Eitt serstakt fríggjarí

Skrivað: Emma Petersen
Skúlaflokkurin visti nakað, sum Miriam ikki visti, og tað var, at Pætur fór at koma heim hetta sama jólaveitslukvøld, og hevði hann ætlanir um at fara á knæ fyri Miriam.
Miriam Høj er úr Skálafirði og starvast sum kassadama hjá Miðberg Bakaríi, ímeðan Pætur Høj er úr Saltangará, har hann eigur og rekur sítt egna felag, sum eitur Raclip Video. Tey møttust í Kelduni í Skálafirði, har tey bæði høvdu gingið síðani tey vóru lítil, og vóru tey sera góðir vinir, áðrenn avgerðin varð tikin um at gerast par. Tey høvdu bæði tosað saman um at giftast, men tað gjørdist ikki til meir enn prát. Tá Pætur fór til Svøríkis á Bíbliuskúla í 2016, var Miriam eftir í Føroyum, og tá Pætur kom heim í jólafrítíðini hendi nakað.
Miriam greiðir frá, at hon totalt varð tikin á bóli av Pæturi. Miriam hevði avgjørt at halda jólaveitslu fyri fyrrverandi studentaskúlaflokkinum, og helt hon, at Pætur fór at koma til Føroyar dagin eftir veitsluna, men so varð ikki. Skúlaflokkurin visti nakað, sum Miriam ikki visti, og tað var, at Pætur fór at koma heim hetta sama jólaveitslukvøld, og hevði hann ætlanir um at fara á knæ fyri Miriam. Ímeðan vinkonurnar og Miriam hugnaðu sær inni, var Pætur upptikin at gera klárt og pynta í bilhúsinum, og vóru genturnar sera varnar við, at Miriam ikki skuldi hyggja út ígjøgnum vindeyga ella úthurðina, so hon ikki skuldi síggja Pætur. Tá endin á kvøldinum nærkaðist, komu tær við tí uppskoti, at tær skuldu fara at spæla eitt spæl, har Miriam skuldi fáa bind fyri eyguni saman við tveimum øðrum. Tað, sum Miriam tó ikki visti av, var, at hinar báðar tóku bindið av aftur og sóu alt, sum gekk fyri seg. Tær tríggjar vórðu leiddar út úr húsinum, og ímeðan lótu hinar báðar sum um tær bæði skríggjaðu og skrálaðu, av tí at tær jú ”einki sóu”. Leiðin gekk so inn í bilhúsið, har Miriam hoyrdi ein kærleikssang og gjørdist tí ógvuliga forvirrað, men tá hon so fekk bindið av, sá hon, at tað var pyntað við nógvum livandi ljósum, og eitt stórt klæði hongur uppi, og tveir kameramenn standa og filma. Út úr klæðinum kemur tá Pætur, sigur nøkur fitt og vøkur orð við Miriam og fer síðani á knæ.

Miriam greiðir frá degnum

Tann 18. juni 2016 var so dagurin, har eg og Pætur skuldu ganga saman í hjúnarlagi. Dagurin hjá mær byrjaði tíðliga, har eg skuldi gerast klár á Salongini hjá Kartin, sum er í Leirvík. Kartin gjørdi mær hárið, Noomi D. Jacobsen sminkaði mær, ímeðan Jórunn S. á Gravarbø gjørdi mær neglirnar. Dagurin hjá Pæturi byrjaði harafturímóti eitt sindur seinni á salongini hjá Haldu, sum er í Gøtu, har Halda sjálv gjørdi hárið hjá honum. Tá eg var sminkað og gjørd til, fór eg í brúðarkjólan, sum var ein stroppaleysur kjóli, leigaður frá Brúðarlín. Síðani gekk leiðin í brúðarbilin, og hevði eg fingið mammubeiggja mín at koyra hann. Vit koyra til Skálafjarðar, har vígslan skal byrja kl. 12, og eg síggi, at salurin í Kelduni, sum er pyntaður við hvítum og pastell-litum, er fullur av fólki. Pápi mín fylgir mær síðani niðan til Pætur, har hann so fittur stendur og bíðar, í Hugo Boss klædningi, eftir mær saman við tveimum vinmonnum hjá honum og mínum beiggjum. Pastorurin í Kelduni, sum vígur okkum, er eisini pápi Pætur, og er tað tískil ein serstøk løtu fyri okkum øll. Eftir vígsluna syngur besti vinmaðurin hjá Pæturi ein sang fyri okkum, og koma systrarnar hjá Pæturi og systurin hjá mær eisini og syngja ein sang fyri okkum. Vit vóru sera glað fyri bæði hesi yvirraskilsini. Eftir vígsluna velja vit at fara út, tí veðrið er so gott, har gestirnir kunnu koma og heilsa uppá okkum. Beint eftir vígsluna høvdu vit valt at hava reseptión, har øll vóru vælkomin. Har fingu vit suppu og køkur, sum Hjalmar J. Juul og Birgitta Joensen høvdu gjørt.

Gullkornini frá Miriam og Pætur eru, at brúðarpør skulu njóta dagin, ikki stúra um nakað og bert hugsa um, hvussu heldigur ein er at hava fingið júst tann makan ein ynskti sær!
Seinni um kvøldið høvdu vit veitslu fyri innbodnum familjum, vinum og kenningum í Bygdarhúsinum í Leirvík, har maturin varð gjørdur av køksfólkinum har, og brúðarkøkan kom frá Miðberg. Vit valdu at hava 11 ára aldursmark á veitsluni, av tí at smábørn ikki orka at sita still ov leingi og kundu tey vaksnu tískil hugna sær uttan at gerast órógvaði. Tíðina, sum vit høvdu tá reseptiónin var liðug, og áðrenn veitslan byrjaði, koyrdu vit ymsastaðni runt og tóku myndir saman við Eydbii Myndir. Vit vóru sera glað fyri allan dagin sum hann var, har bæði vit og gestirnir hugnaðu okkum óført. Brúðarnáttin varð hildin á Hotel Runavík, har vit svóvu okkara fyrstu nátt saman sum hjún. Nakrar dagar eftir brúdleypið, valdu vit at fara brúðarferð til Rhodos, har vit vóru í 14 dagar, men hildu, at tað var ov leingi, og at 10 dagar høvdu verið meira perfekt fyri okkum.

Gullkornini frá brúðarparinum:
Gullkornini frá Miriam og Pætur eru, at brúðarpør skulu njóta dagin, ikki stúra um nakað og bert hugsa um, hvussu heldigur ein er at hava fingið júst tann makan ein ynskti sær!

Deil hesa grein