8 góð ráð til at handfara regn á brúðardegnum

Tá avgerðin um at giftast er tikin, er nógv, ið skal fyrireikast. Av natúr eru vit menniskju sera stýrandi. Vit ynskja at stýra øllum. Tá brúdleyp skulu fyrireikast, gera vit tí sum oftast listar yvir alt, ið vit skulu hava stýr á og minnast til. Listar til okkum sjálvi, listar til makan, listar til okkara hjálparar, o.s.fr. Og vit royna at fylgja teimum so gott sum gjørligt, soleiðis at vit sleppa undan onkrum, sum vit ikki høvdu væntað ella fyrireika okkum uppá. MEN…nú er lívið (tíbetur, sum oftast) gjørt soleiðis, at vit ikki kunnu hava tamarhald á øllum. Eitt tað størsta av tí er: Veðrið! Vit hvørki kunnu ella skulu stýra veðrinum, men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu vera fyrireikaði uppá alt slag av veðrið. Serliga í Føroyum, har vit hava sera nógvar regndagar – eisini um várið og summarið – kunnu vit ongantíð vera vís í, at tað ikki fer at regna júst á okkara brúðardegi. Tí er tað sera gott, um vit eru fyrireikaði uppá tað, soleiðis at vit ikki enda við at verða skuffaði á okkara brúðardegi og tíðina eftir, tá vit fara at hugsa aftur á stóra dagin.

Við hesari greinini vilja vit tí hjálpa tykkum við at fyrireika tykkum uppá tað óvæntaða (ella ofta væntaða í Føroyum) og geva tykkum nøkur góð hugskot, soleiðis at regnið enntá kann koma tykkum til fyrimunar.

Mynd: OPHfoto

1. Keyp pen regnskjól

Keyp regnskjól, sum t.d. eru klár/gjøgnumskygd, hvít, tjóðarbúnamynstur ella annað, sum tit dáma. Minst bert til, at viðvíkjandi myndatøku, eru klár regnskjól at fyritrekkja, tí tey geva ikki skuggar og sjálvandi, at mann sær ígjøgnum tey. Keypið í minsta lagið 1-2 regnskjól (til tykkum), men um tit hava uttandura vígslu, er best, um tit keypa til gestirnir eisini. Soleiðis sleppa tit eisini undan, at gestirnir sjálvir hava tikið síni egnu regnskjól við, sum øll eru ymisk í litum, og myndirnar harvið gerast minni penar.

Mynd: Sarah Bradshaw Photography

Við teimum kláru regnskjólunum síggjast bæði tit og gestirnir ígjøgnum, soleiðis at tit øll síggjast á myndunum, óansæð hvønn vinkul myndafólkið tekur myndina frá.

Mynd: Anna & René Sewohl – les um teirra brúdleyp her

Mynd: Eydbii Myndir

2. Keyp ella leiga veitslutelt

Hava tit avgjørt at halda veitsluna uttandura, er tað eitt gott hugskot at keypa ella leiga veitslutelt. Eisini sjálvt um veitslan er um summarið, kann tað vera ov “risky” at hava veitsluna uttandura uttan eina “B-ætlan”.

Um tit hava pláss til tað, kunnu tit hava ein part av garðinum gjørdan kláran uttan veitslutelt og ein part við veitslutelt. Um so er, at tit hava valt tað tryggu loysnuna við at hava veitsluna innandura, er tað kortini eitt gott hugskot hava eitt lítið veitslutelt uttanfyri til tey, sum roykja. Ger tað gjarna eitt sindur hugnaligt við stearinljósum/lyktum/ljósperum, men tó ikki alt ov hugnaligt, sum td. við stólum/bonkum, soleiðis at tit ikki fáa fólkini inn aftur í veruliga veitsluhølið. 😉

Her kunnu tit síggja eitt romantiskt brot frá einum brúdleypið, har vígslan var hildin uttandura í einum veitsluteltið. Tað regnar, men av tí, at tey eru í einum veitsluteltið, ger regnið tað bara enn romantiskari.

3. Brúka uttandura-ljósketur o.a.

Verður vígslan og/ella veitslan uttandura, er best at brúka ljósketur og annað, ið er egnað til uttandurabrúk, so tit sleppa undan at tey hugnaligu ljósini ella t.d. mikrofonir og hátalarar slókna ella oyðileggjast um so er, at tað fer at regna.

