Fann sín einasta eina tvær ferð (partur 2 av 2)

Skrivað: Emma Petersen

Sólbjørg Jakobsen er løgfrøðingur og starvast sum fulltrúði hjá Ankestyrelsen, ímeðan Hans Filip Mohr Jakobsen er skrivstovumaður og arbeiðir, sum ferðaráðgevari hjá Smyril Line í Hirtshals. Í Vestbjerg búgva tey saman við børnum teirra, 8 ára gomlu Saritu og 3 ára gamla Liam.

Eygu hansara vóru stór, men segði hann tíbetur ”ja” og 4 minuttir eftir hetta, stóðu vit í ráðhúsinum í Aalborg og vórðu gift.Sólbjørg

2. partur:

Sólbjørg greiðir frá:

í fyrra parti greiddi eg frá, hvussu okkara prinsessu brúdleyp gekk fyri seg og í hesum parti fari eg at greiða frá, hvussu okkara seinna brúdleyp hilnaðist.

Í 2015 høvdu eg og Filip júst undirskrivað skeyti til nýggju húsini, sum vónandi skuldu standa klár 1.Juli 2016. Vit búðu tá í Vestbjerg, høvdu fingið Liam, sum tá var 1 ár og var eg næstan liðug við lesnaðin og Filip nær við at verða liðugur í læru. Tað var við at vera tíð uppá at fáa pappírini í ordan aftur, tí skuldi ein av okkum farið herfrá áðrenn vantað, so kundi eftirlivandi hjúnarfelagin siti væl í húsinum aftaná. Fyri okkara viðkomandi var lættasti máti at koma væl burturúr hesum, at gifta okkum, so testamentið kundi koma uppá pláss. Vit høvdu ongar ætlanir um at gifta okkum, tí tað høvdu vit longu roynt, men lítið visti Filip, at eg kundi hugsað mær at fingið eitt fittligt, lítið brúdleyp.

Tað var leygarmorgun tann 19.September og øll mín familja var við uppá mítt ”surprice”, sum vit høvdu tosað um 2 teir síðstu mánaðarnar. Mamma hevði fingið tað hugskotið, at senda okkum øll til fotograf og Filip helt tískil, at eg gjørdi meg kláran hjá systur mínari ímeðan beiggi mín skuldi halda eyguni við Filipi. Lítlasystur mín gjørdi meg harafturímóti kláran, har hon krúllaði mítt hár og gjørdi eg sjálv mítt make-up og setti hárið. Vit høvdu øll avtalað, at vit skuldu møtast mitt í Aalborg og vit so gjørdu, men Filip var seinastur á staðið og møtti hann einari brúður á knæ, sum segði ”nú er tað nokk mín túrur”. Eygu hansara vóru stór, men segði hann tíbetur ”ja” og 4 minuttir eftir hetta, stóðu vit í ráðhúsinum í Aalborg og vórðu gift. Eg í einum hvítum summarkjóla, sum egnaði seg sera væl til júst tann dagin. Eg skal tó siga, at eg aldrin hevði gingið við til at verið gift í hasum kjólanum, um eg ikki longu hevði roynt at verið í einum brúðarkjóla. Allar prinsessur hava uppiborið at hava verið í einum ordiligum brúðarkjóla Filip hevði valt sær ein gráan klædning við bláari skjúrtu til dagin.

Ístaðin fyri dýrar blómur valdi eg at keypa leysar blómur í einum mathandli og bant eg mítt egna blómutyssi. Ístaðin fyri dýran og góðan fotograf, so vóru tað fartelefonirnar og ein selfiestong, sum stóru fyri myndatøkuni.Sólbjørg

Eftir at vit vórðu gift, yvirraskaði mamma okkum við einari móttøku heima hjá teimum. Tað vóru bert vit og mín familja sum vóru til staðar tað løtuna, har vit fingu pitsu í ovn, sum var keypt frá lokala slaktaranum hehe. Eftir móttøkuna fóru vit til Billund, har vit stegðaðu hjá einari vinkonu, manni hennara og teirri elstu dóttir. Hon helt eina veitslu fyri okkum, har vit fingu eina lekkra 3 rættaða, Michélin stjørnu matskrá, sum maður hennara David Fjallsbak hevði staðið fyri.

