Brúdleypsfyrireiking 2. partur – Maiken bloggar

Stutt um okkum

Nøvn á komandi brúðarparinum: Maiken Sigmundsdóttir og Jan á Líðarenda

Størv: Maiken er skrivstovukvinna á Fiskavirkinum í Gøtu, og Jan er vinnuráðgevi hjá Elding

Komandi brúdleypsdagur: 01.07.2017

Eg eiti Maiken Sigmundsdóttir og eri 31 ára gomul. Eg eri fødd og uppvaksin í Kollafirði, so eg eri Kollfirðingur until the day i die!!

Sum 23 ára gomul møtti eg mínum komandi manni, sum eitur Jan á Líðarenda. Hann var 22 ára gamal tá. “Kuvøsuguf”, eg veit, men vit høvdu tað so sjúkliga stuttligt, og hann var barasta so fittur og sjeikaligur, so “screw that” 😀 Og søgan um, hvussu vit møttust, er eisini virkuliga stuttlig, men hana goyma vit til onkran annan dag. 😉

Jan er føddur og uppvaksin í Norðragøtu, og í dag búgva vit í Norðragøtu og eiga 3 dreingir. Teir eru 11 ár, 4 ár og 9 mðr., so tað er rættuliga rokaligt hjá okkum, sum oftast. 😀 😛

Nógv er hent tey 8 árini, vit hava verið saman, men tað hevur bara styrkt okkum sum par.

Í septembur 2013 fór Jan á knæ og spurdi, um eg vildi giftast við sær, og sjááálvandi segði eg ja. 😀 Vit avtalaðu tá, at vit absolut ikki skuldu verða ein av teimum pørunum, sum eru ringforlovaði í fleiri ár, so vit søgdu, at innanfyri tey næstu 2 árini skuldu vit vera gift, og nú skriva vit 2017. 😀 😛 Men nógv hendi aftaná hann hevði verið á knæ, sum faktist gjørdi, at vit ikki ordiliga vóru í “celebration mood”, so tí bleiv tað longri enn ætlað, men hjá teimum allar flestu gongur tað ikki altíð sum ætlað, so hví skulu vit vera nakað undantak.

Nú hava vit alt, og mangla bara at blíva gift, so í ár verður tað!

So er tað brúdleypsfyrireiking á skránni!

Eg havi aldrin verið tann stóri fjepparin av makeup, móta og øðrum, og Youtube hevur mangan hjálpt mær, tá eg ikki veit, hvat ein brúkar hetta ymiska makeup’ið til.
Maiken
Tað allar torførasta hevur verið, at funnið útav, hvørjum vit skuldu bjóða í okkara brúdleyp. Vit hava havt óteljandi diskussiónir um, hvussu vit skuldu loysa tann “trupulleikan”.

Mín allar fyrsti tanki var, at tað skuldi vera eitt ordiliga lítið brúdleyp, har vit bjóðaðu foreldrum og systkjum við makum og børnum, men sjeikurin vildi hava eitt stórt brúdleyp. So fóru vit til eitt brúdleyp hjá einum vinarpari hjá okkum, har tey bara høvdu bjóðað nærmastu familjuna og vinum, og eg helt, at tað var so hugnaligt, og kom í aðrar tankar. Hugsaði, at tað var næstan synd, um vit ikki gjørdu eitt sindur burturúr einum so stórum degi! Hevði nokk angrað tað í framtíðini. Og so sjálvandi eisini, at ein vil jú, at onkur skal síggja teg, tá tú enduliga sært gott út. ? Eg havi aldrin verið tann stóri fjepparin av makeup, móta og øðrum, og Youtube hevur mangan hjálpt mær, tá eg ikki veit, hvat ein brúkar hetta ymiska makeup’ið til.

Aftaná hesar óteljandi diskussiónir, og vit komu ongan veg, segði sjeikurin við meg, at nú seta vit eitt dato á, nær vit skulu hava avgjørt, hvørjum vit bjóða. 14. januar bleiv dato’ið, og tá var tað eingin góða mamma! Tað hjálpti, tí tá tann dagurin upprann, høvdu vit gjørt ein innbjóðingarlista, sum vit vóru samd um, og tað endaði við at verða ein listi við uml 100-110 fólkum á. ?

Nakað, sum eg havi lært higartil, er, at aaaldrin blívur tað, sum ein allar fyrst ætlar sær, so ein broytir meining umleið 1000 ferðir.Maiken
Ikki dugi eg serliga væl við pynti og detaljum, so eg var púrasta í dýrastu neyð, tá eg skuldi finna útav, hvussu hølið og borðini skulu pyntast. Onkur viðmælti mær at brúka hasa appina, sum eitur Pinterest, men eg helt, at hon var so rótut, og eg dugdi slett ikki at brúka hana, so eg slettaði hana aftur.

Eg vendi mær so til mín góða nábúgva, sum eisini kortsíðani er blivin gift, og hon hjálpti mær við tí.
Eg haldi, at eg nevndi litin gult fyri henni, og at mær dámar so sera væl blómuna, sum eitur Solsikke. Hon er grafikari og hon dugir sítt shit, so tað var skjótt, at hon fann ymiskar uppsetanir av pynti, borðum o.ø, og eg fall beinanvegin fyri tí!! ?

Faktist er tað so stuttligt, at forbókstavirnir hjá henni og manni hennara eru teir somu sum okkara, og maðurin hjá henni hevði gjørt eitt so fantastiska flott handverk úr træi við ljósi og tí heila, har teirra bókstavir eru “smeltaðir” saman í eitt. GENIALT!!! Tað hekk aftanfyri har sum tey sótu, tá tey høvdu brúðarveitslu, og tað hava vit fingið loyvi til at læna til okkara brúdleyp. ? So tað er okkara “something borrowed”.

Annars so havi eg fingið mær Pinterest aftur, og dugi betur at brúka tað hesaferð. ?

Eg hevði gjørt mær allar møguligar tankar um, hvussu kjólin skuldi síggja út, men tá eg prøvaði kjólar, fann eg skjótt útav, at eg slett ikki klæddi tað, sum eg hevði ímyndað mær.Maiken
So til hesar lortu glaskrukkurnar, sum eg havi sett mær fyri at samlað. Eg sá, at onkur annar hevði brúkt tað, og helt tað var so fitt og smart. Eg havi heitt á fólk um at goyma glaskrukkur. Eg ætlaði í roynd og veru fyrst, at tað bara skuldi vera livurposteikrukkur, men so sá eg,at tað bar slett ikki til. So bleiv tað til livurposteikrukkur og súltitoyskrukkur, men tað gongur heldur ikki, tí eg nái ikki at samla allar tær krukkur eg skal brúka. Tað endaði so við at blíva allar krukkur í øllum støddum. ?

Nakað, sum eg havi lært higartil, er, at aaaldrin blívur tað, sum ein allar fyrst ætlar sær, so ein broytir meining umleið 1000 ferðir. Sum tá eg skuldi finna kjólan! Eg havi leigað kjólan frá Brúðarlín, tí eg tími ikki at keypa nakað, sum bara skal brúkast einaferð. Ikki tað, eg havi nokk nøkur pløgg í klædnaskápinum, sum kanska eru brúkt einaferð ella ongantíð. ?

Eg hevði gjørt mær allar møguligar tankar um, hvussu kjólin skuldi síggja út, men tá eg prøvaði kjólar, fann eg skjótt útav, at eg slett ikki klæddi tað, sum eg hevði ímyndað mær. Men kjólin er so viktigur, at hann má fáa eina “grein” fyri seg sjálvan, so hann goyma vit til næstuferð. ?

Deil hesa grein