Brúðarvígsla við sjóvarútsýni

Nøvn: Kirstin og Sigtór Lützen

Størv: Kirstin starvast í BankNordik sum kundaráðgevi og lesur løgfrøði við síðuna av.
Sigtór er útbúgvin timburmaður, men starvast innan fyri landbúnaða.

Brúdleypsdagur: 01.08.2015

Vígslan: í Syðradali

Veitslan: í HB-Húsinum

Gestir: 195 fólk

Fíggjarætlan: Kr. 140.000,-

Myndir: Sunnleif Andreassen

Kirstin greiðir frá

Stutt um okkum:
Vit møttust í Havnar Róðrarfelag, og hava í ár (2017) verið saman í 10 ár. Vit hava nú 3 børn 9, 6 og 0 ár. Sigtór eigur ta elstu gentuna áðrenn.

Sigtór er úr Havn, og er uppvaksin í Syðradali. Hann hevur búð her síðan hann var 10 ár.

Eg eri av Sandoynni, men eri uppvaksin í Havn og Danmark. Vit hava búð saman í Syðradali síðani 2009 og eru nú ígongd við at byggja egin hús her.

Brúðardagurin:
Vit vórðu vígd uttandura við útsýni til sjógvin. Vit vóru sera heldig við veðrinum. Vígslan var kl. 13. Ein vinmaður koyrdi okkum við sínum bili.

Pápi mín leiddi meg upp til Sigtór. Eg helt hetta vera ordiliga stuttligt og ein æra fyri bæði hann og meg. Eitt brúdleyp er ikki bara stórt fyri brúðarparið, men eisini fyri foreldrini.

Tað var guittarspæl frá Ragnar og so vóru tveir kórsangarar og sungu. Hetta høvdu foreldrini skipað fyri.

Tað var sera nervapirrandi at hava vígslu úti. Tað regnaði næstan alt summarið í 2015. Vit fylgdu við veðurtíðindum fleiri ferðir um dagin vikuna upp undir. Men vit høvdu tó eina plan B, sum var at giftast í Vesturkirkjuni.
Vit eru ovurfegin um at tað eydnaðist sum tað gjørdi, hóast vit upprunaliga høvdu ætlað at blíva vígd úti á bønum. Tað var bøurin ov vátur til.

Aftaná vígsluna var eitt lítið ábit og sjampanja til gestirnar. Øl og cider stóð í einari trillibøru við ísterningum.

Eftir vígsluna kom ein stórur traktorur við vogni eftir okkum, har vit síðani fóru at taka brúðarmyndir.

Vit høvdu fingið Sunnleif Andreassen at taka myndirnar. Hann var við frá tíðliga á morgni til aftaná borðhaldið.

Vit høvdu nokk so langa tíð frá vígsluni til veitsluna. Tað var nokk so deiligt, tí so fingu vit eina løtu saman við børnunum og familjuni áðrenn.

Eftir vígsluna og myndatøkuna gekk leiðin til HB-Húsið, har borðhald og dansur var fyri innbodnum.

Pynt og blómur var einkult, og litirnir, sum gingu ígjøgnum alt brúdleypið, vóru peach og hvítt.

Vit høvdu biðið Hansu Johannesen til kokk. Vit høvdu laks til forræt, og høvuðsrætturin var oksakjøt frá okkum sjálvum, eplir og rótfruktir. Omaná høvdu vit brownie við ísi og berum.

Vit valdu ikki at hava kakuborð aftaná, men blandað bomm og smákøkur. Hetta var eitt ordiligt “hit”.

Eisini høvdu vit eina photobooth, har nógvar festligar myndir vórðu tiknar.

“Eingin annar er vígdur har fyrr. Náttúran er so vøkur, og vit dugdu bara at ímynda okkum, at tað fór at vera heilt fantastiskt og flott”
Hví júst hetta slag av brúdleypi:
Vit valdu at hava vígsluna í Syðradali, tí at vit fyrst og fremst ynsktu, at okkurt skuldi vera heilt serligt. Vit ynsktu at gera okkurt, sum ikki er so “vanligt”, í øllum førum ikki her heima í Føroyum. Harafturat føldu vit, at vit sjálvandi skuldu siga ja til hvønn annan her í Syðradali, har vit búgva og eru hvønn tann einasta dag.
Eingin annar er vígdur har fyrr. Náttúran er so vøkur, og vit dugdu bara at ímynda okkum, at tað fór at vera heilt fantastiskt og flott.

Vit valdu at hava eina stóra veitslu fyri bæði familju og vinum, soleiðis at øll kundu hátíðarhalda dagin saman við okkum, og tí vit vildu hava tey at vera ein partur av okkara degi.

Brúðarkjólin og brúðarblómutyssið:
Brúðarkjólin bleiv keyptur ígjøgnum “Nicolais Brudekjoler” við Nørreport station. Kjólin var bílagdur úr Onglandi.

Kjólin var tann einasta útreiðslan, sum eg ikki vildi spara uppá, tí man sleppur vónandi bert í hendan einaferð.

Brúðarkjólin kostaði uml. 12.000 kr.

Til brúdleypið ynsktu vit tað sera einkult og “peach” litir. Blómutyssið var bert peach littar rósur. Vit keyptu frá “Árstíðirnar” og vóru sera vælnøgd.

Klæðini hjá brúðgóminum:
Sigtór var í føroyskum búna, og var tað ongantíð nakað ivamál um tað. Hann átti sjálvur klæðini, men lænti vestin og hosurnar frá einum vinmanni.

Laila Carlsen gjørdi hár og sminku hjá mær. Bjarta gjørdi hjá Sigtór og ein vinkona hjá gentunum.

Brúðarferðin:
Vit valdu ikki at fara á brúðarferð beinanvegin. Vit fóru til Phuket 1.november, t.v.s. 3 mðr. eftir brúdleypið. Hetta var ein heilt fantastisk ferð. Vit vilja viðmæla øllum at fara brúðarferð, serliga um ein hevur børn. Vit fingu nógva tíð saman.

Fyrireikingarnar til brúdleypið:
Vit byrjaðu at fyrireika brúdleypið uml. 10 mðr. áðrenn, men tað var mest tað við teimum stóru tingunum,so sum høli, prest, kokk o.a. Eg haldi ikki, at vit vóru so strongd um tað, men tað er altíð nógv at gera vikuna áðrenn, við ymiskum, sum ein ikki kann fyrireika fyrr enn beint áðrenn, og tá er gott við góðari hjálp. Eg hevði roynt at fingið fleiri fólk at dekka borð, tað tók nokk so langa tíð. Eisini hevði eg ornað serviettar nakrar dagar áðrenn ístaðin fyri dagin áðrenn. Tað tók nógv longri tíð enn væntað.

“Gerið tað, sum tit ynskja og sermerkir tykkum. Ikki hugsa, hvat onnur halda. Tað er tykkara dagur”Kirstin
Tað besta við brúðardegnum:
Alt var fantastiskt, men sjálv vígslan var nakað heilt serligt.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Eg havi fleiri góð ráð!
– Gerið tað, sum tit ynskja og sermerkir tykkum. Ikki hugsa, hvat onnur halda. Tað er tykkara dagur.
– Havið frí í nakrar dagar eftir brúdleypið, soleiðis at tit kunnu njóta og sodna dagarnar saman. Teir koma ikki aftur.
– Gerið so nógv sum møguligt klárt áðrenn, so alt ikki kemur móti endanum.


Trýst á myndirnar fyri at gera tær størri

Deil hesa grein