Brúðarmyndir av Jannet og David

Myndirnar eru av brúðarparinum Jannet og David, og eru tiknar ein kaldan vetrardag í novembur. Hóast tað var sera kalt hendan dagin, var alt annað enn kalt, tá tey bæði vístu sín kærleika til hvønn annan. Vit eru sera glað fyri, at vit sloppu at vera tey heldigu at taka teirra brúðarmyndir, og enn glaðari fyri øll tey vøkru orðini, vit fingu frá teimum, tá tey sóu myndirnar. Vit ynskja teimum alt tað besta í hjúnabandi teirra.