Barbara & Eirikur Thomsen – Brúdleypsdagurin

Nøvn:
Barbara & Eirikur Thomsen

Størv og stutt lýsing um brúðarparið:
Barbara er 23 ára gomul, og er av Tvøroyri, men flutti til Havnar 1. mai í ár. Hon bleiv liðug sum heilsurøktari í 2017 og hevur valt at fara at útbúgva seg víðari. Tann 1.sept. skal hon byrja at læra til farmakonom á Tjaldurs apoteki.

Eirikur er 24 ára gamal og hevur búð í Hvalba, men er stutt síðani fluttur til Havnar saman við konuni. Eirikur er útlærdur elektrikari, og arbeiðir hjá PADO el-virki í Havn. Hann hevur ætlanir um at byrja á maskinmeistara skúla í januar.

Brúdleypsdato:
07.07.2017

Gestir til veitsluna:
126 fólk – Veitslan var fyri innbodnum.

Stað fyri vígsluna:
Salem á Tvøroyri.

Veitslan bleiv hildin:
Seglloftið á Tvøroyri

Myndir:
OPHfoto

Avgerðin um at giftast – Barbara greiðir frá

MEN tá dagurin kom har vit skuldu flúgva, vóru ongir ringar komnir fram. Og tá vit vóru lend í Danmark, fingu vit boð um at nú vóru ringarnir klárir at avheinta, men tá var tað ov seint.
Vit tosaðu um eitt sindur aftur og fram um at giftast, men gjørdu ikki meiri við tað. Mamman hjá Eiriki hevði nøkur súlubonus, sum hon ikki náddi at brúka, áðrenn tey gingu út. Barbara elskar at ferðast, so hon var skjót at bíleggja ferðaseðlar og hotell í Danmark.

Tá vit nú skuldu ein romantiskan vikuskiftis-túr til Danmarkar, var tað upplagt at nýta hetta høvið at taka ring uppá. Vit bíløgdu ringarnar og bíðaðu spent. Vit fortaldu ikki fyri nøkrum, hvat vit høvdu ætlanir um.

MEN tá dagurin kom har vit skuldu flúgva, vóru ongir ringar komnir fram. Og tá vit vóru lend í Danmark, fingu vit boð um at nú vóru ringarnir klárir at avheinta, men tá var tað ov seint.

Tað var ikki nógv at gera við tað. Vit høvdu nakrar deiligar dagar í Danmark alíkavæl.

Tá vit komu heim aftur skuldu vit beina leið suður við Smyrli, so vit fingu onkran at avheinta ringarnar fyri okkum. Vit fingu síðani ringarnar á keiini og blivu trúlovaði á bildekkinum umborð á Smyrli tann 29.02.2016.

Brúdleypsdagurin – Barbara greiðir frá

Fleiri sangir vóru yrktir og eina løtu sótu allir gestirnir í latex handskum og ljósabláum ‘’nethúgvum’’.
Allur dagurin var sera væl eydnaður, frá byrjan til enda.

Vígslan var so hjartanemandi og har var ikki eitt eyga turt. Poul Færø helt eina so fantastiska vakra talu og Sirikit Jacobsen sang sangin hjá Elvis Prestley – Can’t help falling in love. Tað var ein ógloymandi løta.

Veitslan á Seglloftinum var fantastisk! Har var so hugnaligt og tað riggar avbera væl at halda brúdleyp har.

Gestirnir vóru í góðum lag, og harmonikan rungaði. Talurnar vóru stuttligar, rørandi og ikki minst flóðusligar. Fleiri sangir vóru yrktir og eina løtu sótu allir gestirnir í latex handskum og ljósabláum ‘’nethúgvum’’.

Brúðarkjólin:
Eg leigaði kjólan frá Brúðarlín.

Eg royndi minst 15 kjólar, áðrenn eg fann tann rætta kjólan. Men tá eg so fór í hann, visti eg at hatta var akkurát hann.

Hár, makeup og negl o.t..:
Make-up: Syskinabarnið hjá mær, Jensa Nielsen.
Hár: Sólvá À Hólalagi.
Negl: Ergo Vælvera – Svanna

Klæðini hjá brúðgóminum:
Myrkabláur klædningur av merkinum Calvin Klein, hvít Eton skjúrta, svart slips og Hugo Boss skógvar.

Maturin:
Anna Kirstin Thomsen
3 rættir:
Rækjubland
Oksasteik við rómaeplum, salat og sós
Brownie við hindberja kompott og vaniljuísi.

Brúðarkøkan:
‘’Hjá Shailu’’.

Tað besta við degnum:
Hatta var tann besti dagurin í lívinum, og tað er onki sum vit kunnu velja burtur úr, sum var betri enn nakað annað. Alt gekk so væl og onki var at seta fingurin á.

Vit eru sera takksom fyri alla hjálp sum vit fingu og fyri øll tey sum valdu at halda dagin saman við okkum.

Vit eru eisini sera glað fyri at vit fingu vígsluna á video, og tað vilja vit viðmæla øllum at gera.Barbara
Brúðarferðin:
Vit bíløgdu okkum eina ferð til Barcelona í gjøgnum 62n.
Vit fóru á eitt sera lekkurt hotell, ið eitur Aqua Hotel Silhouette & Spa. Har er 16 ára aldursmark, og av tí sama var tað deiliga friðarligt .Tað er væl egna til brúðarferðir og har kann man veruliga njóta hvønn annan.

Eitt gott ráð til komandi brúðarpør:
Finnið tykkum ein dugnaligan fotograf. Dagurin gongur so skjótt og áðrenn ein veit av, so er hann lokin.
Tá er tað gott at hava myndir at hyggja at og minnast aftur á.
Barbara:
Vit hava fingið tær flottastu myndirnar, og hóast tað bert er ein máni síðan brúðleypið var, so havi eg hugt eftir teimum í fleiri tímar tilsamans.
Eg ætli mær at fáa myndirnar framkallaðar, og koyra tær album – akkurát sum man gjørdi fyrr.
Vit eru eisini sera glað fyri at vit fingu vígsluna á video, og tað vilja vit viðmæla øllum at gera.

Høvdu vit gjørt nakað øðrvísi um møguligt?:
Nei, als onki.



Deil hesa grein