Festligt og ótraditionelt brúdleyp

Nøvn: Liljan J. Persson og Borgar M. Persson

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Liljan starvast sum hjálparfólk í einari vøggustovu, ímeðan Borgar starvast sum timburmaður og hallarvørður

Dato fyri vígsluna: 12. juli 2013

Gestir til veitsluna: 370 fólk

Stað fyri vígsluna: Rituvíkar Kirkja

Veitslan bleiv hildin: Gamla Eggvirkinum í Rituvík

Myndafólk: Beinta á Torkilsheyggi

Skrivað: Emma Petersen

Liljan J. Persson er úr Rituvík ímeðan Borgar M. Persson er av Strondum og saman eiga tey sonin Venzel. Hon starvast sum hjálparfólk í einari vøggustovu, ímeðan Borgar starvast sum timburmaður.

Eftir at hava livað saman sum par í 11 ár, tóku tey felags avgerð um at gifta seg.

Vígslan gekk fyri seg í Rituvíkar kirkju og valdu tey eina ótraditionella men festliga loysn viðvíkjandi mestsum øllum sum gekk fyri seg. Liljan var ikki ílatin tann traditionella brúðarkjólan, men ístaðin var hon í hvítari føroyskari troyggju, bristi sum var seymað burturúr brúðarkjólanum hjá ommu hennara og í einum seymaðum niðurdeili. Sum tilhoyr hevði hon silvursmúkkur. Hárið hjá Liljuni hevði gumma hennara, Ann Jógvansdóttir, gjørt, og Sigrun Johannesen hevði sminkað henni.

Borgar var í føroyskum búnað, har vesturin var hvítur og troyggjan mynstrut.

Flest øll komandi brúðarpør velja at leiga sær ein flottan bil og oftast eitt ellisakfar, men soleiðis var ikki hjá Liljuni og Borgari. Tey vóru júst flutt úr Danmark, og har høvdu tey súkklað nógv. Eftirsum tey vóru so væltrenaði á súkklu, valdu tey tí eisini, at súkklan skuldi verða teirra ”brúðarakfar”, og var tað ein bílig men festlig loysn, sum tey ikki høvdu sæð áður brúkt í brúðarhøpi. Á báðum súkklunum var eitt pappírshjartað fest á, og hjá Liljuni stóð ”ný” og hjá Borgari stóð ”gift” á.

Báðar súkklurnar vóru prýddar við fløggum og ballónum, og høvdu tær larmandi dósir eftir sær.

Eftirsum, at tey ynsktu okkurt stuttligt og ótraditionelt, valdu tey at halda veitsluna í gamla eggvirkinum í Rituvík, sum ongantíð hevur húsað einum brúdleypi fyrr.

Eftirsum, at tey ynsktu okkurt stuttligt og ótraditionelt, valdu tey at halda veitsluna í gamla eggvirkinum í Rituvík, sum ongantíð hevur húsað einum brúdleypi fyrr. Hølið er stórt og verður til dagligt nýtt til campingvognar, og mín sann um blomstruti campingvognurin hjá Liljuni og Borgari ikki eisini slapp upp í part.

Tilmeldingin av gestum var uml 370, og var tað gott pláss hjá øllum. Hølið varð prýtt við alskyns litum, og sæðst persónligheitin hjá Liljuni eisini aftur í litunum.

Bæði koma til ta avgerð, at tann góði hýrurin í kirkjuni og veitsluni gjørdi dagin perfektan. Gullkornið frá teimum báðum til komandi brúðarpør er tískil, at slappa av, nýta dagin og ikki hugsa um nakað annað.

Tey valdu at hava stórt, kalt borð til gestirnar, sum øll teirra nærmastu høvdu hjálpt at rigga til. Ein vinkona gjørdi brúðarkøkuna, og Liljan hjálpti við pyntinum til køkuna.

Eftir brúdleypið slapp Liljan ein gellutúr við 2 vinkonum til eina konsert við Robbie Williams.

Tá eg spyrji tey, hvat tað besta við degnum var, er Borgar skjótur at svara, at tað var tá Liljan gav honum sítt ja til at verða kona hansara. Liljan er uttan iva samd, men bæði koma til ta avgerð, at tann góði hýrurin í kirkjuni og veitsluni gjørdi dagin perfektan. Gullkornið frá teimum báðum til komandi brúðarpør er tískil, at slappa av, nýta dagin og ikki hugsa um nakað annað.

Deil hesa grein