Brúdleypsfyrireiking 3. partur – Maiken bloggar

Stutt um okkum

Nøvn á komandi brúðarparinum: Maiken Sigmundsdóttir og Jan á Líðarenda

Størv: Maiken er skrivstovukvinna á Fiskavirkinum í Gøtu, og Jan er vinnuráðgevi hjá Elding

Komandi brúdleypsdagur: 01.07.2017

Eg eiti Maiken Sigmundsdóttir og eri 31 ára gomul. Eg eri fødd og uppvaksin í Kollafirði, so eg eri Kollfirðingur until the day i die!!

Sum 23 ára gomul møtti eg mínum komandi manni, sum eitur Jan á Líðarenda. Hann var 22 ára gamal tá. “Kuvøsuguf”, eg veit, men vit høvdu tað so sjúkliga stuttligt, og hann var barasta so fittur og sjeikaligur, so “screw that” 😀 Og søgan um, hvussu vit møttust, er eisini virkuliga stuttlig, men hana goyma vit til onkran annan dag. 😉

Jan er føddur og uppvaksin í Norðragøtu, og í dag búgva vit í Norðragøtu og eiga 3 dreingir. Teir eru 11 ár, 4 ár og 9 mðr., so tað er rættuliga rokaligt hjá okkum, sum oftast. 😀 😛

Nógv er hent tey 8 árini, vit hava verið saman, men tað hevur bara styrkt okkum sum par.

Í septembur 2013 fór Jan á knæ og spurdi, um eg vildi giftast við sær, og sjááálvandi segði eg ja. 😀 Vit avtalaðu tá, at vit absolut ikki skuldu verða ein av teimum pørunum, sum eru ringforlovaði í fleiri ár, so vit søgdu, at innanfyri tey næstu 2 árini skuldu vit vera gift, og nú skriva vit 2017. 😀 😛 Men nógv hendi aftaná hann hevði verið á knæ, sum faktist gjørdi, at vit ikki ordiliga vóru í “celebration mood”, so tí bleiv tað longri enn ætlað, men hjá teimum allar flestu gongur tað ikki altíð sum ætlað, so hví skulu vit vera nakað undantak.

Nú hava vit alt, og mangla bara at blíva gift, so í ár verður tað!

So var tað brúðarkjólin, ið skuldi finnast!

“Tann allar fyrsti kjólin, ið eg royndi, var í faktist fínasta slag. Hann var so mikið fínasta slag, at eg hugsaði, at finni eg ongan, sum mær dámar betur, so verður tað hesin. Eg hevði ikki hatta “wauw”-følilsi, og havi hoyrt nógv um tað, men trúði ikki ordiliga, at tað var til. Inntil……..”Maiken
Tað var satt at siga virkuliga stuttligt at royna brúðakjólar. Eg hevði bjóðað mammu og systrunum hjá mær við, so tær kundu koma við sínum hugsanum, men “no matter what”, so er mín meining tann týdningarmiklasta, so tær komu eisini við fyri selskaps skyld.

Man sær altíð í filmum og aðrastaðni, at mammur og systrar fara við til tílíkt, og tað sær alt so perfekt út. Eg royndi at gera meg eitt sindur pena, tí tað er eitt sindur hugaligari at royna klæðir, tá ein hevur gjørt seg eitt sindur til. Eg hevði nokk so kortsíðani átt, so eg hevði ikki gjørt nakað við hárið, so sum liting ella stríping, so hárið hevði ein ljótan livurpostei lit. Ikki krukkulivurpostei, men meira litin á skorpuni á Krás livurposteinum. Makeup brúkti eg heldur ikki nógv av, tí eg vildi ikki fylla andlitið við produktum, sum kundu seta seg í mjólkina, so tað var sum best bar til.

