Brúðgómurin: Hvussu finni eg rætta klædningin til brúdleypið?

Janus Poulsen er giftur, eigur 2 børn og er útbúgvin krambakallur í 2001 við sergrein í klæðum.

Hann starvast til dagligt sum handilsleiðari í Skálkur Man, sum er í SMS. 

Janus: Eg eri so at siga altíð at hitta í handlinum. Eg viðmæli, at man kemur í góðari tíð, tá brúðgóms klæðini skulu keypast, og at man tekur sær tíð til, at royna ymiskar valmøguleikar, soleiðis at man finnur júst tað rætta settið.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Eg haldi ikki, at maðurin skal outshina brúðrina. Eg plagi at siga, at vit eru eitt “accessory”Janus Poulsen
Les víðari niðanfyri lýsingina

Teir flestu eru eitt sindir praktiskir, og tá eg skrivi praktiskir, so meini eg, at teir ynskja ein myrkan, einkultan klædning. Hann kann vera svartur ella navy bláur. Í mun til aðrar, sum ynskja ein smoking ella onkran serligan lit. Eg viðmæli tó sum oftast ein myrkan klædningin ella ein heilt klassiskan smoking. Tí eg haldi ikki, at maðurin skal out shina brúðrina. Eg plagi at siga, at vit eru eitt “accessory”, tí hon skal jú vera miðpunktið hjá manninum og øðrum henda serliga dagin😉.

Hetta tekur seg sum oftast eisini best út á brúðarmyndum, tvs. at parið onkursvegna hongur saman í stílið. 


Tað er sera ymiskt, hvat brúðgómar vilja hava. Teir flestu eru eitt sindur praktiskir og ynskja okkurt, ið kann brúkast eftir brúdleypið eisini. Og so eru tað summir, sum ynskja okkurt heilt serligt.Janus Poulsen

Viðmerkjast skal tó, at brúdleyp eru ymisk og tí er tørvurin eisini sera ymiskur. Men um man ivast í klæðunum, so viðmælið eg sum sagt eitt myrkt dress, hvíta skjúrtu (ikki rá hvíta) og so antin eina myrka sloyfu/slips og einar svartar skógvar. Hetta er sera traditionelt, men riggar altíð knas hamrandi gott!

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Elisabeth Purkhús & Fritleif í Lambanum
  • Hildur H Niclassen & Bárður J Hentze
  • Herborg á Mýrini & Poul Poulsen
  • Aloma Stórá Carlsen & Catalin Eugen Galiceanu

Deil hesa grein