4. Tak skiftiskógvar við

Taka tit myndir uttandura, er tað eitt sera gott hugskot at taka skiftiskógvar við – í øllum førum til brúðrina, men gjarna eisini til brúðgómin. Umhugsið, um tað skulu vera penir skiftiskógvar, ella um tit velja t.d. gummistivlar. Ofta velja vit at taka myndir í einum náttúruvøkrum øki, og tá kann ofta vera rættiliga torført og skitið at ganga í tí váta grasinum, moldini/rununi, sandinum ella hyljunum.

Sum oftast er brúðarkjólin nóg langur til at goyma tað, at brúðurin er í skiftisskóm, men er kjólin stuttur, mugu tit sjálvandi hava tað í huga.

Tað kann eisini vera sera stuttligt at taka nakrar myndir, har brúðurin (ella bæði) t.d. er í gummistivlum í onkrum sterkum litið, t.d. reyðum, pink, gult ella blátt. Umhugsið, um gummistivlarnir skulu hóska til tykkara gjøgnumgangandi lit-tema.

5. Uppfríska sminkuna og hárið

Flestu brúðarpør taka brúðarmyndirnar beint eftir vígsluna, men áðrenn veitsluna. Regnar tað tá, kann tað jú fara eitt sindur við sminkuni hjá brúðrini, so tí er vert at umhugsa, um tað er neyðugt at hava onkran kláran, sum kann uppfríska sminkuna og/ella hárið, ella brúðurin hevur sítt egna smyrsl við, so hon kann fríska tað upp sjálv. Minst eisini til at brúka vatnfasta sminku, har tað er møguligt, sum t.d. maskara.

6. Kanna um veitararnir hava “treytir”

Er vígslan/veitslan uttandura, er eitt gott hugskot at minnast til at spyrja tykkum fyri hjá teimum ymisku veitarunum hjá tykkum, t.d. tónleikararnar, prestin/pastorin/borgarstjóran, myndafólkið osfr., um tað er nakar trupulleiki, um tað fer at regna. Ikki øll ljóðføri eru gjørd til at spæla á í regni, og ikki øll myndafólk vilja taka myndir í regni. Kunnið tykkum tí um hetta frammanundan, so tað ikki kemur óvæntað.

7. Hav eina B-ætlan

Havið eina B-ætlan – bæði viðvíkjandi vígslustaðnum, veitslustaðnum og myndatøkustaðnum, um onkur av hesum skulu haldast úti.

Ynskja tit ikki at taka myndir uttandura, um tað regnar, er best at tit frammanundan finna góð støð at taka innandura myndir í. Tá ber til at fyrst taka nakrar myndir í kirkjuni/samkomuhúsinum, og so nakrar, t.d. bert av brúðarparinum, sum eru okkurt øðrvísi stað. Tað kundi t.d. verið í onkrum ráum fjósi, neysti, gomlum húsum ella øðrum, sum tit ella myndafólkið finna og dáma.

Tað er eisini eitt gott hugskot at taka myndir í einari viðarlund, har trøini ofta kunnu geva rættiliga góða lívd. Vænta tó ikki, at tað er heilt turt kortini.

Her er ein vígsla, har ein kann ímynda sær, hvussu gott tað er, at vera fyrireikaður uppá regn, soleiðis at vígslan kann verða flutt innandura, ella t.d. um tað hevði verið í einum veitsluteltið ístaðin:


Til seinast, men avgjørt ikki minst: Tað er bara regn! Minnist til at vera jalig. Ístaðin fyri at gerast kedd ella skuffaði um at tað regnar, veljið heldur at taka ímóti tí við einum smíli ella enn betur: Fáið tykkum eitt gott flenn.

8. Verið jalig

Til seinast, men avgjørt ikki minst: Tað er bara regn! Minnist til at vera jalig. Ístaðin fyri at gerast kedd ella skuffaði um at tað regnar, veljið heldur at taka ímóti tí við einum smíli ella enn betur: Flenn at tí. Tit fara at minnast aftur á hendan dagin, velji at gera tað møguligt hjá tykkum at minnast aftur á hann við einum smíli ella flenni.

Mynd: OPHfoto

Til tykkum, sum hava upplivað regn á brúðardegnum, hvussu loystu tit tann “trupulleikan”? Hava tit onkur góð hugskot, sum vit kunnu koyra á listan? So eru tit hjartaliga vælkomin til at senda okkum eini beinleiðis boð á okkara facebook-síðu. Vit gleða okkum til at hoyra tykkara góðu hugskot.

Deil hesa grein