Ein følir seg eisini sum eina kúgv, tí ein er stórur og “dirrutur”, og ein gongur við boppunum uttanfyri allan dagin langan!! Eri ikki ein av teimum, har kiloini bara rapla av, tá ein gevur bróst! So screw you all, sum hava tann “trupulleikan”…you are all bitches! 😛 😀

Eg hevði valt mær ymiskar kjólar á Facebook síðuni hjá Brúðarlín, sum mær dámdi væl. Eg var so spent at sleppa at royna teir. Men eg klæddi als ikki tað, sum eg hevði ímyndað mær, var pent. Blondir á bringuni, sum eg haldi er so flott og elegant, setti bara fokus á, hvussu slaskutar og prikkutar armar eg havi, so tað bleiv skjótt droppað. Tann allar fyrsti kjólin eg royndi var faktist fínasta slag. Hann var so mikið fínasta slag, at eg hugsaði, at finni eg ongan, sum mær dámar betur, so verður tað hesin. Eg hevði ikki hatta “wauw”-følilsi, og havi hoyrt nógv um tað, men trúði ikki ordiliga, at tað var til. Inntil……..Ratatadummm (mítt trummuljóð)…….eg fann HANN!!! Eg fekk eitt “wauw”-følilsi, tá eg fór í hann, og eg var so spent at vita, um gellurnar, sum tóku selfie’s, eisini fingu eitt. Og tað gjørdu tær!!! ???? Ein klettur fall av mínum herðum, og nú kundi brúdleypið bara koma, tí kjólin var funnin!! Shit tað var gott altso!!! ????

So var bara eitt at gera, og tað var at koma í form, tí kjólin var faktist ov lítil. ???? Djørv altso, at satsa uppá ein ov lítlan kjóla. Faktist er tað skít býtt, tí eg trúgvi, at tað eru fá í hesari verð, sum elska at eta líka nógv sum eg.Maiken
Skógvar royndi eg eisini, og tað var ein verri ein! Sjálvandi er tað flottari at fara í ordiliga høgar skógvar, tí ein fær so penan kropsburð og blablabla, men tað er tað reina undirhald, tá eg fari í høghalaðar skógvar, so illa dugi eg í tí. Kropsburðurin er rætt og slætt ræðuligur. Gangi, sum nálir eru í skónum, og royni at glíða eftir gólvinum, uttan at lyfta fótin ov nógv upp, tí um eg geri tað, so klári eg ikki at finna fótafestið aftur, tá eg skal seta hælin í. Armarnir úteftir og royni at finna balansuna, ristandi og skelvandi og glíðandi eftir gólvinum – Tað er barasta ikki eitt pent gongulag!! Totalt “Bambi á ísinum”. So at ganga í høgum skóm ynski eg ikki mínum allar ringasta fígginda!

So kom systir mín har…totalt rockaði í teimum allar hægstu skónum. Gekk sum á skýggjum. Einki problem what so ever, og faktist keypti hon sær eitt par…hon er ein “fightari”!! ????

Eg vildi hava teir skógvarnir, sum høvdu tann lægsta hælin, men teir áttu tey ikki inni. So eg skrivaði meg upp til einar, sum eg skal prøva aftur. Havi keypt mær einar hvítar Nike skógvar, so tað skal nokk ganga…smooooth…;)

So var bara eitt at gera, og tað var at koma í form, tí kjólin var faktist ov lítil. ???? Djørv altso, at satsa uppá ein ov lítlan kjóla. Faktist er tað skít býtt, tí eg trúgvi, at tað eru fá í hesari verð, sum elska at eta líka nógv sum eg. Tað er tað allar, allar lekkrasta sum finst! Meeen tá ein skal giftast, tá sleppur ein ikki at eta. Noynoy, ein skal ganga svangur meginpartin av tíðini, og so skal ein venja eisini. Hús, sum skal haldast, smábørn, sum skulu passast, eitt stórt smábarn sum eisini krevur sín part, og eitt fulltíðarstarv!! Dagurin strekkjur simpulthen ikki til alt, sum skal gerast, so okkurt liggur eftir, og í hesum førinum verður tað húsini. Tey síggja út sum “Jerusalems oyleggilsi”, sum mamma plagdi at siga, men tað verður harvið! Tey blíva ikki ordiliga ruddaði fyrr enn aftaná brúdleypið, hehe. ???? Ikki uttan at mamma kemur norð onkran dagin…hint hint! ???? ????

Deil hesa grein