Eitt nýggjársfríggjarí

Nøvn: Miriam Thomsen & Búgvi Hentze Thomsen

Stutt lýsing um brúðarparið: Miriam Thomsen er 25 ár, ættað úr Fuglafirði og lesur hon til lærara á 2.árið á Fróðskaparsetrið Føroya. Afturat lesnaðinum starvast hon í Vælveru Fitness í Saltangará. Búgvi Hentze Thomsen er somuleiðis 25 ár, ættaður úr Saltangará og arbeiðir hjá Føroya Tele sum kundaráðgevi. Hann er frammanundan útbúgvin krambakallur og hevur ætlanir um at útbúgva seg víðari innan arbeiðsøki. Saman búgva tey í Rituvík, og hava tey búð har síðani 2015.

Brúdleypsdato: 16.07.2016

Gestir til veitsluna: 100 fólk – fyri innbodnum

Stað fyri vígsluna: Rituvíkar Kirkja

Veitslan bleiv hildin:  Bygdarhúsið í Leirvík

Myndafólk: Andri Gerðisá

Skrivað: Emma Petersen

Búgvi greiðir frá:

Vit hava verið par síðani vit vóru 16 ára gomul og vit hava nærum altíð vita, tað skuldi verða vit. Síðani vit fluttu inn saman, byrjaðu vit at hugsa meir og meir um at gifta okkum. Nógv taka eina felags avgerð um hetta, men so var ikki hjá okkum.

Eg hevði spælt mær við tankan um at spyrja Miriam, um hon vildi verða kona mín, í eina tíð og hvussu eg skuldi gera. Eg visti ikki hvørja stødd ringurin skuldi vera, so tá Miriam ein dagin hevði lagt ein ring frá sær, sum hon hevði fingið frá mær, tá hon var 17 ár, var eg skjótur á staðið at taka hann. Hon gekk altíð við hesum ringinum og hevði sera ringa samvitsku við, at ringurin nú var horvin og tordi ikki at fortelja tað fyri mær. Eftir at hava gingið við ringari samvitsku í nakrar mánaðir, mátti hon fortelja tað fyri mær og var tað við sorgblídni. Eg visti jú væl, at hann var vekk, tí eg hevði jú tikið hann, so svarið frá mær, var ikki meir enn “áh?”.

Ætlanin hjá mær var at fara á knæ nýggjársaftan kl 00:00, tí Miriam ikki plagar at lata so væl at nýggjárinum og ætlaði eg, at broyta hennara hugburð til ta betra. Eg hevði ætlanir, um, at vit bæði skuldu vera saman við fleiri av okkara vinfólkum í Runavík, serliga tí Miriam áður hevði nevnt, at tað var so stuttligt, um man var nógv savnaði saman tá eitt fríggjarí fór fram. Tvørari enn so vildi Miriam sleppa til eina vinkonu í Fuglafirði, og eg so koyrdi hana inn. Eg leyg fyri henni og segði, at eg fór út aftur til Runavíkar til vinfólkini, men fór eg oman til verfaðir at spyrja hann um vælsignilsi. Beint áðrenn midnátt fór eg aftur til, har sum Miriam var, og í mínum fínasta stási klokkan 00:00 fekk eg mítt JA!

Datoið fyri brúdleypsdagin hjá okkum, sum var 16/07-16, hevur stóran týdning fyri okkum. “16”, er tí at vit vóru 16 ár tá vit møttust, “07”, tí vit høvdu verið saman í 7 ár, tá vit giftust og “16”, tí vit valdu at geva hvørjum øðrum okkara ja í 2016.

Miriam

Miriam greiðir frá:

Datoið fyri brúdleypsdagin hjá okkum, sum var 16/07-16, hevur stóran týdning fyri okkum. “16”, er tí at vit vóru 16 ár tá vit møttust, “07”, tí vit høvdu verið saman í 7 ár, tá vit giftust og “16”, tí vit valdu at geva hvørjum øðrum okkara ja í 2016.

Nakrar dagar frammanundan hevði eg fingið gjørt neglirnar hjá Mirjam, sum arbeiðir í Stjørnuskotinum. Eg skuldi møta á Salong Haldu í Gøtu klokkan 06:30, har Halda Johannessen skuldi gera bæði hárið og sminkuna hjá mær. Búgvi slapp harafturímóti at sova leingi, og var hann ikki uppi fyrr enn klokkan nærkaðist 11:00.

Vígslan skuldi verða í Rituvíkar kirkju og skuldi hon byrja klokkan 13:00, har Ovi Brim prestur skuldi víga okkum. Tá klokkan nærkaðist 12:00, var eg enn ikki klár. Kjólin var sjálvandi heima hjá foreldrum mínum í Fuglafirði, har eg skuldi gera meg klára, og máttu vit tískil øll í húsinum hjálpa mær í kjólan.

