Brúðardagar 17.-19. mei hjá Thomas Dam á Hálsi

BRÚÐARDAGAR 17. -19. mei
– Íblástur, tilboð og ein heppin vinnari á 12.500 kr. í gávukortum.

Í døgunum 17.-19.mei vera brúðardagar, har komandi brúðarpør og onnur kunnu uppliva brúðar- & veitsluróm á Hálsi. Vit sláa dyrnar upp fyri ársins brúðarráki innan brúðarkjólar, gallakjólar, brúðartyss, heiðursportur og borðpynti. Til ber m.a. eisini at uppliva nýggja rabarbusidaran, ið hóskar stak væl sum vælkomudrykk, síggja lekrar kreativar brúðarmyndir, fáa íblástur til vøkur, smørt og romantisk brúðar- og veitsluborð og mangt annað. Eisini verður tað ein heppin vinnari, ið vinnur eitt gávukort frá hvørjum veitara á 2.500 kr., íalt virði á 12.500kr.

Uttanlands eru brúðarmessur vanligar og eitt “must” hjá komandi brúðarpørum at vitja, fyri at fáa íblástur, hugskot, ráðgeving og góð tilboð.
Her heima eru ikki tílíkar brúðarmessur, tí hevur Thomas Dam á Hálsi tikið stig til brúðardagar.
Vit hava stílað fyri Brúðardøgum í nógv ár, men ynskja nú at bjóða eina breiðari heildaruppliving, tí eru vit farin saman við Brúðarlín, Blómuhúsinum, fotografinum Sunrid í Gong og Okkara, fimm førandi veitarar til brúdleyp og veitslur innan hvørt sítt øki. Saman kunnu vit nú bjóða øllum til tríggjar spennandi dagar, har brúðarrómur, blómur, brúðarslør, tónleikur, vøkur uppdekkaði borð, vælkomudrykkur, tyll og enska kongaliga brúdleypið vera í miðdeplinum. Her gerast dreymar veruleika.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Vinnarin av stóra vinninginum á 5 gávukort á kr. 2.500 verður funnin, umframt at Jens Marni spælir

Veitslu- & køksbúðin hjá Thomas Dam á Hálsi á Heykavegi 3 verður karmur um Brúðardagar, ið verða hildnir frá hósdegnum 17. mei og enda við einum stórfingnum braki leygardagin 19. mei, tá vinnarin av stóra vinninginum á 5 gávukort á 2.500 kr. verður funnin, umframt at Jens Marni Hansen spælir.

Les víðari niðanfyri lýsingina
Brúdleypið hjá enska prinsinum Harry & Meghan verður víst á stórskýggja

Skráin:

Hósdagin og fríggjadagin:

Kl. 10-17.30 – Framsýning við tilboðum

Leygardagin:
Kl. 10 – Dyrnar lata upp við framsýning og góðum tilboðum
Kl. 11 – Brúdleypið hjá enska prinsinum Harry & Meghan verður víst á stórskýggja
Kl. 14 – Jens Marni spælir
Kl. 14.30 – Vinnarin av 5 gávukortum á 2.500 kr. verður funnin
Kl. 16 – dyrnar lata aftur.

Vinn gávukort á virði 12.500 kr. – Fyri at vera við skalt tú bæði:

1: Vitja Brúðardagar 2018
2: Luttaka/vísa interessu og deila hetta tiltakið (event) á Facebook.

Øll kunnu luttaka!

Brúðarkalendarin – Komandi brúdleyp

  • Ester Eyðunsdóttir Andreasen & William Quinn Olsen
  • Kitty Dam & Regin W. Dalsgaard
  • Súsanna Á. Joensen & Dánjal L. Jensen
  • Laila Mikkelsen & Claus M. Vestergaard

Deil hesa grein