguligt?:
Ja, vit eru sera væl nøgd. Vit høvdu barnadóp og brúdleyp saman. Vit høvdu opið hús við einum matarborðið við heitum og køldum rættum. Áleið 300 fólk komu framvið. Dagurin var ein sunnudag frá kl.14-20, og alt gekk, sum vit høvdu vóna.


Nøvn:
Linda Vesturklett Petersen & Høgni Petersen

Brúdleypsdagur:
10.10.2015

Ætlað fíggjarætlan:
Uml. kr. 100.000,-

Helt fíggjarætlanin?:
Hon helt ikki heilt.

Hví ikki?:
Eitt sindur trupult at siga júst hví, hon ikki helt. Eg taki skyldina eitt sindur á meg sjálva. Maðurin var kanska ikki so væl tilvitaður um, hvussu dýrt tað ymiska var, sum eg ynskti at hava.

Endalig fíggjarætlan:
Kr. 120.000,-

Vóru tit nøgd við tað, ella høvdu tit gjørt nakað øðrvísi, um møguligt?:
Ja, vit eru sera væl nøgd við alt tað, sum vit brúktu eyka uppá. Um tað er nakað, sum vit høvdu broytt, hevði tað bert verið okkurt, sum kortini ikki hevði broytt fíggjarætlanina, so vit eru sera væl nøgd.

Deil hesa grein