Brúðurin: Hvussu komi eg í form til brúdleypið !?

Diana Jógvansdóttir Hansen er 28 ár og ættað av Toftum. 

Hon hevur nomið sær útbúgving innan dans á Flowdance Academy og Hotstepper Dance Education. At Work skolen nam hon sær útbúgving sum fitness vegleiðari og persónligur venjari í 2017. 

Eisini hevur Diana arbeitt sum professionellur dansari í Keypmannahavn í 7 ár, men valdi so at koma aftur til Føroyar, har hon í dag starvast sum persónligur venjari í Burn Fitness í Tórshavn. 

Les víðari niðanfyri lýsingina
Hon skal helst kunna møtast við mær 2-3 ferðir um vikuna og eisini venja sjálv viðsíðurnar av. Diana J. Hansen

Diana greiðir frá:

Um ein kvinna kom til mín og segði, at hon skuldi giftast um 5 mánaðar og vildi gjarna hava hjálp við at tapa seg nøkur kilo, so hevði eg fyrst biði hana komi til eina persónliga samrøðu við meg. Har havi eg ymsar spurningar um, hvørji ynskir hon hevur, hvat hon hevur vant fyrr, um hon hevur nakran gamlan skaða ella líknandi. Síðan fara vit eisini á vektina at kanna feitt %, muskul massa o.a. 

Eftir samrøðuna verður so avtala nær fyrsta venjing skal verða. (Hvør venjing hjá mær er 55-60min). Hon skal helst kunna møtast við mær 2-3 ferð um vikuna og eisini venja sjálv viðsíðurnar av. 

Eitt trenings program verður so gjørt, sum passar til hennara ynskir og førleikar. Ein kostætlan er eisini neyðug at hava, tá kostur hevur nógv at siga. Hendan kostætlan kostar 400kr og fyri at fáa sum mest møguligt burturúr, so er neyðugt at fylgja henni gjølla.

Við hesari venjingarætlan skuldi hon kunna nátt málum sínum og passa í dreymakjólan 😉

Les víðari niðanfyri lýsingina
Hon skal í hvørtfall byrja at venja 3 mánaðar áðrenn sjálvan brúdleypsdagin 
Diana J. Hansen

Samband: [email protected]

Prísur fyri at hava Dianu sum persónligan venjara: 

1 tími 475 kr

5 tímar 1750 kr

10 tímar 3000 kr

15 tímar 4125 kr

20 tímar 5000 kr 

25 tímar 5645 kr 

30 tímar 6000 kr

Kostætlan 400 kr.

+ hald í Burn fitness, sum sæðst á heimasíðuni hjá teimum. 

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Elisabeth Purkhús & Fritleif í Lambanum
  • Hildur H Niclassen & Bárður J Hentze
  • Herborg á Mýrini & Poul Poulsen
  • Aloma Stórá Carlsen & Catalin Eugen Galiceanu

Deil hesa grein