Eitt livandi hotel mitt í Havn

Karis í Liða Hansen er frá Tórshavn og er gift við Osvald P. Hansen.
Hava búð seinastu 4 árini í Danmark og eru júst nú flutt heim til Føroyar aftur at búgva. Karis er útbúgvin tannarøktari.

Heildarloysnin frá Hafnia

 Vit kenna tað øll, ein vinkona ella vinmaður skal giftast og TÚ stendur fyri at fyrireika polterabendið.

Og tankarnir fara at mala: Hvat skulu vit gera? Hvar skal tað verða? Hvussu nógv skal tað kosta? Hvussu nógv sleppa við?

Hotel Hafnia bjóðar eina lekkra heildarloysn til eitt fantastiskt polterabend. Her fáa tit eitt frálíkt kvøld og nátt til tykkum øll, óansæð hvussu nógv tit eru. Vit royndu tað, eg og fýra vinkonur.

Kvøldið byrjaði á Katrina Christiansen við fantastiskum mati, starvsfólkini eru sera blíð og høvdu avbera góða tænastu. Síðani gekk leiðin oman á Kafé Kaspar til avbera gott glas av frugtdrykki. Har er eisini møguligt at spæla ymisk spøl. Vit spældu Ligretto og hugnaðu okkum.

At enda kom tað besta; ein deilig nátt uttan mann og børn, bara saman við bestu vinkonunum á Hotel Hafnia við leskiligum morgunmati morgunin eftir.

Umstøðunar vóru hugnaligar, maturin góður, starvsfólkini fitt og blíð

Eg havi persónliga staðið fyri nógvum polterabendum gjøgnum árini, og vil viðmæla øllum at royna hendan heildarpakkan frá Hotel Hafnia. Kvøldið var alt, eg kundi ynskt mær. Umstøðunar vóru hugnaligar, maturin góður, starvsfólkini fitt og blíð og nógv tíð har vinkonur ella vinnmenn kunnu hugna sær og seta ein vinman/konu í miðdepilin í einum livandi hotelli mitt í Havn.

Prísur fyri hvønn einstakan er einans 995kr fyri hvønn.

Til ber at bíleggja her

Deil hesa grein