Eg hevði eitt ynski um at keypa ein brúðarkjóla, men eftir at hava verið ein túr inni í Brúðarlín, var eingin ivi um, at eg skuldi hava ein har frá, og skuldi hann verða leigaður. Tilhoyrandi skógvar og slør, hevði eg frammanundan keypt á netinum. Búgvi var í føroyskum búnaða, við hvítum vesti og hosum.

Eftir at enduliga vera komin í brúðarkjólan, gekk leiðin í brúðarbilin, sum skuldi leiða meg til vígsluna. Besti vinmaður mín koyrdi brúðarbilin og tað eri eg sera glað fyri. Eg haldi tað er sera umráðandi at hava í huga, at brúðurin skal føla seg trygga og róliga við honum, sum koyrir, og tað gjørdi eg sannuliga.

Eftir vígsluna valdu vit at fáa myndir tiknar bæði inni í kirkjuni og eisini úti. Vit vóru sera heldig, at veðrið var við okkum, soleiðis at tær flestu myndirnar vórðu tiknar úti. Andri Gerðisá var myndamaður, og fylgdi hann okkum frá morgni til myrkurs.

Veitslan, sum varð hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík, fara vit ongantíð at gloyma og halda vit sjálvi, at tað var eitt tað besta borðhaldið, vit nakrantíð hava verið til. Vit vildu hava eitt siðbundið brúdleyp, saman við okkara nærmastu og tískil var tað eitt brúdleyp fyri innbodnum, har vit høvdu 100 gestir og aldursmarkið var 14 ár.

Vit fingu rækju coctail sum forætt og lambskjøt við tilhoyri sum høvuðsrætt. Vit valdu dessertina frá, tí stórt køkuborð skuldi vera eftir borðhaldið og dansin. Ístaðin høvdu vit gávueskjur  standandi á borðinum til hvønn einstakan gest við ymiskum góðum í.

Búgvi er so heldigur, at hann hevur so góðar vinmenn, sum komu við stuttligum innsløgum. Eisini hevði familjan hjá mær yrkt 2 sangir og skipað fyri øðrum undirhaldi eisini.

Gestirnir settu eisini sín serliga dám á veitsluna, við at vera so við uppá tað og syngja deiliga hart við. Vit halda, at tá man hevur eitt so lítið og nærverandi brúdleyp sum vit høvdu, so er hetta júst tað sum hendur, tí øll kenna hvønn annan.  

Meðan tað varð ruddað av frá borðhaldinum, slapp eg at dansa brúðarvalsin við manni mínum í dansisalinum. Eftir hetta, sungu systir mín og vinmaður hennara eitt so vakurt lag, har eg dansaði við pápa mínum og Búgvi dansaði við mammu síni. Vit rundaðu samansjóðingina av, við at syngja eitt bygdar-kegl, sum forelduri míni høvdu yrkt og eru vit bæði samd í, at øll brúdleyp skuldu havt hetta.

Tað, sum vit halda er so deiligt við Bygdarhúsinum í Leirvík er, at hús, kokkur og servitrisur eru íroknaði í prísinum pr. kuvert!
Av tí, at brúdleypið var so lítið og avmarkað, so høvdu vit brúðarhús dagin eftir, har øll vóru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á.Miriam

Køkuborð við brúðarkøku frá Køku-design v/Ildiko Johansen og øðrum køkum varð gjørt klárt og tónleikur varð settur frá í dansisalinum til tey, ið høvdu hug at dansa víðari. Vit vóru sera glað fyri allan dagin sum hann var og er hann ógloymandi fyri okkara viðkomandi. Tað sum vit halda er so deiligt við Bygdarhúsinum í Leirvík er, at hús, kokkur og servitrisur eru íroknaði í prísinum pr. kuvert!

Av tí, at brúdleypið var so lítið og avmarkað, so høvdu vit brúðarhús dagin eftir, har øll vóru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á. Saman høvdu vit ikki ferðast longri enn til Danmarkar, so hetta var eitt ynski, sum lá frammaliga í planunum. Vit ynsktu ikki at nýta alt ov nógvan pening, so leiðin gekk til Tenerife í 14 dagar, har vit steðgaðu eina nátt í Danmark báðar vegir. Fyri okkum var tað ein fantastisk ferð og er tað, sum man sjálvur ger tað til.

Góð ráð

Búgvi: Um tit ynskja at gera ymiskt prýði sjálvi, sum vit gjørdu, gerið hetta í góðari tíð. Miriam byrjaði at samla uppá ymiskt eitt ár frammanundan, sum hon gjørdi um til pynti: Livorpostei krukkur gjørdi hon um til vakrar stearinljós krukkur, cremefine róma íløt, gjørdi hon um til vasar. Eisini hevði hon bílagt t.d. gávueskjur til dessertina, navnaskeltið til borðplanin, rósubløð til borðprýði o.a. á netinum so hvørt, so tað ikki var nakað, ið skuldi stressa upp undir stóra dagin. Hetta setti sín persónliga dám á brúdleypið, samstundis sum vit spardu ótrúliga nógvar pengar. Á 1 ára hjúnarbandsdegi okkara, funnu vit so útav, at vit nú skulu verða 3. 🙂

Deil hesa grein