Brúdleypið hjá Eydis & Páll Skýlindal

Nøvn:
Eydis og Páll Skýlindal

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Eydis er úr Syðrugøtu, 29 ár og er fólkaskúlalærari, og Páll er úr Tórshavn, 33 ár og er málari.

Brúdleypsdato:
28. desembur 2013

Gestir til veitsluna:
88 fólk – var fyri innbodnum. Brunch var beint eftir vígsluna –
tað var fyri øllum.

Stað fyri vígsluna:
Samkomuhúsið Filadelfia í Gøtugjógv

Veitslan bleiv hildin:
Sjókaféin í Runavík

Fíggjarætlan:
Uml. 100.000 kr.
Myndir:
Beinta á Torkilsheyggi

Avgerðin um at giftast – Eydis greiðir frá

Eg hevði ynskt, at vit høvdu eina langa romantiska søgu um, hvussu vit blivu trúlovaði, men soleiðis var ikki. Tað byrjaði við smáum práti, og bleiv so meira og meira alvorligt, og gjørdu vit, í felag, av, at vit skuldu giftast. Eg fór í ein smykkuhandil, prøvaði stødd á ringi, og síðani fór Páll inn at velja ein trúlovilsisring. Páll spurdi so babba og meg á mínum 25 ára føðingardegi (eg visti, at ringurin var keyptur, og at hann fór at spyrja hendan dagin). Tá ið føðingardagurin var liðugur um midnátt, bað Páll meg koma ein gongutúr niðan á rossagøtuna (eg visti, hvat hann skuldi).
Vit høvdu gingið eina góða løtu, tá ið Páll steðgaði og fór á knæ. Eg bleiv sjálvandi glað, hóast eg hevði stóran mistanka, um hvat fór at henda.
Tá ið vit gjørdu av, at vit skuldu giftast, høvdu vit sett dagin at verða 5. juli. 2014, tveir dagar áðrenn Páll bleiv 30 ár. Men sum fyrireikingarnar fóru fram, passaði hetta dato verri og verri, og síðst í novembur (5 vikur áðrenn) broyttu vit dato´i til 28. des. 2013. Vit valdu hetta dato, tí at omma og abbi mín hildu teirra diamantbrúdleyp hendan dagin.

Brúdleypsdagurin – Eydis greiðir frá

Páll ynskti at hava eitt lítið brúdleyp, meðan eg vildi hava eitt stórt brúdleyp. Vit gjørdu so av at møtast á miðjuni, har vit høvdu eina brunch fyri øllum, sum ynsktu at koma. Brunchin var beint eftir vígsluna, og av tí sama vóru sera nógv fólk bæði til vígsluna og til brunchina (fleiri enn til veitsluna). Til sjálva veitsluna vóru 88 fólk, sum vóru boðin.

Vígslan var í samkomuhúsinum Filadelfia í Gøtugjógv. Vígslan var longu kl. 11 og brunchin kl.12-14, tí omma og abbi skuldi hava teirra veitslu millum brunchina og veitsluna hjá okkum kl. 14-19. Kl. 19 um kvøldið var veitslan hjá okkum í Sjókaféini í Runavík.
Brúdleypið hjá okkum kostaði um 100.000 kr. Vit royndu at spara har, sum vit kundu, uttan at tað broytti okkara ynskir ov nógv.
Tá ið vit planløgdu brúdleypið, blivu vit skjótt einig um, at vit skuldu halda brúdleyp á tann hátt, sum vit sjálvi ynsktu og ikki á ein traditionellan hátt, “tí at tað eigur man”.

Vígslan var, sum sagt, longu kl. 11. Brunchin var aftaná vígsluna og til uml. kl. 14 í kjallaranum í Filadelfia. Eftir hetta fóru vit við fotografinum at taka myndir ymsastaðni í nærumhvørvinum. Uml. kl. 17 vóru vit liðug at taka myndir, og fóru vit í veitsluna hjá ommu og abba til vit sjálvi skuldu hava veitslu kl. 19. Veitslan var avslappandi við góðum mati, sangi, talum og skemti. Veitslan var til á midnátt. Eftir veitsluna var farið til Havnar á Hotel Tórshavn at gista í brúðarsvituni.

Um summarið 2013 vóru vit í Norra og ferðaðust hjá familju, og fór eg til Tróndheim at royna brúðarkjólar, men tað var ongin, sum eg føldi var tann rætti. Vit hugdi síðani nógv á netinum, og eg fann eina bíliga heimasíðu við kjólum, og gjørdi av at prøva at bíleggja tveir brúðarkjólar heim. Annan av kjólunum dámdi mær so væl, at eg giftist í honum. Kjólin kostaði uml. 1.500-2.000 kr.
Páll bleiv giftur í føroyskum klæðum. Av tí at brúðarkjólin var heilt hvítur, og tað ikki fæst heilt hvítt toy til vestin, bleiv avgjørt at vesturin skuldi vera vínreyður við hvítum og ljósum mynstri, sum omman hjá Páll broderaði.
Tað besta við degnum var, at vit vóru glað og væl nøgd, tá ið dagurin var at enda komin.
Brúðarferðin varð summarið eftir. Vit fóru eina cruiseferð í Karibiska havinum. Vit fingu eitt danskt felag at seta eina ferð saman, sum vit ynsktu. Vit fóru fyrst til Orlando, Florida, har vit vóru í 4 dagar. síðani fóru vit umborð á cruiseskipið Freedom of the seas, har vit vóru í 7 dagar. Vit sigldu til Haiti, Jamaica, Mexico og Cayman Island og vóru vit á landi í hvørjum landi í uml. 8 tímar. Eftir cruiseferðina gekk leiðin til Miami, Florida, har vit vóru í 3 dagar. 14 ógloymandi dagar við nógvum upplivilsum.
Eit gott ráð: Haldið dagin soleiðis, sum TIT ynskja, og ikki hugsi ov nógv um, hvat mann “eigur” at gera.
Vit eru væl nøgd við dagin, og hugsa tí ikki um, hvat vit kundu gjørt øðrvísi, tí vit giftast jú bara einaferð. 😉

Beinta á Torkilsheyggi tók myndirnar gjøgnum allan dagin.

Salong K (Kartin Høgnesen) gjørdi hárið hjá mær, Royal (Ásla Breyt Danielsen) gjørdi hárið hjá Páll.

Rannveig Gregersen gjørdi Make-Up og Jessie Gleðisheygg gjørdi negl.

Maturin bleiv gjørdur í Sjókafeini, Køkur (Jórun) gjørdi brúðarkøkuna, Orkis gjørdi pynt, og Blómuhandilin við Kiosk Vár í Klaksvík (minnist ikki navnið) gjørdi brúðarbukettina.

Deil hesa grein