10 ár síðan hon fór á knæ, og hann segði ja

Nøvn:
Anja Holm og Páll Holm

Stutt lýsing um brúðarparið:
Anja er úr Rituvík, Páll er úr Porkeri. Eiga 4 børn saman. Anja er hjálparfólk á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík. Páll er nýútbúgvin skipsførari

Brúdleypsdagur:
19.05.2007

Gestir til veitsluna:
Uml. 150 fólk – opið hús

Stað fyri vígsluna:
Rituvíkar Kirkja

Veitslan bleiv hildin:
Sjókaféin í Runavík

Myndafólk:
Amy Hansen
(Vinarliga halt okkum til góðar viðv. myndagóðskuni – hetta er vegna, at myndirnar vóru ikki teldutøkar til hesa grein)

Skrivað: Emma Petersen
Anja Holm er úr Rituvík ímeðan Páll Holm er úr Porkeri. Hóast Anja var ung, tá tey møttust, og eru tað 11 ár ímillum tey, liva tey í dag lukkuliga saman við 4 børnum, sum ávikavist eru 10, 8, 7 og 3 ár. Ímeðan Anja starvast sum hjálparfólk á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, hevur Páll júst lokið útbúgvingina sum skipsførari á Vinnuháskúlanum. Hóast stóra frástøðu ímillum heimbygdirnar, valdu tey at festa sær búgv í Rituvík, har tey nú hava búð í 9 ár.

Páll hevði spurt Anju um at giftast við sær, men av tí, at Anja helt, hon var ov ung tá, takkaði hon nei og aftaná 1 ár, tók hon Páll av bóli, tá hon bað hann gifta seg við sær, og tíbetur segði hann ja. Sum so nógv onnur minnast aftur á serligu løtuna, minnast hesi bæði eisini aftur á hesa løtu við einum smíli.

Áðrenn sjálva vígsluna, sum var 19. mai í 2007 í Rituvíkar kirkju, vórðu nervarnir hjá allari familjuni royndarkoyrdir. Tey høvdu fingið at vita, at eini hús skuldu flytast úr Runavíkini til Rituvíkar um sama mundi, sum vígslan skuldi vera.

Áðrenn sjálva vígsluna, sum var 19. mai í 2007 í Rituvíkar kirkju, vórðu nervarnir hjá allari familjuni royndarkoyrdir. Tey høvdu fingið at vita, at eini hús skuldu flytast úr Runavíkini til Rituvíkar um sama mundi, sum vígslan skuldi vera. Rituvík er ein lítil bygd, og tískil var vegurin, sum tá førdi til bygdina, smalur og skirvisligur, ímeðan tey í dag hava fingið ein nýggjan og breiðan veg. Nervarnir vóru nú ikki bara í hásæti um sjálvt brúdleypið, men eisini um hesi húsini fóru at koma heil til Rituvíkar og um gestirnir náddu vígsluna. Men ein annar ivi var eisini. Tað var, um brúðgómurin fór at náa at koma í kirkjuna, áðrenn brúðurin. Hjá Anju var einki hóvasták, tí hon var longu í Rituvík hjá foreldrum hennara og gjørdi seg klára. Verri var hjá Páll, tí hann var í Lamba hjá ommu og abba Anju og gjørdi seg kláran. Hann skuldi í føroysk klæðir og komin í klæðini, leggur hann til merkis, at bæði buksu-seðlarnir og knapparnir liggja eftir í Rituvík. Eftirsum eini hús standa í vegin áveg til Rituvíkar, er hann tískil noyddur at keypa sær nýggjar seðlar og fáa verommuna at seyma bæði seðlar og knappar í fyri seg. Tíbetur fyri allar partar komu húsini skjótt og væl til Rituvíkar, bæði gestirnir og prestur náddu vígsluna, brúðgómurin kom til tíðina, sum í Føroyum er langt áðrenn brúðurin, og vórðu tey vígd av Meinhardi Bjartalíð.

Páll var sum sagt í føroyskum búna og hevði hvítan vest, ímeðan Anja var í einum vøkrum brúðarkjóla, sum mamma hennara, Oddvør, og starvsfelagin Diana, sum báðar eiga og reka handilin Diana í Saltangará, høvdu seymað. Anja hevði sæð ein brúðarkjóla ið henni dámdi, og dreymurin var altíð, at mamman skuldi seyma henni ein brúðarkjóla, so ístaðin fyri at keypa ein, fekk hon ein heimaseymaðan.

Hárinum og smyrslinum hjá Anju hevði Elisabeth J. Solmunde staðið fyri, sum í dag er útbúgvin hárfríðkanarkvinna.

Gullkornið frá teimum báðum til komandi brúðarpør er at minnast til at elska hvønn annan, bæði tá tað gongur við, og tá í tað gongur ímóti, tí mótgangurin er tað, sum styrkir parlagið.
Brúðarbilin áttu tey sjálvi, og varð hann pyntaður við føroyskum fløggum, bæði á stong og á bandi, sum systkinabarn Páll koyrdi.

Eftir vígsluna ynsktu tey eina avslappandi og róliga veitslu, og valdu tey tí at hava opið hús í Sjókaféini, sum húsast í Runavík. Til eitt opið hús, kunnu fólk koma og fara sum teimum lystir, og tilsamans høvdu umleið 150 fólk verið og heilsað uppá brúðarparið. Har høvdu tey fingið bjóðað góðan mat av tí kalda borðinum, sum tey nærmastu høvdu gjørt, og eisini høvdu starvsfólkini á Sjókaféini gjørt okkurt av tí. Aftaná góðan bita var brúðarkøkan sett fram, sum kom frá Miðberg bakaríi í Saltangará.
Eftir tann stóra dagin vóru bæði væl nøgd og valdu tey at leiga brúðarsvituna á Hotel Tórshavn sjálva brúðarnáttina. Har kundu tey orduliga slappa av og njóta samveruna við hvønn annan, ímeðan sonur teirra hugnaði sær hjá ommu og abba sínum í Rituvík.

Gullkornið frá teimum báðum til komandi brúðarpør er at minnast til at elska hvønn annan, bæði tá tað gongur við, og tá í tað gongur ímóti, tí mótgangurin er tað, sum styrkir parlagið.

Deil hesa grein