Minnis-listi

Avgerðin er endiliga tikin og tit eru spent til stóra dagin fyri framman. Men so er spurningurin: Hvar skal ein byrja? Hvussu fyrireikar ein eitt brúdleyp?

Vit hoyra sera ofta fólk nevna, at tey vóru heilt tikin av bóli, tá tey sóu, hvussu nógv fyrireiking skuldi til eitt brúdleyp. Sjálvandi er tað altíð ymiskt frá brúdleyp til brúdleyp, men sum heild er tað altíð gott at hava eitt gott yvirlit og at vera í góðari tíð.

Takið tað heilt róligt, fáið tykkum ein drekkamunn, okkurt gott afturvið og setið tykkum við beinunum hægst við hesum minnis-listanum í hondini. Hetta kann geva tykkum eitt betri yvirlit, soleiðis, at tit sleppa undan at gerast strongd av fyrireikingunum.

Tit kunnu taka listan niður sum pdf-fíl og printa hann út, so tit kunnu seta flugubein í so hvørt sum okkurt er avgreitt. Tit strika sjálvandi tey tingini út, sum ikki eru galdandi fyri tykkum og kunnu t.d. eisini seta onnur ting á listan, sum er viðkomandi fyri tykkum. Og til síðst, men avgjørt ikki minst: Roynið alt, hvat tit kunnu, at hugna tykkum við øllum fyrireikingunum, so tað verður ein góð tíð at minnast aftur á. Alt tað besta

12 mánaðir áðrenn ella skjótast gjørligt

  • Áset brúdleypsdagin
  • Keyp/ger og send t.d. “Save the date”-kort út til tey, tit ynskja at hava við til brúdleypið
  • Bílegg tíð í kirkjuni/samkomuhúsinum/býráðsskrivstovuni
  • Bið um frí frá arbeiði
  • Bílegg høli/telt til veitsluna
  • Bílegg catering/kokk
  • Bílegg tænarar, borðbúnað, borð, stólar (um tað ikki fylgir við hølinum ella matinum)
  • Bílegg brúðarbil
  • Bílegg brúðarfotograf (og avtala júst hvat hann/hon skal vera við til at taka myndir av)
  • Fyrireika hvar tit skulu sova á brúðarnáttini (evt. bíleggja svitu á hotelli e.t.)
  • Bílegg tónleikarar/DJ/undirhald til vígslu og veitslu
  • Bílegg ein orðstýrara/konferencé
  • Bílegg frisør (eisini royndaruppsetan)
  • Bílegg dúkar
  • Bílegg borðprýði (t.d. stakar, vasar, borðløbarar e.t.)
  • Bílegg tíð til brúðarmakeup (eisini royndarmakeup)
  • Bílegg tíð til negl, vakurleikasalong e.t.
  • Bílegg videograf
  • Ger eina fíggjarætlan (t.d. í Excel – sí okkara dømi her)
  • Bílegg tíð til at royna brúðarkjóla (ella leita eftir ella keyp kjólan )
  • Avtala venjingarætlan við teg sjálva/n ella við hjálp frá venjingarstøð
  • Skriva eitt “save the date” í brúðarkalendaran á brudleyp.fo (tvs. bert brúdleypsdato + mynd – um tit ikki vita stað, tíð o.a. enn)

6 mánaðir áðrenn

  • Finn endaliga brúðarkjólan, skógvar og tilhoyr
  • Finn útav, hvørji “dagen derpå”-klæðir tit vilja hava (um tit t.d. hava brúðarhús)
  • Keyp/bílegg klæðir og skógvar til brúðgómin
  • Bílegg/keyp brúðarringar og avtala møguliga gravering
  • Bílegg/keyp reyðan løbara
  • Avtala t.d. brúðarbørn og klæðir til tey
  • Bílegg møguliga tíð til skræddara til tilrættingar
  • Bílegg menu’ina til veitsluna
  • Bílegg brúðarkøkuna
  • Bílegg evt. brúðarferð (og minst til møguligar vaccinatiónir, visum og navnabroyting í passunum)
  • Ger t.d. eina brúðarsíðu ella bólk á facebook viðv. kunning um tykkara brúdleyp

4 mánaðir áðrenn

  • Byrja t.d. uppá ein ynskilista
  • Avtala ein at hava ábyrgdina av gávunum
  • Avtala tvey vitni (tá tað er borgarlig vígsla)
  • Um møgulig serogn skal gerast, tosa tá við sakførara
  • Keyp ella ger t.d. innbjóðingarkort, borðkort, menukort og møgulig takkarkort
  • Bílegg tíð til møguliga tilrættan av brúðarkjóla/klædningi

