#ForlovilisiMyndir

Navn:
Laila Mikkelsen


Stutt lýsing um Lailu:

Laila Mikkelsen er uppvaksin í Klaksvík. Útbúgvin Designteknolog fra Teko, Herning. Bachelor í retail management fra Via University, Aarhus.

Er búsitandi í Hedensted við sjeikinum Claus og soninum Ádam. Starvast til dagligt hja Eimskip A/S í Aarhus.

Les 1. part,  2. part,  3. part4. part

5.part,  6.part, 7.part, 8.part, 9.part10 part & 11. part her.

Hey tit!
Eftir at Claus hevði verið á knæ, vóru nógvir tankar ið skuldu niður á papír. Eitt tað fyrsta ið vit gjørdu var sjálvandi at melda okkum inná brúðarkalendarin hjá Brúdleyp.fo. Skjótt aftaná hevði eg dámt nærum allar síður um brúðleyp, bæði á Facebook og Instagram. Og er man bara eitt sindur sum eg, so hevur man eisini lagt til merkis, at allar síðurnar hava hesu fantastisku flottu cheesy forlovilsi myndirnar. Pør, ið síggja eitt nummar for forelskaði út, alt er ljósareytt og akkurát til at blíva øvundsjúkur av teirra lukku og vakurleika. #Aard
Og sjálvt um hetta slett ikki eru vit, ynksti eg hóast alt, at vera handan vakra klæna komandi brúðurin ið er soooo forelska, at man merkir kærleiks vibes úr skerminum.

Les víðari niðanfyri lýsingina


Tíðin gekk ..og nú er bert 1 ½ mðr eftir til vit vera maður og kona. Vit hava neyvan verið parið ið fólk hava vent sær við og hugsa “fyrimyndarlig komandi kona og maður”. Tískil bleiv tað heldur aldrin meira enn ein dreymur. Hetta kostar eisini nógvar pengar, og er tað nakað ið øll kunnu nikka ja til, so er at ráðfesta fíggjarliga fornuftiga til brúðleypi ikki altíð líka nemt. Men, ein mynd har vit eru ljósareyð og fitt, var tó ikki stórsti og fyrsti tørvur ella ráðfesting hjá okkum.


Men herfyri fekk eg bjóða møguleikan. #WHAT!? Í samband við at eg skrivið fyri Brúdleyp.fo, og at OPHFoto skullu taka myndir til okkara brúðleyp, var hetta ein góður møguleiki fyri okkum og fyri OPHfoto. Tó haldi eg ikki, at tey hava brúk fyri nakra marknaðarførðing, myndirnar tala fyri seg. Ei heldur tí eg forvanti at øll skulu vera forelskaði í okkum nú, men eg má viðganga, at vit síggja nokso fitt út. Tó eitt sindur irritera, at eg ikki eri penari enn Claus á teimun flestu myndinum, men tað yvirlivi eg nokk. #PrincesseLaila Vit brúktu ca. 1 tíma inni í Bispebjerg kirkegård í Kbh. Tær Japansku blómurnar vóru komnar út 2 dagar áðrenn og vóru tískil ordiliga flottar. #PerfektTiming.


Hetta gjørdi sjálvandi at tað eisini var pakkað av fólki, helst av asiatum og teirra selfie stongum. #Standard. Hóast hetta, var tað ikki ein forðing fyri OPHfoto. Alt var ein møguleiki, og dugdi tey so væl, at vera niðri á jørðina, samstundis har vit høvdu eina góðan og hugnaliga dag/tíma saman við teimum.
At Ádam var við, var heldur ikki ein forðing yvirhøvir, hann kom sjálvandi eisini á nakrar myndir. Og sjálvandi! Sjálvt um hann var ein mega roksibobb og fjákutur, vóru myndirnar av honum bara tær flottastu. #MammusaModell
Vit halda sjálvi, at hetta er mega cheesy og vanliga hevði hetta slett ikki verið vit. Men umstøðurnar bjóðaðu okkum hetta, og sigur man ikki nei til ein so stóran møguleika. Tá vit so sóu myndirnar fyri fyrstu ferð dugdi vit at síggja, at vit faktisk kunnu síggja fitt, forelskaði og droymandi út, hóast alt. Eg blívi eitt sindur forelskað í okkum #Cheesy


Eitt upplivilisi og myndir ið vit eru sera glað fyri, at vit hava sagt ja til. Oftani hevur man eisini fingið at vita, at man skal møtast við myndafólkið áðrenn, so tá myndirnar til sjálvan brúðardagin skullu takast, fellur tað meira natúrligt. Aftur eitt punkt ið eg kann seta eitt flugubein við. Um tað verður natúrligt til dagin fáa vit at síggja. Men nú vita vit hvørtfall hvat vit hava sagt ja til, og er eingin knútur í búkinum um hesa avgerð.

Alt í alt eru vit sera ja-lig um hvussu alt gekk fyri seg, og gleða vit okkum til 2. Juni tá tey skullu taka myndir av okkum til brúðardagin.

Deil hesa grein