Hesa ferð, í mun til fyrra brúdleypið, var einki stress. Vit hugnaðu okkum óført, gjørdu alt tað, sum vit vistu, at vit tímdu og alt snúði seg bara um okkum. Tað var ótrúliga avslappandi, romantiskt og mest av øllum festligt, tí Filip gekk hálvgum sjokeraður og sveimaði á skýggjum tað mesta av degnum. Av tí at hetta brúdleypið var meir avslappað, so brúktu vit ikki meir enn 2000 kr uppá dagin.

Vit vóru glað fyri allan dagin, sum hann var. Tað var ein lætti at enduliga kunna tosa við Filip um alt tað, sum vit høvdu gjørt fyri, at vígslan skuldi verða eitt yviraskilsi. Tað allarbesta við degnum var tó andlitið í manni mínum, tá eg fór á knæ.

Eg eri í tí støðu, at eg í roynd og veru gott kann siga, hvat eg gjørdi øðrvísi hesuferð. Vit gjørdu ALT øðrvísi, uttan tað sum hevur mest at siga fyri okkum – at fólkini ikki vóru skift út. Vit giftust við sama persóni og løgdu dent á okkum. Ístaðin fyri dýrar blómur valdi eg at keypa leysar blómur í einum mathandli og bant eg mítt egna blómutyssi. Ístaðin fyri dýran og góðan fotograf, so vóru tað fartelefonirnar og ein selfiestong, sum stóru fyri myndatøkuni. Babba tók nakrar myndir av brúðarparinum í teira hava. Ístaðin fyri eina dýra kondittara brúðarkøku, sum fann mamma nakrar lekkrar køkur í diskinum hjá bakaranum í Aabybro og tað var veldugt fyri okkum. Vit sluppu undan øllum stressi, stríði og stórum útreiðslum, men fingu vit ein minst so góðan dag.


Brúðarferðin hesa ferð gekk til Sharm El Sheik og var tað ein fantastiskur túrur við nógvum upplivingum. Alt gerst betur, tá man er eitt sindur eldri, um tú spyrt meg. Vit vórðu drigin inn í mentanina har og fóru á allar tær útferðirnar, sum vit sloppu til. Vit royndu at sita á kamelum, vitjaðu kirkjur og beduinir o.s.fr. Alt í alt var tað eitt fantastiskt upplivilsi fyri okkum.

Ráð okkara til tykkara:

Nú fari eg heilt sikkurt at ljóða líka, sum øll, ið hava verið ígjøgnum ein hjúnarskilnaða, men “take it from me”, sum í dag fyri seinnu ferð aftur er gift við manninum eg giftist við fyrru ferð. Ikki gifta tykkum, ímeðan tit eru ov ung. Her tosi eg ikki um, at tað kann enda í hjúnaðarskilnaði – tað kann tað altíð – , men eg tosi um brúdleypið sjálvt. Hugsið tykkum sera væl um, um tit yvirhøvur kenna hvønn annan og tykkum sjálvi so væl, at tit akkurát vita, hvat tit vilja hava burturúr degnum. Vilja tit hava eitt brúdleyp, har “man eigur at gera so”? Ella um tit heldur hava hug at hava eitt brúdleyp, sum totalt slítur seg frá bókini um tað perfekta brúdleypið? Tað er umráðandi at hava í huga, at dagurin skal vera um tykkum, og at tit slappa av og njóta dagin saman við “the love of your life”.

Síðani vit giftust seinnu ferð, hava vit valt at góðtikið, at óansæð hvørjar royndir og gleðir lívið hevur at bjóðað okkum, so týður alt upp á, at vit saman vilja uppliva hesi tingini.

Deil hesa grein