3 mánaðir áðrenn

  • Uppdatera lýsingina á brúðarkalendaranum á brudleyp.fo (tvs. um tit nú vita stað, tíð o.a.) og vel um brudleyp.fo eisini skal koyra
  • lýsingina í bløðini ella ikki
  • Send innbjóðingarnar út (ella kunna um, um tað er vælkomst osfr.)
  • Venjið brúðarvalsin – t.d. venjingartímar um neyðugt
  • Keyp møguligar smykkur, lingeri, “strømpebånd” o.t.
  • Samskipa gisting fyri gestir um neyðugt
  • Avtala barnaansing til brúðardagin/-náttina og gjarna eisini dagin fyri, um tit sjálvi skulu vera við til at gera klárt
  • Ger eina tíðarætlan fyri brúðardagin og send hana til tykkara orðstýrara/samskipara
  • Deil ymisku uppgávurnar út til familju og vinir
  • Bílegg brúðarbukett, knappholsblómur, borðblómur/dekoratiónir og blómur til kirkjuna

2 mánaðir áðrenn

  • Kanna klæðini til brúðgómin, um nakað skal tillagast
  • Fyrireika tína talu/sang
  • Kanna/avgerð stað/støð til myndatøku á brúðardegnum (eisini okkurt gott “plan-B” stað, um tað t.d. fer at regna)
  • Finn inspiratiónsmyndir til hvørjar brúðarmyndir tit ynskja at fáa tiknar og ger gjarna ein lista yvir, hvat tit heilt víst ynskja mynd av
  • Ger/bílegg sanghefti
  • Keyp drykkjuvørur til borðhaldið/dansin (um tað ikki fylgir við hølinum)
  • Fyrireika teg til tann stóra dagin við nokk av svøvni og evt. venjing – tó uttan at stressa ?
  • Tosa við prest/borgarstjóra um hjúnarváttan og annað, sum møguliga skal avtalast áðrenn

1/2 – 1 mánað áðrenn

  • Avheinta brúðarringarnar, um tað ikki er gjørt
  • Gjøgnumgang tilmeldingarnar/svarini uppá innbjóðingarnar og skriva endaliga gestalistan (t.d. á excel)
  • Ger eina borðætlan og borðuppstillan
  • Ger/keyp bíløgdu borðkortini
  • Upplýs tað endaliga gestatalið til veitsluhøli, kokkin og ábyrgdartænaran. Gjarna skriftligt, so eingin misskiljing verður
  • Keyp t.d. morgungávu
  • Keyp gestabók, um tit ikki eiga frammanundan
  • Veksla pening til brúðarferð – um farið verður á brúðarferð
  • Avtala nærri við prestin/borgarstjóran um sjálva vígsluna. Vel møguligar sálmar og spyr um prýði av kirkjuni og um reglur viðv. fotografering/video.

1-7 dagar fyri brúdleypið

  • Pakka tasku við vanligum klæðum, toilet-tingum o.ø. til at gista brúðarnáttina
  • Heinta/keyp alt, sum skal leigast/keypast (t.d. dúkar, serviettar, borðbúnað, borð-/hølisprýði o.a.)
  • Dekka borðini, legg borðkortini
  • Farið ígjøgnum dagsskránna fyri brúdleypsdagin og farið tíðliga til songar – hvør sær.
  • Minst til tey smáu, hentu tingini í brúðartaskuni: Makeup – t.d. lipgloss – putur, og onnur møgulig “damuting”.
  • Kanna veðrið (verður tørvur á hitalampum, skiftiskóm, jakka e.l., regnskjól o.a.)
  • Avtala við familju og vinir, hvør tekur sær av fylgjandi:
    – At taska við skiftiklæðum og ymiskum møguliga skal handast til tað staðið, har tit skulu gista
    – Barnagentan (daddan ) skal upplýstast um, hvussu nógv børn hann/hon skal ansa eftir. (Ella hava eftirlit við)
    – At skriva niður, hvør gevarin er og hvat innihaldi er og eisini fyri blómur
    – At koyra brúdargávurnar heim til tykkum (antin beinanvegin ella tá veitslan er liðug – um tit gista aðrastaðni enn heima)
    – At avheinta brúðarbukett og knappholsblómur hjá blómuhandlara
    – At gera eitt endaligt eftirlit um borðætlanin er hildin (t.d. um tóm pláss eru, ella um onkur er møttur upp, sum ikki var tilmeldaður ella bert er “dottin ímillum”)

Aftaná brúdleypið

  • Senda takkarkort og/ella lýsing í bløðini
  • Gjalda tær seinastu rokningarnar
  • Turka brúðarbukett og knappholsblómu, um tit ynskja tað
  • Bílegg nýtt pass og koyrikort um navnabroytingar eru
  • Kunna um navnabroyting m.a. hesi støðini: Bankanum, SEV, TAKS, Tryggingarfeløgum

Tak minnis-listan niður sum PDF her

P.S. Sigið okkum endiliga frá á [email protected], um tit hava okkurt, sum tit halda átti at verið á listanum ella verði broytt ?

Deil hesa grein